hósdagur 3. februar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 24 - 4. februar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 24 - 4. februar 2000
Hanga í línuni
Jákup Joensen
egnir vanliga
einar 7 stampar
um dagin.
Nor›søki letur 80
krónur fyri
stampin og eina
eykaløn tá i› 6
eru egndir
Høgni Mohr og
Dánjal Højgaard
Uttast vinstrumegin, tá i› tú
kemur inn í egningarskúrin,
stendur ei›isma›urin, Jákup
Joensen, vi› sínum sjeynda
stampi. Hann er fyrrverandi
rei›ari á Nor›søka,
og
einasti sosialistur í skúr-
inum, vilja hinir vera vi›.
Her eru sambandsmenninir í
meiriluta. Høgna Hoydal er
eingin teirra væl í øgn vi›.
Lagi› er gott, og hugurin
at egna, ikki verri.
- Torrafiskurin skuldi ver-
i› fyri nú, heldur Jákup,
sum hevur betri hug, at tosa
um fiskiskap enn um full-
veldi. Torri er tí›in, tá i›
fiskurin kemur inn á grunn-
in at g‡ta. Teir gomlu
plagdu at siga, at torrafiskur
er feitur bæ›i til livur og til
kropp.
- Hann plagdi at koma
heilt inn undir land. Fyrraár-
i› var so smekkfult. Men ta›
hevur vi›ra› so illa í sein-
astuni, at enn hava vit ongan
sæ›, sigur Jákup.
Várró›ur í nánd
Seinastu átta seturnar hevur
selatra›arskipi›, Nor›søki,
fingi› 64.000 pund. Hetta er
millum 150 og 200 pund
upp á stampin. Ta› ver›ur
hildi› at vera gó›ur fiski-
skapur.
Nor›søki heldur til á Ei›i.
Har í bygdini eru egningar-
skúrurin og frystaríi› hjá
skipinum.
T‡smorgunin um hálv-
gum níggju tí›ina kom
Nor›søki inn til Ei›is vi›
7.000 pundum. Alt fyri eitt
vór›u teir 60 stamparnir
ripa›ir upp á bryggjuna, og
longu klokkan 16.00 sama
dagin skuldi skipi› fara út at
seta
teir
60
n‡egndu
stamparnar. Nor›søki er
einasti
avbygdabátur,
i ›
egnir á Ei›i.
Í
egningarskúrinum
á
havnalagnum á Ei›i eru 12
mans úr fimm bygdum.
Helvtin er ei›ismenn, trígg-
ir av Selatra›, ein úr Tjørnu-
vík, ein úr Streymnesi og
ein frá Ljósáum.
Goggan er gó›
Ein teirra er selatra›arma›-
urin, Jóhan Karl Djurhuus.
Hann er eisini rei›ari á
Nor›søka.
Teir eru tríggir selatra›ar-
brø›ur, sum vóru vi› til at
keypa Nor›søka frá ei›is-
monnum fyri nøkrum árum
sí›ani. Nor›søki hevur kort-
ini framvegis fast tilhald á
Ei›i, og einasta sjónliga
tekni› um eigaraskifti› er,
at nú stendur Selatra› á
navnabrettinum.
Jóhan Karl egnir vi›
goggu á ø›rum hvørjum
húki. Gogguna fiskar hann
vi› tíggjumannafari sínum,
og hon tænir sínum enda-
máli.
- Goggan er øgiliga gó› til
tann gráa fiskin, sigur hann.
Ongan gó›an
Men hóast lagi› er gott í
skúrinum og várró›urin er í
nánd, so er kortini eingin
várkensla at hóma millum
línumenn og búnar egnarar
á Ei›i.
Asbjørn Djurhuus, for-
ma›ur í skúrinum, er ikki
bjarskygdur, tá tosi› fellur á
framtí›ina
hjá
vinnuni.
Hann væntar ikki, at línu-
vei›uni ver›ur lív laga›.
- Vit, i› royna vi› línu,
eiga ongan gó›an millum
politikararnar. Me›an teir
stóru trolararnir hótta okk-
ara vinnu, latast teir, i› rá›a
fyri borgum, ikki um vón,
sigur hann.
- Doyr línufiskiskapurin
út, so ver›ur egningin held-
ur ikki at hóra undan, sigur
Asbjørn, sum væntar, at
saknur ver›ur í serstøku at-
mosferini í skúrinum, sum
hann heldur hava stóran
sosialan t‡dning.
Og hugurin at egna er
gó›ur.
Hóast teir 60 stamparnir
vór›u egndir alt fyri eitt, er
ongin vandi fyri, at Nor›-
søki kemur í uppisetur á
Nor›havinum. Í frystibingj-
uni standa longu 150 stamp-
ar klárir, egndir vi› kúfiski,
kúvingi og høgguslokki.
Teir gomlu megna enn at
halda balans.
• Línubátur, 61,12
BRT
• Bygdur í 1942 úr
eik í Holbæk í
Danmørk
• Manningartal: 6
• Maskinorka: 370
hk Cummins
Diesel
• Eigari: P/F Bakur
á Selatra ›
Nor›søki FD530
Teir lata væl at
fiskiskapinum. Men
høgi me›alaldurin í
egningarskúrinum,
sigur naka› um
framtí›arútlitini hjá
línuflotanum. Í
egningarskúrinum
hjá línuskipinum,
Nor›søka á Ei›i,
halda teir, at
politikararnir
fullkomuliga hava
slept línuni
Mynd: Jens K. Vang
Fríggjadagur 4. februar
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Meira fyri oyruni
Sjálvur var eg í síni tíð ivasamur, um
tað var beint at avtaka fjølmiðla-
monopolið og sleppa hvørjum Han-
usi og Janusi framat slíkum virk-
samum ávirkanarkeldum.
Við bert einum eygum og oyrum
at gloypa við kann tað fyri einstak-
lingin skjótt gerast ov mikið av tí
góða, stjelur tíð, umframt at sam-
felagið er fáment, lurtaraskarin av-
markaður, og vit kunnu nú einaferð
ikki øll vera í tænastuvinnuni.
Men tað nyttar ikki at andøva ímóti
menningini og nýtist ikki at vera
mannminkandi at broyta meining og
hugburð. Og tað havi eg so gjørt
hendan mánaðin, síðani vit hava
fingið heilar tvær útvarpsrásir aftrat.
Rás 2 hevur aftaná stutta tíð longu
fingið fulla, fasta dags- og vikuskrá,
sum eftir umstøðunum og orkuni er
rímiliga fjølbroytt og viðkomandi, hó-
ast tað enn er ríkiligt av berum mu-
sikki.
Tíðindi og onnur viðkomandi sam-
felagslig kunning eru nakað øðrvísi
enn í ÚF og á sín hátt forkunnug og
professionelt framborin.
Telefonprátini við sjófólk okkara á
nær- og fjarleiðum eru væl eydnað,
og tað er ikki uttan týdning, at vert-
urin dugir so væl at samskifta við
sjómenninar.
Skemtisendingarnar, Flenn Bara,
hava higartil verið beinleiðis framúr.
Í nýggju rásini eru øðrvísi møti, øðr-
vísi musikkur og meira fyri ungdómin,
jú, har á Rás 2 er nakað fyri ein og
hvønn, og so er alt enntá ókeypis
fyri lurtaran. Ótrúligt um hetta fer at
bera til í longdini, og um ikki, so er
tað ikki verri enn so, at tað framm-
anundan lurtarafíggjaða ÚF frameftir
kann taka til sín nøkur av góðu hug-
skotunum og áræðinum, sum longu
er komið til sjóndar á Rás 2.
Viðvíkjandi hini nýggju rásini, Lind-
ini, so er enn ov stutt fráliðið, til at
hon kann vera komin rættiliga fyri
seg viðvíkjandi skrá, vavi og fjøl-
broytni, men tað kann væl koma,
sum frálíður.
Annars hava gomlu loftmiðlarnir
eisini verið fjølbroyttir og áhugaverdir
farnu vikuna.
ÚF sýnir framvegis hegni at fáa
friðarfólk at fortelja, og í so máta
verður Janus í Bindibókini sum
sunnudagsgestur neyvan tikin.
Lívgandi var eisini at hoyra Magn-
us Dam í vikuskiftissending práta við
tey av Kamarinum og Julionnudrong-
in, hesi lítiðlátnu, trúgvu og drúgvu
tónleikafólkini.
Og millum mangt annað fylgdi eg
eisini væl við Vaglinum, har evnið
var teldunýtsla til gamans og sum
dagdvølja, síðani eg sum virkandi
sálarfrøðingur stúri fyri, at hetta frá-
líka tól, sum so mangt annað, eisini
kann misnýtast ella fáa ov mikið vald
á fólki, tí í so mátta gongur sjón fyri
søgn í londunum rundanum okkum,
har neyðugt hevur verið at reisa ser-
ligar avvenjingarstovnar fyri spæl- og
teldubundin fólk, og í so máta plaga
føroyingar ikki at liggja aftanfyri nakr-
an.
Í Sjónvarpinum vóru Innskotini við
Olsen og Planck hvør í sínum lagi
frálík. Og so ikki at forgloyma út-
oyggjasendingarnar hjá presti. Spell
at frálíku evni Ólavs at koma í sam-
band við fremmandafólk nústani
koma reiðiliga til sjóndar í SVF, nú
hann gevst har, men tað fer so at
koma hvalbingum og sandvíkingum
til góða.
Trongisvágsbóndin í Bestubitum
var lívgandi at skoða og líða á fyri
okkum onnur meira dapurskygdu.
Annars hevur SVF hildið áfram við
sínum frálíku útlendsku raðsending-
um, spennandi filmum og sum nakað
Hóskvøldið verða íslendsk tíðindi at
síggja í sendingini Grannum Okkara.
Nú er avtalað við íslendska sjónvarpið,
at SvF eina ferð um vikuna fær tíðindi
úr Íslandi at brúka eitt nú í sendingini
Grannum Okkara.
Tað hevur altíð verið eitt stórt ynski
eisini at hava tíðindi úr Íslandi við í
sendingini. Íslendska sjónvarpið sendir
ikki sínar sendingar um fylgisvein, tí
hevur ikki borið til hjá SvF at taka tilfar
beinleiðis niður úr luftini. Tað hevur
borið til við norsku, donsku og svensku
tíðindunum, tí har verða vanligu send-
ingarnar sendar um fylgisvein.
Nýggja avtalan við íslenska sjónvarp-
ið er komin í lag, tí íslendska sjónvarpið
í øðrum sambandi sendur tíðindi til hini
Endiliga!
norðurlond. Sjónvarp Føroya er nú
komið við í hetta samstarv og vóna vit,
at hetta kemur í ein trygga legu.
Í fyrsta lagi verða íslendsku tíðindini
ikki týdd til føroyskt.
serliga forkunnugt borðreiddi SVF
nærmast kvøld um kvøld við heilum
tvinnum annars bannaðum filmum
(Life og Brian of Blikktrummuni).
Tíðin gongur, broytist og so við
almennum hugburði og erkvisni.
Mær tykir, at tað var líka so beint
av SVF at senda hesar filmar, nú
hyggjaraskarin umsíðir er vorðin
meira vanur og harðbalin, sum tað
var beint av mær og øðrum í tí al-
menna filmseftirlitinum vegna Før-
oya fólk at banna hesar filmar í síni
tíð fyri umleið 20 árum síðani, tá
mong fólk firnaðust sjálvt tann ferð-
andi Geytan við ljósbíløtum.
Og tó er lógargrundarlagið í dag
hitt sama sum tá! Snedugt ha? Jú,
so er, og sig so ikki at mangt er for-
borgið í Føroyum.
Samanumtikið ein forvitnislig farin
loftmiðlavika, sum setti krøv til bæði
skráir, stundir og okkurt at zappa við.
Sjónvarp Føroya hevur
nú fingið loyvi at senda
íslendsk tíðindi í send-
ingini »Grannar Okkara«
Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur,
skrivar
Øssur Winthereig, tíðindastjóri
Sjónvarp Føroya