Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 30. januar 2006 11 Alt, sum er sagt higartil frá samgonguni um uttanríkisheimildir og ST-fráboðanir, er vorðið avdúkað sum bluff og uttanumtos. Eg tori at leggja høvdið á blokkin og siga, at henda seinasta útmeldingin frá Fólkaflokkinum, har teir vísa løgmanni misálit, fer skjótt at verða avdúkað sum sami sjónleikur Tað var roknandi við, at Fólkaflokkurin fór at royna onkra panikkloysn, nú tað má standa øllum greitt, at samgongan hevur hildið øll fyri gjøldur í sjálv­stýris­ málum. Men tað gerst alt meira pínligt at eygleiða henda glantrileikin, har ong­ in kann skilja nakað av tí, sum gongur fyri seg. Nú sigur Anfinn Kallsberg seg hava fingið lyfti um frá donsku stjórnini, at nakrar føroyskar viðmerkingar til eina danska lóg skulu send­ ast ST. Tað er í fyrsta lagi eitt dygt misálit á løgmann, sum á nýggjárinum traðkaði fram fyri Føroya fólk og kunngjørdi, at nú var okkurt fantastiskt hent við eini danskari fráboðan, ið varð send ST. Tað sama segði An­finn Kallsberg. Men eftir at Tjóð­veld­is­ flokkurin hevði víst á sína støðu og lagt uppskot fyri Løgtingið um at mótmæla hesum, byrjaði panikkur at koma í. Løgmaður vísti fyrst øllum frá sær, men nú varð knappliga vent í hol­uni hjá Fólkaflokkinum. Nú er tað knappliga um at gera, at fáa nakrar føroyskar við­ merkingar til hesa donsku lóg­ina til ST. Og Anfinn Kalls­berg sigur seg nú hava orðnað tað, sum Løgmaður ikki megnaði. Men hevur nakar kannað, hvat liggur í hesum? Hev­ur nakar spurt danska utt­an­ ríkisráðharran, hvat hann skal hava lovað An­finni? Og hevur nakar kann­að, hvat liggur í hes­um sonevndu føroysku við­merk­ing­un­ um? Fyri Tjóðveldisflokkin er tað greitt, at alt sum higartil er sagt frá samgonguni, er bluff og uttanumtos. Onki av tí, sum higartil er sagt um hetta málið, hevur víst seg at passa. Alt snýr seg eftir øllum at døma um at fáa fullveldismálið av dags­ skránni og at rura fólk í svøvn. Eg tori at leggja høvd­ið á blokkin og siga, at tað fer ikki at ganga long tíð, áðrenn tað kemur fram, at sonevnda lyftið hjá Anfinni frá donsku stjórnini eisini er bluff. Hetta málið snýr seg hvørki um nakrar føroyskar við­merkingar til eina danska lóg ella nakrar aðrar smá­lutir. Hetta málið snýr seg um, at samgongan hevur sam­tykt eina danska og eina føroyska lóg, sum staðfestir, at før­ oyingar hava ongar heim­ ildir í uttanríkismálum, men bert kunnu vera fulltrúar hjá Danmark sum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”. Tjóðveldisflokkurin at­kvøddi ímóti bæði teirri donsku og teirri føroysku lóg­ini. Hetta við teimum før­oysku viðmerkingunum, var bert ein roynd hjá sam­ gonguni at flyta fokusið frá málinum. Uppskotið hjá Tjóð­veld­ is­flokkinum, sum liggur á tingi nú, snýr seg ikki um at senda nakrar føroyskar viðmerkingar til ST. Tað snýr seg um at fráboða, at Føroya fólk hevur ongantíð tikið undir við at lata allar heimildir frá sær til eitt ann­ að land. Tað mest løgna er at eyg­ leiða panikkin og royndirnar at rógva afturáaftur hjá Fólka­flokkinum. Tjóð­veld­ isflokkurin hevur aftur og aftur víst á, hvat gekk fyri seg í hesum málinum, og staðiliga mælt til at koma aftur á beint. Eg kann til upplýs­ing­ ar endurgeva ta al­mennu áheitan, sum Tjóð­veldis­ flokk­urin sendi til løgmann í august mánaða 2005 – altso fyri einum hálvum ári síðani. Hon ljóðaði soleiðis: Vælsignaður løgmaður, frem ikki eina óbótagerð! Útvarpið visti í dag at siga (í august 2005), at løg­ maður ætlaði at fáa donsku stjórnina at frá­boða utt­ anríkispolitisku heim­ild­ar­ lógina til ST Vónandi er talan um eina misskiljing ella eina óumhugsaða útsøgn frá løgmanni. Um løgmaður bið­ ur donsku stjórnina fráboða ST, at vit ikki hava nakran altjóða rætt, men bert kunnu gera altjóða sáttmálar vegna Danmark sum „Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne“ – og bert um dan­ir góðtaka tað og tað ikki stríðir móti donskum áhugamálum – so er talan um eitt uppaftur álvarsligari og vandamiklari afturstig, enn tá løgtingið samtykti hesar donsku lógirnar. Eitt er, at Løgtingið – helst í stórum ósketni – hev­ur samtykt eina danska lóggávu, sum letur allar heim­ildir og allan rætt til danskar myndugleikar at av­gera. Tað er jú vorðið væl og virðiliga staðfest, at ávaringar frá andstøðuni og frá serfrøðingum vístu seg at vera rættar. Eitt ann­að er, um løgmaður uttan nakra fólkaatkvøðu ella demo­ kratiska viðgerð ætlar at lata donsku stjórnina boða ST og altjóða samfelagnum frá, at vit eru gingin undir hesar treytir. Tá er okkara fólkarættarliga støða bein­ leiðis undirgrivin mótvegis altjóða stovnum.  Tað sama er at siga um sonevndu yvirlýsingina, har sjálvsavgerðarrætturin er nevndur. Undir viðgerðini av málinum og uppá beinleiðis fyrispurningar, hevur danska stjórnin jú gjørt greitt, at talan er bert um ein ”innara sjálvsavgerðarrætt” – altso inni í danska ríkinum.  Um hetta verður fráboðað ST, so hevur danska stjórnin fingið bæði í posa og sekk. Posan fekk hon, tá løgtingið samtykti ómegdarlógirnar. Sekkin og kjaftbandið fær hon, um vit góðtaka, at ST fær boð um, at vit bert eru ein landslutur undir donsk­ um rætti. Eitt slíkt stig hevði ver­ ið at farið longur á sam­ bandsleið, enn sjálvt teir eldru sambandsmenninir í føroyskum politikki nakran­ tíð hava góðtikið. Tí vil eg staðiliga ávara ímóti einum slíkum afturstigi. Og eg vil inniliga heita á løgmann um ikki at fremja nakra óbóta­ gerð. Í minsta lagi rokni eg við, at løgmaður leggur hetta fyri løgtingið, áðrenn hann gevur donsku stjórnini honds- og hálsrætt yvir før­ oyskum sjálvræði. Klaksvíkar Býráð hevur seinastu árini arbeitt við undangonguverkætlan innan eldraøkið, har landsstýrið so gott sum ikki hevur verið við Tað kann tykjast løgið fyri klaksvíkingar og norðoyingar at hoyra í fjølmiðlunum, at Klaksvíkar Kommuna ikki sendir umsókn við um­­bøn um stuðul til røktar­heims­ bygging. Føroya Lansstýri hev­ur fulla ábyrgd av eldra­økinum! 19. des. 2005, samtykti Før­oya Løgting eina lóg, fyri at fáa nøkur røkta­r­ heimspláss til vega í skundi, har kommunurnar fáa ein møguleika at søkja um stuðul til bygging av røktarheimi. Stuðulin sum verður veittur, er helvtin av útreiðslunum av hvørjum búplássi, tó í mesta lagi kr. 500.000 fyri fólki. Longu 31. januar 2006 er umsóknarfreistin úti. Saman við umsóknini skulu vera, tekningar, kostnaðarmeting og staðseting av heiminum. Treytin er at byrjað verður beinanvegin og røktarheimi skal standa liðugt í 2008. Tó í ávísum føri kann gevast undantak at fara inn í 2009 áðrenn liðugt verður. Haldi at her skuldu allar kommunurnar havt melda út beinanvegin, at hetta finna vit okkum ikki í. At geva ein freist uppá góðan mánaða, uppá eina verkætlan sum í okk­ara føri fer at kosta uml. 30-40 mió krónur, er bein­ leiðis ábyrgdarleyst. Fíggjarætlanirnar hjá komm­unum skuldu vera inni hjá landsstýrinum 3. des. 2005 tvs. har hevur ong­in kommuna havt møgu­ leika at seta pening av fyri 2006, í øllum førum um tær ikki hava havt hetta við í ætl­ anunum. Eisini inniber lógin, at tær kommunur sum ikki søkja nú, ikki kunnu søkja aftur fyrr enn 2009. Tvs. Klaksvíkar Kommuna sum hevur røktarheim á lang­ tíðarfíggjaætlanini og pen­ ing settan av í 2008, ong­an møguleika hevur at søkja í 2007. Fund við landsstýris­ mannin Tað er ikki meir enn 2 ár síðani vit í Klaksvík tóku í nýtslu sambýli og eldra­ íbúðir sum var ein und­an­ gongu­verk­ætlan har lands­ stýrið so gott sum onki hev­ur hjálpt til fíggjarliga. Tí kann tað ikki vera rætt at landsstýrismaðurin fer út í fjølmiðlarnar og nevnir Klaksvíkar Kommunu, tá hann veit at vit hava nøkta 73% av tørvinum av røktarheimsplássum, har nógv­ar av kommunum liggja langt niðanfyri. Klaksvíkar Býráð samtykti á býráðsfundi hóskvøldið 26. januar at biðja um fund við lansstýrismannin í Almannamálum um samlaðu støð­una á eldraøkinum í Norð­oyggjum og hvussu økið best kann verða skipað. Vón­andi spyrst nakað jaligt burturúr hesum fundi, eft­ir hesa køldu spann av vatni kommunurnar hava fing­ ið omanyvir seg frá lands­ stýrinum. VIÐMERKINGAR Søkja ikki Limur í Sosialu Nevnd Klaksvíkar Býráðs Gunvá við Keldu – Tórbjørn Jacobsen, sum altíð er skjótur at leggja eftir øðrum, átti at tolt meira mótgang – og hann átti fyri langari tíð síðani at havt lagt frá sær sum politikari við øllum gølunum, hann hevur skapt, heldur Jakob Holm Nú klári eg ikki at halda mær longur. Tað er við at blíva ein vani, tá man lesur bløðini, at Tórbjørn Jacobseb, goyr og geylar upp um fjant og fjas. Vit vita øll, at tað vóru nógv sum fóru húsagang í 80 til 90-unum, so tað er ikki nakað nýtt, at tað vóru fólk, sum ikki fingu endarnar at hanga saman. Men tað vóru eisini tey fólk, sum søgdu seg ikki fáa end­arnar at røkka saman við øðrum spekulatiónum í tonkunum, fyri at skora kassan. Tað var so lætt at bara koyra alt konkurs, (ella fáa sanaring) fyri síðan at keypa tað aftur fyri lítlan og ongan penga, og so liva sum greivar av at fara konkurs, soleiðis er tað eis­ ini ídag (hví tað)? So eg dugi ikki at skilja T.J. at tú skalt leika so í, nú tað er onkur sum er maður fyri at koma fram við sann­ leikanum um, hvussu alt for fram her á landi í 80 til 90-unum. So T.J., hatta lesarabræv­ið sum var til tín í Sosialinum tann 20. januar, og sum var skrivað av ein persóni, sum tit siga, skal vera anonymur og ikki hevur sagt sítt rætta navn, er sjálvandi ikki rætt at gera, men tað kundi ver­ ið, at tað er ein persónur, sum kennir for nógv til tín (tykkum) og sum ikki vil vera hongdur út av tær, tí tað vísir seg, at tú kann gera og siga akku­rát tað sum passar tær, uttøan at vera revsaður fyri nakað. Men tað er nokk tí, at her á landi eru nógvar vattnissur í høgum stillingum. Tað sum dulnevndi skriv­ aði í Sosialinum tann 20. januar er nú heldur ikki lygn T. J. Tað sum er galið her á landi, tað er, at nógv hava tagnarskyldu, og sum virku­ liga vita nakað, sum burdi verið komið fram fyri Før­ oyar fólki. Men til tín T.J. so havi eg eisini siglt fyri KGH í Grønlandi um somu tíð sum tú. Havi eisini siglt fyri Copenhagen Reefers, so tú skalt ikki vera yvirraskaður at tað eru onnur sum kenna til slíkt, sum nú er komið fram í lesarabrævi undir dulnavni S.H.J. av Tvøroyri tann 20. januar 2006 Tað sum hann skuldi gjørt, tað var at koma fram við meira um trolarin hjá tær. Nej T. J. tú ert so skjótur at rópa upp og fara eftir per­sónum, so tú skuldi tolt meira mótgang móti tær sjálvan, tú sum aldrin heldur kj...... Serligani tá tað eru persónar, sum ikki dansa eftir tínari pípu. Er tað nakar sum sigur tær ímoti, so uppførir tú teg sum ein smádrong sum hevur fing­ið tikið slikkipinnin úr munninum. Eg meini, at tú skuldi feia fyri egnu dyr, næstu ferð tú goyr og gall úr tær yvir aðrar pers. Við slíkum tvassi. Tað er ikki skomm skapt í tær T.J. tí um so var, ja so hevði tú lagt frá tær sum politikkari fyri langari tíð siðan, ella gingið stillisliga við hurðunum, við øllum teimum gølunum tú hevur gjørt. Gud bevare Føroyar og Danmark. Formaður Tjóðveldisfloksins Høgni Hoydal Sannleikin er oftani illani lýddur Argir Jakob Holm Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið Panikkur í Fólkaflokkinum