mánadagur 30. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 21 - 30. januar 2006
Býráðslimir í Vági,
sum eru ímóti upp
skotinum at byggja
ellisheim í Vági,
siga, at tað er ikki
fíggjarliga forsvarligt.
Meirilutin sigur,
at sambýlið kostar
kommununi líka
nógv, sum ellisheimið,
men ellisheimið gevur
nógv meir
Eldrarøkt
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Við teirri fíggjarligu
orku, sum er í syðru helvt
Tað er nú greitt, at
nakrar kommunur í
Suðuroy fara at søkja
landsstýrið um stuðul
til at byggja ellis- og
røktarheim í Vági
Eldrarøkt
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eisini suðuroyingar fara at
søkja landsstýrið um stuðul
til at byggja ellis- og røkt
arheim í Vági.
Tað er greitt eftir býráðs
fund í Vági fríggjakvøldið.
Vágs Býráð varð kallað
saman til eykabýráðsfund
fríggjakvøldið at viðgera
spurningin um Vágs Komm
una skuldi søkja landsstýrið
um stuðul at byggja ellis- og
røktarheim í Vági saman við
Sumbiar- Porkeris- og Hovs
kommunu.
Tað, sum upprunaliga lá
í kortunum, var royna at
fáa allar kommunurnar at
vera saman um eitt ellis- og
røktarheim í Vági, men tað
er Tvøroyrar Kommuna ikki
sinnað til- ikki fyribils í øllum
førum. Samstundis er støðan
hjá Hvalbiar bygdaráðið
tann, at teirra kommuna er
bara við í eini slíkari ætlan,
um allar kommunurnar eru
við. Heldur ikki fámjinginar
hava givið tilsøgn um at vera
við í eini ætlan um ellis- og
røktarheim í Vági.
Sostatt datt ætlaða felags-
verkætlanin niðurfyri, men
síðani hava tær fýra komm
unurnar í syðru helvt kannað
møguleikar at byggja eitt
ellis-og røktarheim sjálvi og
eftir fund við landsstýrið er
eisini greitt, at landsstýrið er
sinnað at ganga eini umsókn
frá suðuroyingum á møti,
hóast allar kommunurnar
ikki eru við.
Tær fýra kommunurnar,
sum eru sinnaðar at byggja
ellis-og røktrheim í Vági,
eru Sumbiar- Vágs-Porkeris-
og Sumbiar Kommuna og
sostatt er Suðuroyggin farin
í tvey í hesum máli.
Og á býráðsfundi í Vági
fríggjakvøldið,
skuldi
Býráðið taka støðu til um
Vágs kommuna varð sinnað
at vera við í eini slíkari
ætlan.
Freistin at søkja um stuðul
úr landsstýrinum til Ellis- og
røktarheim, er úti í morgin
og tí hevði málið skund.
Og tað endaði eisini við,
at ein meiriluti av býráðnum
atkvøddu fyri uppskotinum
og sostatt fær landsstýrið
eisini eina umsókn úr Suð
uroy at byggja ellis- og røkt
arheim í Vági.
Fimm býráðslimir at
kvøddu fyri. Teir vóru tey
bæði javnaðarumboðini,
Kirstin strøm Bech, borg
arstjóri og Eyðfinn Mørk.
Fyri
atkvøddu
eisini
bæði umboðini hjá utt
anflokkalistanum,
Poul
Augustinussen og Sølvi
Andreasen og sambandsmað
urin, Svenning Borg.
Ímóti atkvøddu teir tríggir
tjóðveldismenninir, Hans
Joensen, Jógvan Krosslá
og Dánjal Bjarkhamar, og
sambandskonan, Ásgerð
Stenberg.
Nú er loksins greitt,
hvussu lyftið hjá
samgonguni skal
tulkast um serliga
lagaliga fígging til
kommunurnar í
Suðuroy ellis- og
røktarheim í Vági
Eldrarøkt
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fara suðuroyingar at byggja
ellis- og røktarheim í Vági,
fara teir at fáa eitt serliga
lagaligt tilboð um fígging
av einum slíkum heimi.
Samgongan hevur ásann
að, at Suðuroy er í eini ser
støðu og hevur tí lovað suð
uroyingum serliga lagaliga
fígging, fara teir undir at
byggja ellis- og røktarheim
í Vági.
Umframt at nøkta tørvin
á eldrarøkt, hevði eitt slíkt
heim eisini skapt nógv arbeiði
og tað er ein orsøk til, at
samgongan er sinnað at gera
eina serliga fíggingarskipan
fyri Suðuroynna.
Síðani hava suðuroyingar
saknað, at landsstýrið setti
nágreinilig tøl, á hvat tað
hugsaði um, tá ið tosað varð
um lagaliga fígging.
Men á býráðsfundi í Vági
í fríggjakvøldið, hevði borg
arstjórin eitt ítøkilig tilboð
frá landsstýrismanninum
í fíggjarmálum við í skjátt
uni.
Bárður Nielsen sigur,
at landsstýrið er sinnað
at standa við tilboðið um
serliga lagaliga fígging til
eitt ellis- og røktatrheim í
Vági, hóast tað nú bara eru
tær fýra kommunurnar í
syðru helvt, Vágur, Sumba,
Porkeri og Hov, sum eru við
í ætlanini.
Um hinar so koma við
seinni, fer so at vísa seg,
men hurðin stendur opin, so
tær kunnu koma uppí, vilja
tær tað.
Í sambandi við ellis- og
røktarheim í Vági, hevur
landsstýrið sostatt bjóðað
kommununum í Suðuroy at
landið skal fíggja alla bygg
ingina í byggitíðini.
Ikki fyrrenn heimið er
liðugt og fer at skapa inntøku,
skulu kommunurnar byrja at
betala sín part av fíggingini
til landið.
Í hesum sambandi hevur
landið bjóða kommununum
eitt rentufrítt lán, sum skal
betalast aftur eftir 10 árum,
frá tí at heimið stendur lið
ugt.
Samstundis skal grund
stykkið og byggibúning
in roknast upp í byggi
kostnaðin.
22 milliónir til
kommunurnar
Kirstin Strøm Bech, borgar
stjóri, segði á býráðsfundi
num í Vági fríggjakvøldið,
at eitt heim til 32 búfólk
kostar góðar 38 milliónir,
kanska eitt sindur minni.
Av hesum betalir landið
500.000 fyri hørt búfólk,
ella 16 milliónir tilsamans.
Eftir eru sostatt góðar 22
milliónir, sum kommunurnar
í syðru helvt sjálvar skulu
fíggja.
Borgarstjórin í Vági sigur,
at eftir fólkatalinum í Vágs
Kommunu, verður tað 14
milliónir, sum vágbingar
skulu betala, sumbingar
skulu fíggja 4 milliónir,
Porkenningar skulu fíggja
3,5 milliónir og hovbingar
1,3 millión.
Fyri Vág merkir hetta, at
kommunan skal betala 1,4
millión um árið, um so er,
at onki verður sett av fyrrenn
heimið er liðugt og tað er
ætlandi í 2009.
Men byrjar kommunan at
seta pening av beinanvegin,
skal ein millión setast av um
árið.
Hon legði afturat, at roynd
irnar av heiminum í Sunda
lagnum vísti, at tað kostaði
nakað minni enn 1,2 millión
fyri hvørt búfólk, sum heimið
er mett at kosta. Heimið í
Sundalagnum kostaði 1,1
millión fyri hvørt búfólk, og
tá var alt púra liðugt, bæði
uttan og innan.
Verður hetta prísurin, fer
eitt heim í Vági at kosta
góðar 35 milliónir og
sostatt verður parturin hjá
kommununum eisini nakað
minni.
Tjóðveldisflokkurin í
Vágs tvíhelt um, at tað
var lógarbrot, at Vágs
Býráð fríggjakvøldið
samtykti at søkja
um stuðul úr lands
kassanum til at byggja
ellis- og røktarheim
í Vági. Nei, sigur
borgarstjórin
Eldrarøkt
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er brot á lógina, at
Vágs Býráð fríggjakvøldið
samtykti at søkja landið um
stuðul at byggja ellis- og
røktareheim í Vági, saman
við kommununum í syðru
helvt í Suðuroy.
Tað hildu tveir av tjóðveld
ismonnunum í Vágs Býráði
Jógvan Krosslá og Dánjal
Bjarkhamar, fast um.
Teir báðir vísti eisini á,
at borgarstjórin hevði áður
fingið heimild fra býráðnum
at tingast um at byggja ellis-
Fara at søkja
um stuðul
til røktar
heim í Vági
Kommunurnar í
syðru helvt í Suðuroy
fara nú at søkja
landsstýrið um stuðul
til at byggja heim
til eldri í Vági til 32
búfólk. Tað fer at
skapa 62 arbeiðspláss,
segði borgarstjórin
á býráðsfundi í Vági
fríggjakvøldið
Fáa rentufrítt lán til røktarheim í Vági
Ikki ráð at
Lógarbro
Skapar y
Fitt av fólki var komið á býráðsfund í Vági fríggjakvøldið at lurta. Tey fingu at hoyra, at
landsstýrið hevur bjóðað kommununum í syðru helvt rentufrítt lán í 10 ár at byggja ellis- og
røktarheim fyri í Vági
Hugsunnarsamir býráðslimir í Vági á fundi fríggjakvøldið, har stórar avgerðir vórðu tiknar. Frá
vinstru eru tað Poul Augustinussen, Sølvi Andreasen og Sennin Borg, sum allir taka undir við at
byggja ellis- og røktarheim í Vági og Ásgerð Stenberg, sum atkvøddi ímóti