Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 21 - 30. januar 2006 Tey tvey seinastu árini hava vit sæð eina nettofráflyring úr Føroyum. Ein orsøk er sjálvandi at fólk fáa sær eina útbúgving uttanlands, og er hetta gott, men trupul­leikin er, at fleiri av hesum ikki koma aftur til landið. Hví er tað so. Tað hevur verið tosað um, at privata vinnulívið ikki brúkar vælútbúgvið fólk i tann mun, tað burdi. Hetta er helst rætt, men kann ein trupulleiki ikki eisini liggja hjá tí almenna? Vit hava seinastu árini sæð eina sera stóra ekspansión av tí almennu umsitingini, og fer ein stórur partur av øllum utgoldnum lønum til almenna umsiting í dag. Hetta er ikki gott, og ikki kann sigast at henda samgongan er nógv frægari enn tann undanfarna at bøta um henda trupulleikan. Tá man hevur eina almenna umsiting sum stendur fyri einum stórum parti av útgoldnum lønum, so noyðist man at hava eitt sera høgt skattatrýst. Eitt høgt skattatrýst er vert at gjalda, fyri at hava eina skipan, har tey gomlu, sjúku og veiku í samfelagnum fáa tað, tey skulu hava á ein virðiligan hátt. Eisini hava vit sum oyggjaland eitt høgt skattatrýst til at fíggja tað undirstøðukervi, vit noyðast at hava. Ella soleiðis plagdi tað at verða. Trupulleikin seinastu árini hevur verið, at tænastu­støðið er minkað, samstundis sum umsitingin av hes­um minkandi tænastunum er vaksin. Eitt dømi er, at heimahjálpin, sum hevur fungerað fínt í 20 ár, hevur verið spard. Eitt annað dømi eru bíðilistarnir á sjúkrahúsinum og tað, at deildir á landsjúkrahúsinum verða stongdar um sumrarnar. Hesi tiltøk vóru sett í verk í kreppuni, men vit eru ongantíð komin upp aftur á tað støðið, sum vit vóru áðrenn kreppuna, hóast umsitingin av hesum øki er vaksin sera nógv. Hetta merkir, at vit brúka meir uppá at umsita minni. Tá vit tosa um visión 2015, so eiga vit at sleppa vana­ hugsanini, hvussu tað almenna skal skipast. Hvussu nógv kostar okkara almanna og heilsuumsiting per krónu, ið veðrru brúkt í beinleiðis røkt? Hvussu er gongdin? Hvussu nógv kostar okkara skattaumsiting per krónu, ið verður kravd inn? Hvussu er gongdin? Er samsvar millum skattatrýst og tær tænastur vanligi føroyingurin fær. Hvussu nógv almenn eftirlit skulu stovnast og hví? Tey klóku høvdini, ið eru nýútbúgvin og sum kanska ikki koma heimaftur í dag, eiga at fáa góðar møguleikar at stovn­­seta egið virksemi í Føroyum. Eisini má tað gerast lættari at bugva í Føroyum og arbeiða uttanlands. Hvar hevði Føroyar verið í dag fíggjarliga, um vit ikki høvdu allar DIS’arnar, sum sigla úti og hava familjur og ikki minst forbrúk í Føroyum? Visión 2015 krevur, at vit fáa heimsins mest effektiva almenna sek­tor, har mest møguligur peningur til alment virksemi verður kanaliseraður so nær borgarnum sum møguligt, og har umsitingarkostnaðurin hjá tí almenna per krónu brúkt uppá alment virksemi minkar ár eftir ár. Hetta krevur tó, at slík tøl verða uppgjørd og almannakunngjørd. Hetta krevur eisini, at vit seta tey klóku høvdini at endurumhugsa tað almenna við einum ynski um so bíliga og lítla umsiting sum møguligt í samsvar við tær borgaratænastur, sum veljarin ynskir við einum so stuttum og greiðum lógarverki sum møguligt.. DAGSINS MEINING Sosialurin VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. – Vit mugu heldur byggja barnagarðar til øll tey, ið flyta til Klaksvíkar at arbeiða, so tey fáa børnini ansaði – sigur meirilutin. Hvar skulu tey arbeiða, tá ongir karmar verða skaptir?? Allar kanningar vísa, at familjur flyta ikki til býir, har bert arbeiði er til mannin. Fyri mær gevur tað onga meining at brúka pening at fáa fólk at flyta til Klaksvíkar, um tað skal ganga útyvir okkara egnu borgarar, skrivar Eyðgunn Samuel­ sen Hvørjum skulu vit liva av, var umrøtt á fundi í vik­uni fyriskipaður av Vinnu­lívs­ ráðnum. Vit hoyra dag og dagliga, at vit liva í eini broytingartíð av minst tveimum orsøkum: At fasta sambandi verður verðuleiki um stutta tíð, og at kappingin um fiskin bert økist. Veruleikin er longu nú, at stórur partur av fiski fer óvirkaður av landinum, og ringt er hjá flakavirkjunum at keypa fisk til virkingar. Hvat hevur hetta við Klaks­víkar kommunu at gera? Og hvat hevur hetta við uppskotið hjá okkum um at byggja røktarheim at gera kann ein spyrja? Jú tað hevur nógv við hetta at gera! Býráðið og teir politik­ar­ ar, ið har sita hava til upp­ gávu at síggja frameftir og skapa karmar, so fiski­vinnu­ høvuðstaðurin Klaksvík verð­ur brynjaður at møta teim avbjóðingum, ið eru veruleikin í dag, og sum bert fara at økjast komandi árini. At skapa karmar fyri eitt nú vinnuna, hvat hevur tað við røktarheim at gera? Vinnulívsmaðurin og ráð­ gevin úr Danmark greiddi frá, hvat var gjørt í Hern­ ing, tá teir mistu 6.500 ófak­lærd arbeiðspláss til Eystureuropa. Har fóru tey saman til verka, kommunan, útbúgvingarstovnar og vinn­ an løgdu í felag eina ætlan, ið hevði við sær, at teir eftir 10 ár høvdu fingið 6.000 fólk í arbeiði aftur, og legg til merkis, í betri lønt størv millum annað innan eldraøkið. Hetta kann ikki saman­ ber­ast við Klaksvík, sigur onk­ur. Spurningurin er, hvat gera vit fyri at skapa karmar í Klaksvík, ikki um, men tá arbeiðsplássini innan fiskiídnaðin minnka? Bert JFK hevur hóast alt 450 fólk í arbeiði tilsamans. Fyrireika vit framtíðina? Skapa vit karmar? Ikki beint nú sigur meirilutin. Vit hava ikki ráð!!! Hava vit ikki ráð til at skapa áleið 40 nýggj ar­beiðs­ pláss, tá ið vit fáa 15 mió frá landinum til at byggja fyri, minst 3 mió aftur í MVG, og allur raksturin verður goldin av landinum – eini 10-15 mió? Og ikki at gloyma skatt­­in av hesum lønum, ið fer í okkara kommunukassa. Hvat er tað fyri kor, vit í 2006 vilja bjóða okkara eldru borgarum – sømir tað seg fyri eina Klaksvíkar kommunu ikki at vilja nøkta tørvin hjá okkara eldru borg­ arum?? Klaksvíkar kommuna var undangongukommuna, tá ið eldraíbúðirnar og Sambýli undir Heygnum var bygt. At byggja røktarheim und­ir Kráarbrekku og gera kjall­ arin undir sambýlinum til eitt virkissentur fyri eldri við ergo- og fysioterapi, so sum vit skjóta upp, vildi víst øllum Føroya fólki, at Klaksvíkin framvegis gong­ ur undan. Fígging ikki ein trupulleiki Vit hava fleiri møguleikar at finna fígging til eitt røkt­ arheim. Býráðið hevur áður sam­ tykt at læna pening til »ser­ stakar« verkætlannir so sum handilsmiðstøð, ringveg, ítrott og mentannarhús!! Hvat við teimum eldru, ið eftir eitt langt arbeiðslív hava røkt fyri neyðini, kann tað at útvega teimum eitt røktarheims- pláss ikki kallast ein »serlig« verk­ ætlan?? Býráðið hevði ráð til at yvirtaka barnaverndina uttan at hækka skattaprosentið við økta kostnaðinum. At framt hesa skattahækking kundi verið ein háttur at fíggja røktarheim við, so gekk tað ikki út yvir aðrar íløgur. Ein triði møguleiki var eitt samstarv við hinar komm­ unnar í Norðoyggjum um hetta. Samanumtikið er fígging­ in ikki trupulleikin, men vilj­ in at nøkta tørvin. Aðrar raðfestingar Vit mugu heldur byggja barnagarðar til øll tey, ið flyta til Klaksvíkar at arbeiða, so tey fáa børnini ansaði – sigur meirilutin. Hvar skulu tey arbeiða, tá ongir karmar verða skaptir?? Allar kanningar vísa, at familjur flyta ikki til býir, har bert arbeiði er til mannin. Fyri mær gevur tað onga meining at brúka pening at fáa fólk at flyta til Klaksvíkar, um tað skal ganga útyvir okkara egnu borgarar. Ein onnur grundgeving, ella rættari umbering hjá meiri­lutanum fyri ikki at søkja stuðul er, at hvørki Føroya Landsstýri ella nakar annar skal avgera, nær vit byggja røktarheim. Álvaratos, nær er Klaksvíkar kommuna vorð­in undirbrotlig, at hon boyggir seg fyri tílíkum?? Uppskot frá minni­ lutanum Vísa vit okkum sum »menn«, so gera vit vart við okkum, og søkja um stuð­ul at byggja røktarheim og viðgera treytirnar við lands­stýrismannin. Vit hava fingið váttað, at onki er í vegin fyri, at hesin leist­ur kann verða góðtikin sam­ bært lógini um stuðul til røktarheimsbygging. Okkara uppskot er tí fram­vegis, at vit senda eina um­sókn um stuðul til 32 røktarheimspláss og greiða frá, at ongin møguleiki er at byrja í 2006, at projektering byrjar í seinnu helvt av 2007, og at vit byggja í 2008-09. So vísir Klaksvíkar Býráð í verki, at Klaksvíkar Komm­ una er ein góð kommuna at búgva í eisini hjá eldri borgarum. heima.olivant.fo/~eydgunn/ Umsókn um stuðul til røktarheim – ein spurningur um raðfesting Býráðslimur í Klaksvík Eyðgunn Samuelsen Nettofráflyting og tað almenna