mánadagur 30. januar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2006
5
Vestmanna: Nú kunnu
bátar úr øðrum bygdum
liggja trygt við bryggju í
Vestmanna.
Kommunan hevur nevni
liga skipað soleiðis fyri, at
avbygdabátar kunnu fáa
fast pláss í bátahylinum í
bygdini. Einasta treytin er,
at ein serstakur sátt máli er
gjørdur um tað.
Sigast kann, at henda ætl
anin er kærkomin, tí longu
nú hava sjey bátaeigarar
boðað kommununi frá,
at teir eru áhugaðir í eini
slíkari loysn.
Til tess at forða fyri, at
ov lítið av plássi verður,
hevur kommunan haraftrat
bílagt íalt 20 metrar aftrat av
bátabrúgvum. Henda verður
væntandi klár at taka í nýtslu
í mai mánaði í ár.
Samstundis við hett a
verða el-trupulleikarnir
loystir við serstakari gjalds
skipan, eins og gjørligt er
at taka vatn á staðnum.
Fyri Vestmanna komm
unu hevur trygdin eisini
nógv at siga, og tí verða
sett ir upp ljóssteyrar við
báta brúgvarnar.
sb.
Vilja varðveita hvalastøðina
Sundalagið: Hvalastøðin
við Áir hevur ligið nærum
í órøkt í alt ov nógv ár.
Men nú er ætlanin at fáa
hett a søguliga staðið aftur
til heiður og æru.
Í hesum sambandi hev
ur Mentamálaráðið heitt
á Sunda kommunu um
at velja eina lim í ein
arbeiðsbólk, sum skal orða
eitt uppskot um, hvussu
henda hvalastøðin við Áir
eigur at varðveitast.
Í
arbeiðsbólkinum
verða eisini umboð fyri
Mentamálaráðið, Lands
verk og Fornminnissavnið.
Á fundi í Sunda komm
unu í kvøld skal hett a
umboðið veljast. Trivn
aðarnevndin mælir til at
velja borgarstjóran, Heðin
Zachariassen, og tí verður tað
utt an iva hann, sum verður
umboðið hjá kommununi í
arbeiðsbólkinum.
sb.
Eitt uppskot
skal nú gerast
um, hvussu
Hvalastøðin
við Áir skal
varðveitast
Havn: Seinastu vikuna
varð skipað fyri árligu
missiónsvikuni í Meinig
heitshúsinum í Havn.
Byrjað varð næstseinasta
sunnukvøld og varð hildið
fram til í gjár, tá ikki færri enn
trý tiltøk vóru í húsinum.
Nógv fólk hava verið
til møtini, men í gjár var
tó dagurin, tá flest fólk
leitaðu sær í húsið.
Fyrst var sunnudagsskúli
hildin kl. 14, og tá mundi
eini 400 børn og foreldur
vera til staðar. Kl. 18 var
aftur møti, tá sama talið,
møguliga enn fleiri, vóru til
staðar. Seinni um kvøldið
var aftur møti á skránni.
Íalt mundu vera eini 900
fólk til hesi trý tiltøkini.
Missiónsvikur verða
hildnar um alt landið um
veturin. Hesa vikuna eru
missiónsvikur í Kollafirði
og Fuglafirði.
sb.
Vestmanna kommuna fer nú at skapa betri karmar hjá
bátum hjá avbygdarfólki
Betri umstøður hjá
avbygdabátum
Tvær ferðir fult
hús sama dag
Fólk í Vágum eru
sera fegin um
Vágatunnilin. Men
tey hava tó eittans
ynski: At tað skal
gerast bíligari at
koyra gjøgnum hann.
– Eingin ivi er um,
at hesin kostnaður
heldur fólki aftur í at
brúka tunnilin meiri,
sigur Edvard Joensen,
leiðari á Vága Kunn
ingarstovu. Leyg
ardagin skipaði
hann fyri evnisdegi
um týdningin av
Vágatunlinum tey
seinastu trý árini
Eftirmeting
Snorri Brend
Vágar: – Vágatunnilin hevur
verið til stórt gagn fyri okkum
í Vágum. Fólkatalið er økt
munandi. Eftirspurningurin
eftir sethúsum er vaksandi
og tað er prísurin eisini. Og
vinnan hevur fingið nýggjar
avbjóðingar.
– Men hinvegin so kann
vinnan ikki kappast á
jøvnum føti við restina av
landinum, tí kostnaðurin
at koyra gjøgnum tunnilin
skapar ójavna kapping.
Hett a var nakað av tí, sum
kom fram á evnisdegnum, har
bæði umboð fyri vinnuna,
politikkarar og onnur tóku
samanum tey trý árini, sum
hesin undirsjóvartunnilin
hevur verið opin.
Hett a málið hevur eisini
áhuga fyri kommunurnar
í Norðoyggjum, og tí
vóru umbð fyri tríggjar av
smærru kommunum við á
fundinum. Av einihvørjari
orsøk var eingin úr tí størsti,
Klaksvíkar kommuna.
Tað var Edvard Joensen og
Vága Kunningarstova sum
skipaðu fyri tiltakinum. Og
hann er væl nøgdur við tað:
– Vit fingu staðfest, at
fólk eru fegin fyri tunnilin.
Samstundis var tað eitt
breitt ynski um, at tað eigur
at gerast bíligari at brúka
hann.
– At fáa tunnilin goldnan
niður sum skjótast verður
utt an iva eitt av málunum,
sum verður tikið fram í
komandi tíðum, sigur hann.
Ójøvn kapping
Tað er altíð gott at fáa
staðfest tað, ein hevur var
hugan av. Og tað fingu tey
so sanniliga, tey sum vóru
á pallborðsfundinum í Mið
vági leygardagin.
Evnið fyri fundin var
støðan í Vágum, nú meiri
enn trý ár eru liðin síðani
Vágatunnilin lat upp.
Her var sligið fast, at
henda nýggja farðleiðin
hevur verið til stórt gagn fyri
oynna og fólkið, ið her býr.
Eitt er, at fólkatalið er
økt munandi. Eitt annað er
so tað, at vinnulívið hevur
fingið eitt skump uppeftir,
men samstundis eisini fingið
øðrvísi avbjóðingar í kapp
ingini.
Sum dømi varð nevnt, at
flutningur av fiski av oynni
hevur ein eyka kostnað við
sær, tí allur fiskurin verður
bert avskipaður úr Havn.
Her mugu virkini sjálvi bera
henda kostnað fyri flutning
– ein kostnað, sum virkini á
meginøkinum ikki noyðast
at gjalda.
– Her er tí talan um ójavna
kapping, varð víst á.
Ein eksplosjón
Á fundinum í Miðvági kom
fram, at fólkatalið í oynni er
økt við 4,5 % síðani 2002.
Hett a er eitt rætt iliga
stórt tal, tá ein sammetir
við vøksturin í talinum av
føroyingum í síni heild.
Frá 2002 og fram til 2005
vaks fólkatalið í Føroyum
nevniliga bert við 1 %.
Tvær orsøkir eru til henda
stóra vøksturin í Vágum:
Fyrst er at siga, at tað eru
fleiri fødd enn deyð í Vágum
hesi árini.
Hinvegin so hevur eisini
eitt týðiligt rák verið, at heilar
familjur eru flutt ar vestur í
Vágar hesi trý árini.
Tað er vorðið munandi
lætt ari hjá fólki at búgva í
Vágum, og finna sær arbeiði
har ella aðrastaðni.
Til ber í dag at staðfesta,
at av teimum 484 føroying
unum, sum vit gjørdust fleiri
frá 2002 til 2005, vóru teir
127 í Vágum. Hett a svarar
til meiri enn fjórða hvønn
føroying.
– Ja, skal ein hyggja aftur
í tíðina, so byrjaði vøksturin
í fólkatalinum longu tá teir
fóru undir at grava fyri Vága
tunlinum.
– Ein kann siga, at tann
fyrsta eksplosjónin til Vága
tunnilin, skapti hesa eks
plosjónina í fólkatalinum,
sigur Edvard Joensen.
Tunnilin skapt lív í Vágum
Indeks fyri sethúsaprísir
1999 (áðrenn byrjað varð uppá tunnilin):
100
2001 (meðan arbeiðið er í gongd):
101
2002 (tá tunnilin letur upp):
117
2003:
140
2004:
140
2005:
121
FAKTA
Bilar um Vestmannasund
Við Strandferðsluni:
Einir 350 bilar um dagin
Gjøgnum Vágatunnilin – vanligar dagar: 1100 bilar
Gjøgnum Vágatunnilin – tá ókeypis er at koyra:
Um 4000 bilar hvønn vegin
FAKTA
Umboð fyri tríggjar av smærru kommunum í Norðoyggjum vóru eisini við á evnisdegnum. Millum hesar var Kunoyar kommuna,
sum var umboðað av borgarstjóranum, Heina O. Heinesen, sum helt at tað átti at verið ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar.
Honum við lið stendur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági og løgtingsmaðurin, Jørgen Niclasen
Mynd: Edvard Joensen