Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 30. januar 2006 9 Eldrarøkt Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eitt nýtt røktarheim í Vági fer at skapa trygg, almenn arbeiðspláss, sum vit hava harðliga brúk fyri. Tað var ein grundgeving hjá borgarstjóranum, Kirstin, Strøm Bech á býráðsfundi í Vági fríggjakvøldið, tá ið hon heitti á býráðið um at samtykkja eittuppskot um at Vágs Kommuna skuldi søkja landsstýrið um stuðul til at byggja ellis- og røktarheim í Vági saman við sumbingum, porkenningum og hovbingum. Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, varð uppskotið samtykt. Kirstin Strøm Bech segði, at tað, sum lá í kortinum, var at søkja um stuðul til eitt heim við 32 plássum. Talan skuldi bæði vera um eitt ellis- og røktarheim og um eitt heim til minnisveik. Men talan skuldi eisini vera um pláss til umlætting. – Á einum slíkum heimi eru eini 39 fulltíðar arbeiðs­ pláss, men av tí, at nógv ar­beiða niðursetta tíð á hes­ um øki, verður mett, at talan verður um eini 62 starvsfólk á einum slíkum heimi. Hon vísti eisini á, at tað var harðliga brúk fyri ar­beiðsplássum til konufólk í Suðuroy. Í uppskotinum, sum bý­­ráð­ ið samtykti fríggja­kvøld­ið, liggur eisini, at møgu­leikin skal standa opin fyri at Tvøroyri, Hvalba og Fámj­­ in kundi koma upp í verk­ ætlanina seinni. Hon duldi ikki fyri, at hetta var eitt hjartamál hjá henni, tí hon helt, at tað hevði stóran týdning at skipa so fyri, at tey eldru kundi verða verandi í nærumhvørvinum. Eggja kvinnum at fara í skúla Hans Joensen, býráðslimur, sum var ímóti ætlanini, metti, at tað fór at vera tor­ ført at fáa starvsfólk til øll hesi arbeiðsplássini. Í hesum sambandi varð víst á, at heilsuskúlin byrjar í ár at taka næmingar upp til tað víðkaðu útbygvingina og borgarstjórin helt ikki, at tey kundu lata vera við at byggja, bara tí at tey ikki væntaðu at fáa starvsfólk. Tvørturímóti metti hon, at júst hetta fór at eggja nógvum kvinnum at fara á heilsuskúlan. Hon vísti eisini á, at ein kanning vísir, at tørvur er á 33 búplássum til eldri í Suðuroy og at fólkasamasetingin er so, at hesin tørvur fer bara at veksa. Stýrið í SEV staðfesti fríggjadagin setanina av fyribils leiðara og raktrarleiðara í SEV. Ongin stýrislimur mælti ímóti, sigur Kim Durhuus SEV-ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo SEV stýrið hevur nú enda­ liga staðfest, at John P. Danielsen skal vera fyribils stjóri í SEV og at Jón Niel­sen skal vera fyribils rakstrarleiðari. Tað gjørdi SEV stýrið á fundi fríggjamorgunin. Nýggjur stjóri er settur í SEV fyribils eftir at meiri­lutin í stýrinum bað Klæmint Weihe, stjóra fara til hús, samstundis sum hann fekk ætlanarskriv um at verða sagdur úr starvi. Men stýrið skuldi enda­ liga góðkenna fyri­bils­ starvs­setanirnar og tað gjørdi stýrið fríggjadagin. Herfyri gjørdi meirilutin í stýrinum av at Leivur Hansen skuldi fara frá sum stýrisformaður og ístaðin varð Kim Durhuus valdur til stýrisformann. Og tað var Kom Durhuus, sum sat við borðendan á fundinum fríggjadagin. Hann sigur, at stýrisfund­ urin í dag var rættiliga frið­ arligur. – Tað gekk fínt, sigur hann. Spurdur um stýrið varð samt um at góðkenna starvs­setanirnar, svarar hann soleiðis: – Tað var so ongin, ið atkvøddi ímóti. Annars metir Leivur Han­ sen seg enn at vera stýr­is­ formann. Hann hevur kært avgerðina um at koyra hann frá fyri umboðsnevndini og fyrrrenn hon hevur talað, kann stýrið ikki umskipast, sigur hann. byggja ellis- og røktarheim í Vági t í Vágs Býráð Kirstin Strøm Bech, borgar­ stjóri í Vági, duldi ikki fyri, at ellis- og røktrheimið í Vàgi er eitt hjartalmál hjá henni, bæði fyri at bøta um eldrarøktina og sum arbeiðs­ skapandi tiltak, serliga til konufólk yvir 60 arbeiðspláss í Vági og røktarheim í Vági. Men tað skuldi vera eitt felags ell­ isheim fyri allar oynna, har allar kommunurnar skuldu vera við. Hon hevur sostatt ikki fingið heimild at fara undir eina slíka ætlan saman við nøkrum fáum komm­ unum. Dánjal Bjarkhamar førdi fram, at eftir komm­unu­skip­ anini kundi býráðið ikki sam­tykkja eitt mál, fyrrenn avvaraðndi býráðsnevndir høvdu viðgjørt tað fyrst og høvdu gjørt síni til tilmæli til býráðið. Eisini Jógvan Krosslá førdi fram, at Vágs Kommuna er ein nevndarstýrd kommuna, sum sigur, at øll mál skulu fyri í nevnd, áðrenn tey kunnu verða løgd fyri bý­ráð­ ið til støðutakan Tað er ikki gjørt í hesum føri og tí er viðgerðin ólóglig, helt hann fast um. Tí skeyt hann upp, at mál­ið verður beint aftur í nevnd til viðgerðar, áðrenn býráðið tekur støðu. Hann mælti eisini til, at í hesum sambandi skuldi málið kann­ ast. Eitt nú skuldi byggi- og rakstrarkostnaður kannast og ikki minst skulu útreiðslurnar til eitt ellisheim samanberast við útreiðslurnar til at byggja upp í sambýlið. Í hesum sambandi sip­ aði hann til, at býráðið fyri tveimum árum síðani sam­ tykti at søkja landið um stuð­ul til at byggja sambýlið út, so at pláss verður fyri 10 fólkum afturat. Hann mælti tí til, at kostnaðurin at byggja ellis- og røktarheim, verður samanborin við kostnaðin at byggja sambýlið út. Serligan týdning Borgarstjórin svaraði aftur, at freistin at søkja um stuð­ ul úr landkassanum til at byggja ellis- og røktrheim, úti í morgin. Og er talan um mál, sum hava serligan týdning, hevur hon heimild at leggja tey fyri býráðið og at fáa tey viðgjørd. Tað metti hon at hetta mál­ið hevði, tí málið hevur skund fyri at kunna halda umsóknarfreistina. Hon vísti eisini á, at nevnd­ irnar hjá býráðnum koma upp í arbeiðið seinni, tá ið ætlanin skal nágreinast. í Suðuroy, er ikki fíggjarligt grundarlag fyri at byggja eitt ellis- og røktarheim í Vági til 32 fólk. Tað førdi Jógvan Kross­lá, býráðslimur, fram á bý­ráðs­ fundi í Vági fríggja­kvøldið. Hann vísti í hesum sam­ bandi á, at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar um fá ár. Hann vísti somuleiðis á, at býráðið hevur áður søkt um stuðul til at byggja sambýlið út, so at pláss verður fyri 10 fólkum afturat. Hann segði, at hetta er ein nógv bíligari og betri loysn, samstundis sum hann vísti á, at vit hava longu eitt heim til røktarsjúklingar í Suðuroy og at tað eru óráð at hava tvey stór røktarheim. Stúrt varð eisini fyri, at eitt ellisheim fer at gera tað neyðugt at hækka skatta­pro­ sentið minst eitt pro­sent. Kirstin Strøm Bech vísti á, at fyri kommununa er lítil munur á at byggja eitt røktarheim til 32 fólk og at byggja sambýlið út til 10 fólk. – Landið letur 500.000 krón­ur í stuðuli til hvørt røktar­heimspláss, men bara 50.000 krónur til hvørt pláss á sambýli. Tað kostar 10 milliónir at byggja sambýlið út til 10 fólk afturat. Tað merkir, at kommunan skal sjálv fíggja 9,5 milliónir. Harafturat kostar sambýlið kommununi eina millión um árið í rakstri. Byggja vit ellis- og røktar­ heim til 32 fólk, verður parturin hjá Vágs Kommunu 14 milliónir, men kommunan betalir onki av rakstrinum. Og avdráttirnir verða eina góða millión um árið, so alt í alt er lítil munur á. Hon vísti eisini á, at alt ávirkar skattaprosentið, men eitt ellisheim skuldi eisini givið kommununi fleiri inn­ tøkur. Svenning Borg vísti á, at tilboðið frá landsstýrinum var sera gott og at eitt slíkt ellis og røktarheim hevði verið fyrsta, stóra, almenna arbeiðspláss í Vági og tí er talan um eitt rættiligt fram­ brot. Og her er talan um trygg arbeiðspláss, sum ikki eru tengd at veðri,  streymi og fiskaloysi. Sølvi Andreasen vísti á, at landsstýrismaðurin í al­­ manna-og heilsumálum hev­ ur gjørt greitt, at eldraøkið verður í øllum førum ikki lagt út til kommunurnar at umsita so leingi tað er so ójavnt við tilboðum til eldri kring landið. Og í øllum førum verður eldraøkið ikki lagt undir komm­unurnar í hesum val­ skeiðnum. Stjóri og leiðari staðfestir Frá vinstru Leivur Hansen, Suni í Hjøllum og Kim Durhuus á stýrisfundi fríggjadagin, at tað varð staðfest, at fyribils leiðsla er sett í SEV – Minnlutin í Vágs Býráð gjørdi hvat hann kundi fyri at fáa býráðslimir at atkvøða ímóti at byggja ætlaða ellis- og røktarheimið í Vági. Høgrumegin frá sita Hans Joensen, Jógvan Krosslá og Dánhal Bjarkhamar. Fjórðu býráðslimurin er Eyðfinn Mørk, sum tekur undir við ætlanini og við rygginum til, Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri