mánadagur 30. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 21 - 30. januar 2006
Næmingar í fram
haldsdeildini eru
munandi meir til
vitað um týdningin
av at taka eina
útbúgving, enn tey
vóru fyri bert fáum
árum síðani. Hóast
valmøguleikarnir eru
fleiri enn nakrantíð,
eru ráðini framvegis
tey somu: Veljið eftir
áhuga, siga skúla
vegleiðarar, sum hitt
ust á fundi í farnu
viku
Skúlavegleiðing
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Í farnu viku hittust skúlaveg
leiðarar úr øllum landinum
á fundi tosa um felags
royndir og avbjóðingar.
Síðani teir fyrstu lærarnir
tóku útbúgving sum skúla
vegleiðarar fyri eini 6 árum
síðani, er vegleiðingin vorð
in betri skipað við størri
samstarvi millum teir ymsu
skúlarnar. Enn er tó nógv,
teir kundu ynskt sær betri, og
í næstum verið farið undir at
skipa felags kunningartilfar,
so vegleiðingin verður
meir miðvís, sigur Torfinn
Højgaard, skúlavegleiðari á
Venjingarskúlanum í Havn.
Brúka vegleiðingina
Fyri teir á leið 20 skúlaveg
leiðararnar kring landið
er neyðugt at fylgja sera
væl við í tí, sum hendir á
útbúgvingarøkinum eftir
framhaldsdeildina. Møgu
leikarnir eru vorðnir alsamt
fleiri tey seinnu árini, og innan
tær einstøku útbúgvingarnar
hendir tað ikki so sjáldan,
at upptøkukrøvini broytast.
Til at hjálpa næmingunum at
finna fram til ta útbúgvingina,
teimum hóskar best, hava
allir skúlar í Føroyum við
framhaldsdeild ein skúla
vegleiðara, sum nakrar
tímar um vikuna arbeiðir
við vegleiðing.
– Næmingarnir brúka
okkum avgjørt meir nú enn
fyri bert nøkrum fáum árum
síðani. Ivaleyst kemst tað av,
at teir nógvu møguleikarnir
kunnu virka sum ein frum
skóg at finna runt í fyri
næmingarnar. Men sum
heild haldi eg eisini, at
næmingarnir í dag eru meir
tilvitað, um at tey hava eitt
val og hugsa meir um, at
tey sjálvi mugu taka stig til
tað, sum skal henda aftaná
fólkaskúlan, sigur Tina
Purkhús, skúlavegleiðari
á Skúlanum við Ósánna í
Klaksvík. Hon leggur afturat,
at allarflestu næmingarnir
ásannað, at tey í øllum
førum antin mugu taka eina
miðnámsútbúgving ella finna
sær eitt lærupláss. Uttan iva
hongur hetta eisini saman
við, at tað ikki longur er so
nógv arbeiði at fáa, um tú
bert hevur fólkaskúlaprógv.
Í dag krevja til dømis flestu
peningarstovnar, at tú hevur
miðmámsútbúgving
og
fleiri lærupláss mæla eisini
til, at næmingarnir fara á
SIT, áðrenn teir søkja um
lærupláss, sigur Tina.
Veljið eftir áhuga
Uppgávan hjá skúlavegleið
aranum er so at vísa á teir
møguleikar, sum eru, og
saman við næminginum
royna at finna fram til, hvat
hóskar júst honum best.
– Sum útgangsstøði mæla
vit altíð næmingunum til
at velja tað, tey hava mest
áhuga fyri. Ongin sigur, at
tey her og nú skulu taka
støðu til, hvat tey vilja verða
um 10 ár. Tá er ofta lættari
at hugsa um, hvørji fak í
fólkaskúlanum tey tíma best
og kenna seg stinnast í og so
velja út frá tí, sigur Tina.
Annars fegnast hon um,
at kunningin frá teimum
ymsu miðnámsskúlunum
illa fær verið betri. Fleiri
miðnámsskúlar bjóða fram
haldsdeildunum á vitjan ein
heilan dag, har næmingarnir
so fáa høvi at fylgja við,
hvussu ein vanligur skúla
dagur á miðnámsskúla
gongur. Aðrir skúlar velja
so heldur at koma á vitjan á
fólkaskúlunum.
– Tað er heilt týðiligt,
at miðskúlarnir hava fyri
reikað seg sera væl til hes
ar
kunnungardagarnar.
Til dømis lata tey nú ofta
næmingarnar sjálvar greiða
frá, hvussu tað er at ganga
á júst tí miðnámsskúlanum.
Tað er ongin ivi um, at hendan
kunningin frá næmingi til
næming ofta er hon, sum
virkar best, sigur Tina.
Starvsvenjing
Eitt annað øki, sum skúla
vegleiðararnir brúka nógva
orku uppá, er starvsvenjingin
hjá 9. og 10. flokkunum.
Her hava næmingarnir
sjálvi møgukleika at velja
frítt millum tey ymsu starvs
plássini, meðan vegleiðarin
síðani skipar fyri at fáa
starvsvenjingina í lag.
Tina heldur seg síggja, at
næmingarnir gerast alsamt
meir kreativir, tá tað ræður
um at velja starvspláss.
Onkur hevur enntá verið í
Danmark í starvsvenjing hjá
einum fótbóltsfelag, meðan
onkur annar hevur verið í
herinum. Tað er heldur ikki
óvanligt, at næmingar vilja
sleppa at royna seg sum
lærarar, meðan onnur fara
til skips.
–
Næmingarnir
fáa
avgjørt nógv burturúr at
fara í starvsvenjing. Tað er
sjálvandi ymiskt, men sum
heild eru starvsplássini væl
fyrireikaði og hava eina
skipaða ætlan fyri, hvat
næmingarnir skulu gera. Tað
kemur meir enn so fyri, at
næmingar enda við at fara
í læru á arbeiðsplássinum,
har tey vóru í starvsvenjing.
Onnur finna kanska út av, at
hatta var ikki tað, tey ætla at
gera í framtíðini. Ì báðum
førum blíva tey jú tað klókari,
sigur Tina og leggur afturat
at hetta, at senda so nógvar
næmingar í starvsvenjing
á hvørjum ári, ikki hevði
borið til uttan vælvildina
frá arbeiðsplássunum kring
landið.
Vitjaðu í
Miðlahúsinum
Hendan dagin, skúlveg
leiðararnir høvdu fund,
stukku tey eisini inn á
gólvið í Miðlahúsinum í
Vágsbotni. Torfinn Høj
gaard,
skúlavegleiðari
sigur, at Sosialurin er eitt
av fáu starvsplássunum,
sum tekur tveir næmingar í
starvsvenjing hvørja ferð, og
at hetta eru tey ikki von við.
Hendan dagin fingu
skúlavegleiðaranir so høvi
at fylgja arbeiðsgongdini
í húsinum og práta við
stjóran um, hvussu starvs
venjingartíðin á Sosialinum
verður skipað. Eisini nýttu
tey høvið at fáa eitt prát
við næmingar, sum eru í
starvsvenjing á blaðnum í
løtuni.
Næmingar hugsa meir um framtíðina
Mikudagin vitjaðu skúlavegleiðarar úr øllum landinum í Miðlahúsinum. Har vóru tey millum annað kunnað um, hvussu Sosialurin skipar starvsvenjingartíðina
hjá næmingum úr framhaldsdeildini
Føroyskt
hip hop
í handl
unum
Fríggjadagin kom nakað
so
forkunnugt
sum
ein føroysk hip hop
fløga út. Tað er fløgan
”International” hjá 18
ára gamla Thor Ulvedal
Simonsen, ið endiliga
gevur eitt boð uppá
føroyskt hip hop.
Tónleikurin á fløguni
er ein forkunnug sam
anseting av rapp, hip
hop og akkustiskum
tónleiki. Fløgan hevur
sambært Thor sjálvum
verið leingi ávegis. Hon
er framleidd og innspæld
í Føroyum, Danmark og
Kanada, har hann hevur
búð saman við familjuni.
Tískil er fløgan úrslit av
einari fjølmentanarligari
bakgrund.
Thor hevur skrivað,
komponerað,
tikið
upp og ljóðblandað øll
løgini. Á fløguni eru 16
løg, og meginparturin
av tekstunum eru á
enskum. Thor er ættaður
úr Føroyum, Noregi og
Danmark. Í løtuni býr
hann í býnum Iqaluit í
Norður Kanada. Thor
sigur seg ikki hava sætt
nakran føroyskan „urban“
tónleik og vónar tískil, at
tey ungu fara at dáma
hansara tónleik. Ikki
minst tí at tónleikurin er
gjørdur av einum, ið er úr
Føroyum.
Fyrsta útvarpssinglan
av fløguni eitur „Back
it up“ og Thor arbeiðir
harumframt eisini við
sjónbandalagið til singl
una.
nud