mánadagur 30. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2006
7
Danskir blaðteknarar
eru undir trýsti í
hesum døgum, eftir
at Jyllands-Posten
prentaði tekningar
av Muhammed. Teir
vórðu hóttir eftir
lívinum, og lond í
miðeystri eru farin
at boykotta danskar
vørur. Føroyski
blaðteknarin Óli P
metir støðuna at vera
sera prinsipiella,
tí hóast vit kunnu
vera erkvisin, so
eiga vit ongantíð at
boyggja okkum fyri
deyðshóttanum
Talu- og
skrivifrælsi
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Nógv trýst hevur verið á
Danmark ta seinastu tíðina,
eftir at ein av landsins størstu
dagbløðum, Jyllands-Posten,
prentaði nakrar tekningar,
ið skuldu ímynda profetin
Muhammed.
Hetta er sambært ávísum
fatanum av Islam ikki loyvt,
og serliga hesar seinastu
dagarnar hevur ágangurin
verið serliga harður. Stóra
mjólkarfyritøkan Arla hevur
longu skert framleiðsluna,
eftir at sølan er minkað so
nógv serliga í Saudiarabia,
at tapið er mett til at vera
einar 10 milliónir um dagin.
Í dag frættist, at allir norð
urlendingar eru hóttir, og tí
eiga at fara úr økinum við
Gaza innan 72 tímar.
Spurningurin er rætti
liga prinsipiellur fyri dan
ir, og serliga Anders Fogh
Rasmussen, forsætismála
ráðharri, hevur sligið fast,
at hann ikki er at vika í
hesum málinum. Tá hann
tann 16. november í fjør
hevði fund við turkiska
forsætismálarðaharran,
Recep Erdogan, og turkiski
starvsbróðir hansara var so
ónøgdur við støðuna hjá
Fogh, at hann noktaði at
halda tíðindafund við Fogh,
svaraði danski forsætismála
ráðharrin:
– “Vi er i dag stødt
ind i nogle ting, hvor jeg
simpelthen ikke vil gå på
kompromis. Det handler
her om helt fundamentale
principper om, hvordan et
demokrati og folkestyre
fungerer”.
Vit skulu flyta
mørk allatíðina
Føroya kendasti blaðteknari,
Óli Petersen ella Óli P, sum
hann vera best kendur
millum manna frá sínum
meira enn 3000 baksíðum
á Sosialinum, vil ikki siga
beinleiðis, hvat Fogh kundi
havt gjørt fyri at vart danskt
vinnulív, men hann er samdur
við forsætisráðharran, tá
tað kemur til hansara støðu
festi í verjuni av talu- og
skrivifrælsinum, sum Óli vís
ir á er sera týdningarmikið
fyri okkara fólkaræðið.
Óli minnir á danska orðið
”ytringsfrihed”, sum hann
heldur inniheldur meira enn
føroysku hugtøkini talu- og
skrivifrælsi, tí danska orðið
at ”ytre” kann jú merkja
meira enn bara at tosa og
skriva. Tað kann jú eisini
merkja at tekna.
Ofta verður sagt, at tekn
arar kunnu fara nógv longur
og taka ymist upp, sum
onnur høvdu verið stevnd
fyri, um tað varð skrivað í
orðum.
Ttil hetta sigur Óli P, at
tú hevur aðrar møguleikar,
tá tú teknar, men hann met
ir tað vera ótrúliga týdn
ingarmikið, at vit í okkara
mentan verja rættin at ”ytra”
tað vit vilja.
– Hetta er ógvuliga prin
sipielt, tí hetta ræður eisini
um at flyta mørk, sigur Óli
P, ið undirstrikar týdningin
av, at bond ikki verða løgd
á samfelagskjakið í orðum,
tekningum,
álvara
og
satiru.
Óli P kann ikki bara sær
at nevna, at í Saudiarabia,
sum hevur verið ein av
høvuðsatfinnarunum hjá
Danmark fyri at hava givið
loyvi til tekningarnar í
Jyllands-Posten, er loyvt
at kappa limir av fólki, um
hesi hava brotið ta sharia-
merktu lógina í landinum.
Og hetta er tíbetur nakað,
sum liggur rættiliga fjart
frá okkara siðvenju. Hann
metir tí heldur ikki, at hetta
er nakað sum kundi hent í
Føroyum.
– Vit kunnu vera rættiliga
erkvisin, viðgongur Óli P,
men staðfestir, at deyðshótt
anir ikki eru gerandiskostur
á okkara leiðum.
Javnaðarflokkurin
vinglað
Tað er tó ikki øll, sum eru
samd við Fogh um, at tað
er rætt av honum ikki at
vilja kjakast við ymsar mus
limskar sendiharrar um hetta
málið. M.a. hevur danski jura
professarin, Eva Smith, sagt,
at tað ikki kann bólkast sum
talufrælsi at spilla hvønn
annan úr, og harafturat
hevur andstøðan við danska
javnaðarflokkinum á odda
funnist at Fogh.
Sjálvur metir Óli P, at her
hava sosialdemokratarnir
klárað seg ómetaliga illa,
og hevur ein illgruna um, at
teir royna at markera seg í
mun til Dansk Folkeparti í
hesum spurningi. Harafturat
spyr Óli P, hvat tað er at
spilla hvønn annan út, og
sigur seg ikki vera samdan
við Evu Smith.
Hann nevnir allar tær
mongu ferðirnar, Jesus hevur
verið avmyndaður í tekn
ingum, og sjálvur minnist
hann seg eisini hava teknað
Várharra, tá fýra mans í
Sosialinum
vísindaliga
royndu at finna próvgrundir
fyri grundarlagnum undir
Kristindóminum.
Eisini kann danski lista
maðurin Jens Jørgen Thor
sen, sáli, vera nevndur í
hesum sambandi. Hann
bíðaði í nógv ár eftir at
fáa almennan stuðul til ein
heldur morreyðan film um
Jesus, ið fekk nógva umtalu,
áðrenn hann varð gjørdur.
Hinvegin fekk hann so nógv
vánalig ummæli eftir frum
framførsluna, at tað neyvan
munnu vera nógv, sum
minnast hann í dag. Men
tað var eingin, sum hótti
hann eftir lívinum, eins og
t.d. Salman Rushdie varð
hóttur eftir bókina, ”The
Satanic Verses”. Rushdie
var ein tann fyrsti, sum varð
hóttur eftir lívinum í vestur
heiminum eftir at hava gjørt
listaverk, sum ikki hóvaði
islamistum. Eftir hetta er
m.a. ein niðurlendskur films
leikstjóri, Theo van Gogh,
dripin, av tí hann gjørdi ein
film, sum varð mettur at
niðra Islam.
Argumentini
skulu telja
Óli P metir, at hóast
donsku blaðteknararnir ikki
alment vísa beinleiðis ótta
í hesum døgum, so manb
tað ikki vera heilt frítt, at
teir munnu vera eitt sindur
bangnir. Hann metir tað tó
vera stuttligt, at teir nú eru
farnir at krevja pening fyri
tekningarnar, sum í hvørjum
hava verið prentaðar í nógv
um fjølmiðlum.
Óli P metir tað vera
ómetaliga týdningarmikið í
okkara mentan, at vit verja
rættin at úttrykkja okkum
uttan forðingar. Í sama við
fangi nevnir hann danska
vinnulívsmannin Asger
Aamund, sum víst á ein
film, ið danir høvdu valt at
banna, men sum hevði verið
vístur í BBC og fronskum
sjónvarpi. Av tí sama hevði
Aamund ein illgruna um,
at danir tí danir tí vóru eitt
sindur lættari at leypa á, enn
um teir høvdu verið eins
liberalir og franskmenn og
onglendingar. Óli P metir
tað tí vera týdningarmikið
at lata tey góðu argumentini
ráða, og vísir á hendingina
herfyri á Vestara áarbakka,
har Dannebrog varð brent.
– Tá tú eingi argument
hevur, kanst brenna fløgg,
sigur Óli P.
Spurdur, um Óli P, sjálvur
hevði torað at teknað eina
tekning av Muhammed, sigur
teknarin eftir at hava hugsað
seg um eina løtu, at har vil
hann vera erligur, og sigur
við einum farra av skemti,
at tað hevði hann nokk ikki,
hóast sannlíkindini eru lítil
fyri, at nakar hevði sæð
hetta í okkara pressu, ella
at nakar hevði tímað at lagt
eftir einum gomlum sum
honum.
Aftur til Katar
Føroyingurin Jóannes Kjøl
bro, sum m.a. er kendur fyri
skaldsøguna ”Meðan sólin
í eystri roðar”, arbeiðir í
Katar. Hann hevur verið
heima í Føroyum eina góða
viku og hildið frí, og tí sigur
hann seg ikki hava hoyrt
nakað um málið har niðri.
Hóast einir fýra mánaðir eru
gingnir síðani tekningarnar
vórðu prentaðar, er tað ikki
fyrr enn í seinastu viku, at
málið rættiliga varð tikið
upp í fjølmiðlum í miðeystri,
og tí kennir Jóannes Kjølbro
einki til málið haðani.
Hann sigur seg tó ætla
avstað aftur til Katar. Jó
annes starvast hjá Maersk,
og fyritøkan metir allatíð
ina um støðuna saman við
umboðum frá danska uttan
ríkismálaráðnum.
Jóannes Kjølbro greiðis
frá, at hóast moskur o.a. eru
sjónligar í gerandisdegnum
í landinum, so eru bert 20
% av íbúgvunum fødd í
Katar. Restin er innflutt
arbeiðsmegi. Sostatt er talan
um eitt sekulariserað land,
har tú m.a. kanst keypa vín
o.l. í handlunum.
Tann 30. september í fjør prentaði Jyllands-Posten 12
satiriskar tekningar av profetinum Muhammed. Áðrenn
hetta høvdu danskir fjølmiðlar skrivað um, at ein teknari
hevði latið tekningar av Muhammed til eina barnabók,
men hesin ynskti at vera dulnevndur av ótta fyri
avleiðingunum. Vanliga verður Islam tulkað soleiðis, at tað
ikki er loyvt at avmynda Muhammed, av tí at hetta verður
fatað sum at herma eftir Skaparunum.
Jyllands-Posten spurdi 40 teknarar, um hesir vildu vera
við til at tekna Muhammed. 12 av teimum 40 limunum í
felagnum Danske Bladtegnere játtaðu hesum.
Nakrar dagar seinni ringdi ein ungur maður og
hótti teknararnar eftir lívinum. Tann 8. oktober kravdi
Muslimska trúarsamfelagið í Danmark, at Jyllands-Posten
kom við eini almennari umbering.
Eftir at kjakið rættiliga var kyknað, staðfesti doktarin
í løgfrøði, Vagn Greve, at Jyllands-Posten ikki hevði
brotið blasfemigreinina í revsilógini. Eftir hetta vórðu
tekningarnar viðgjørdar í arabisku sjónvarpsrásini Al-
Jazeera, og 12 oktober klagaðu muslimskir 11 sendiharrar
til Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, og bóðu
um ein fund við hann. Tveir dagar seinni gingu 3000 fólk
mótmælisgongu í Keypmannahavn.
Fogh svaraði sendiharrunum skrivliga, men noktaði at
hitta teir á fundi, hóast bæði andstøðan í Fólkatinginum
og undangongumaður hansara í Vinstra, Uffe Elleman-
Jensen, funnust at hesi avgerðini.
Í desember var málið á dagsskránni, tá 57 muslimsk
lond hittust á islamsku heimsráðstevnuni, OIC.
Samstundis velur hánevndarlimurin hjá ST, sum umsitur
mannarættindi, at at fara inn í málið, eftir at OIC hevur
klagað Fogh fyri ikki at hava gjørt nakað við málið.
Síðani er búskaparligt trýst lagt á danskt vinnulív, og
Hans Skov Christensen, stjóri í Dansk Industri, hevur biðið
Jyllands-Posten um eina frágreiðing.
FAKTA
Vit mugu verja
talufrælsið
Vit eiga at lurta eftir argumentum og ikki eftir teimum, sum brenna fløgg.
Spurningurin um talu- og skrivifrælsi er sera prinsipiellur, sigur føroyski
blaðteknarin Óli P