mánadagur 30. januar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 21 - 30. januar 2006
Formaður Miðfloksins
tykist hava misskilt míni
sjónarmið, skrivar Heini
í Skorini
Í seinastu viku hevur for
maður Miðfloksins, Jenis av
Rana, nakrar viðmerkingar
til undirritaða í sambandi
við støðu teirra samkyndu
í Føroyum.
Samdir
Jenis fýlist á, at undirritaði
»skuldsetur Bill Just
inussen fyri at villleiða í
hesum sama máli, tá hesin
førir fram, at málið í veru
leikanum viðvíkur homo
sexualiteti«.
Til hetta er at siga, at
sjálvandi er motivatiónin
handan broytingarupp
skotið støða teirra sam
kyndu, og ta sannroynd
havi eg ikki dult. Tvørt
urímóti skrivi eg, at para
graffin »sjálvsagt er ætlað
serliga hóttum og trýstum
minnilutum«. Eins og
myndugleikar hava ítøki
ligar samfelagsbólkar í
huga, tá teir velja at nevna
rasu, húðarlit, nationalitet,
etniskan uppruna og
trúgv í somu paragraff,
vóru tey samkyndu hesa
ferð bakgrundin fyri
broytingaruppskotinum
um at skoyta seksuella
orientering uppí. Tað er
eingin loyna, at ítøkiligar
støður hjá ítøkiligum sam
felagsbólkum er orsøkin
til paragraff 266b og allar
mannarættindakonven
tiónir annars. Hetta er
undirritaði púra samdur
við Jenisi í, og tí raka
atfinningar Jenisar við síð
una av.
Tað, eg harafturímóti
skuldseti Bill fyri, er, at
hann í Kjakinum í SvF
gjørdi mun á hesum sein
asta initiativinum fyri tey
samkyndu og síðani rest
ini av paragraffini. Bill
vildi tí ikki viðurkenna ta
sannroynd, at broytingar
uppskotið byggir á júst
sama logikk og motivatión,
sum restin av paragraffini
ger, nevniliga at verja hóttar
og trýstar minnilutar.
Hetta er tað, míni sjónar
mið snúðu seg um, og hava
tey tí lítið við atfinningar
Jenisar at gera.
Viðmerkingarnar
Jenis av Rana vísir síðani
til viðmerkingarnar til
broytingaruppskotið um at
víðka mannamunsgreinina
og sigur, at her royna
uppskotsstillararnir »at
sannføra um, hvussu neyð
ugt tað er við serverju
fyri hesi«. Aftur her fer
Jenis skeivur. Orðini »ser
verja«, serrættindi ella
serlóggáva eru ongantíð
nevnd gjøgnum allar við
merkingarnar, og er hetta
enn ein roynd at billa før
oyingum inn, at samkynd
nú skulu takast fram um
aðrar samfelagsbólkar.
Mótvegis pástandinum
hjá Jenisi stendur orðarætt
at lesa í viðmerkingunum
hjá Finni og Annitu, at
»málið snýr seg um at
tryggja einum bólki nøk
ur mannarættindi. Málið
snýr seg um, at vit í Løg
tinginum eiga at verja ávís
fólk móti mannamuni og
happing«. Hetta, og einki
annað, er endamálið við
uppskotinum, og tí kann
eg endurtaka míni orð
um, at talan ikki er um ser
lóggávu ella serrættindi,
men um javnrættindi og
fyribyrging av mannamuni.
Tí siga viðmerkingarnar
onga aðra søgu enn hana,
sum undirritaði hevur víst
á, og tí byggir partur av
kampagnuni hjá nei-síðuni
framvegis á bluff.
Miðflokkurin og
mismunur
Og tað gerst heilt tragikom
iskt, tá Bill Justinussen í
almennari heilsan til
Gerhard Lognberg í sein
astu viku skrivar, at Mið
flokkurin ikki tekur undir
við at gera mismun á fólki.
Um Miðflokkurin ikki tekur
undir við at gera mismun á
fólki, og um lógaruppskotið
orðarætt snýr seg um »at
verja fólk móti mismuni«,
hvør er so trupulleikin hjá
Miðflokkinum?
Vegleiðing til
Jenis av Rana
– Fleiri av stovnarum
Sambandsflokkin hava
skapt tjóðskaparverk á
høgum støði. Tí kunnu
vit av røttum spyrja, hví
føroyskar søgubøkur ikki
hava gjørt meira fyri at
lýst hendan partin av
søguni, skrivar Kaj Leo
Johannesen
Føroysk tjóðskaparrørðsla
byrjaði at gera um seg í
Keypmannahavn í 1870-
árunum. Í 1876 tóku 12
føroyskir studentar seg
saman um at skipa eina før
oyaveitslu.
Veitslan stóð á Regensen,
hjá John Effersøe sum læs
til lækna. Til veitsluna
hevði tann tá 23 ára gamli
Fríðrikur Petersen, sum las
gudfrøði, yrkt tvær fostur
landsyrkingar, tær fyrstu av
sínum slag nakrantíð á før
oyskum. Yrkingarnar vóru
»Føroya skál« og »Føroyska
málið« (O,móðurmál…)
Saman við Hjalmari Hamm
ershaimb yrkti hann eisini
»Drykkjuvísa« og árið eftir
»Fyri minninum«.
Av yrkingum eftir Fríðriki
Petersen kunnu nevnast:
Eg oyggjar veit (1877)
Hvat kann røra
hjartastreingir (1878)
Gevið Brøður (1878)
Bróður skál (1879)
Gleðilig Jól (1891)
Tíðin rennur sum streymur
í á (gamlaárskvøld 1891)
Deyði hvar er nú broddur
tín (1900)
Hvørjum man tykjast
vakurt hjá sær
Jógvan Poulsen
Lat okkum nevna ein ann
an fosturlandsson, sum
kallaðist Jógvan Poulsen.
Hann sæt á tingi í samfull
45 ár (frá 1883 – 1928) og
var ein av stovnarum Sam
bandsfloksins.
Jógvan Poulsen skrivaði ta
fyrstu føroysku skúlabókina
(bíbliusøguna) sum føroy
ingafelag gav út 1900.
Jógvan Poulsen skrivaði
eisini, saman við Christiani
Ludvig Johannesen, tað
fyrstu føroysku stavingar
bókina og lesibókina, og var
somuleiðis við til at stovna
Føroya lærarafelag í 1898
Meginparturin av hesum
valaverkum frá mætum
fosturlandssynum og fyrr
verandi tingonnum Sam
bandsfloksins, hava tað til
felags, at verða tjóðskap
arverk á høgum støði, og
kunnu vit av røttum spyrja,
hví føroyskar søgubøkur ikki
hava gjørt meira fyri at lýst
henda partin av søguni?
VIÐMERKINGAR
Lesandi
Heini í
Skorini
Fríðrikur Petersen, fyrsti formaður
Sambandsfloksins
Sambandsflokkurin
Kaj Leo
Johannesen
– Føroyingar við ávísum
treytum kunnu vinna
sær rætt til ískoytis
pensjón frá øðrum
norðurlandi enn danska
kongaríkinum, og
Almannastovan metir, at
hon kann kunna betur
um hesar møguleikar,
sigur Hans Pauli Strøm
Finnur Helmsdal, løgtings
maður setti í opnum brævi,
sum var at lesa í bløðunum
tann 6. januar í ár, undirritaða
landsstýrismanni í almanna-
og heilsumálum fyrispurning
um møguleikarnar ella rætt
in hjá føroyingum at fáa
ískoytispensjón fyri tíðar
skeið, ein hevur arbeitt í
Svøríki, Noregi ella øðrum
norðurlandi. Um svarið
varð játtandi, ynskir Finnur
Helmsdal harumframt at
vita, um Almannastovan
kunnaði nóg væl um henda
møguleika.
Finnur Helmsdal setti
spurningin av tí at tað í
Danmark er komið fram,
at rættiliga fáir danir hava
fingið tað, teir hava havt rætt
til í hesum sambandi, tí teir,
sambært Finni Helmsdal,
verða ov illa kunnaðir um
rættindi teirra.
Í stuttum er svarið, at fc.
Alt hetta verður greitt gjøll
ari frá niðanfyri.
Rætturin til pensjón
Í øllum norðurlondum er
pensjónsskipanin bygd upp
við eini grundpensjón og
eini ískoytispensjón (ella
arbeiðspensjón), ið eru
lógarfestar. Grundpensjón
svarar til okkara fólkapensjón
(grundupphædd og viðbót).
Ískoytispensjónin
kann
samanberast við arbeiðs
marknaðareftirlønargrunn
in, “Samhaldsfasti” hjá
okkum. Tó bara á tann
hátt, at allir løntakarar og
arbeiðsgevarar gjalda inn í
grunnin. Útgjaldstreytir og
útgjaldsupphæddir kunnu
ikki samanberast.
Útgjaldið í hinum norður
londunum er ikki treytað
av, at tú býrt í viðkomandi
landi. Hevur tú arbeitt
ávíst
minstatíðarskeið
(1 ár) í landinum, hevur
tú rætt til útgjald av inn
vunnari ískoytispensjón.
Útgjaldsupphæddin er treyt
að av innvinningartíð og
inngjaldi.
Í einstøkum norðurlondum
(t.d.
Svøríki)
minkar
grundpensjónin tá ískoytis
pensjónin veksur. Í Noregi
og Danmark (ATP) ávirkast
grundpensjónin ikki av
ískoytispensjónini.
Føroyingar, sum fara í
onnur norðurlond at arbeiða,
vinna rættin til ískoytis
pensjón frá viðkomandi
landi, tá teir hava starvast í
samanlagt 1 ár, grundað á
inntøku frá fyrsta degi.
Uppspard pensjónstíð
verður roknað í 40.-partum,
tí at ein persónur hevur rætt
til fulla pensjón í Føroyum
um so er, at viðkomandi
hevur verið búsitandi í
danska ríkinum í 40 ár eftir
at vera fyltur 15 ár. Tað eru
52 ár millum 15 og 67 ár.
Sostatt ber í mesta lagi til at
vinna rætt til 12/40 afturat
føroysku pensjónini, uttan at
hetta ávirkar føroysku pen
sjónina.
Møgulig pensjón (grund
pensjón og ískoytispensjón)
frá einum øðrum norðurlandi
verður útgoldin frá arbeiðs
landinum. Sum er, eru nógvir
føroyingar, sum fáa pensjón,
herundir ískoytispensjón, frá
einum øðrum norðurlandi,
uttan at tað ávirkar føroysku
pensjónina.
Er talan um privata (sátt
málabundna) eftirlønar
skipan, sum arbeiðstakarin/
arbeiðsgevarin rinda í arbeiðs
landinum, er tað vanliga tann
stovnurin, sum umsitur hesa
pensjónsskipan, sum kunnar
sínar limir og ger vart við
rættindi og skyldur.
Kunning
Ein av spurningunum á
umsóknarbløðunum hjá
Almannastovuni um fólka-
og fyritíðarpensjón er,
um ein hevur havt bústað
uttanlands, t.v.s. uttan
fyri danska ríkið aftaná
15. árið. Umsóknarblaðið
verður nú broytt, fyri at
nágreina spurningin um
arbeiðið uttanlands, og verð
ur spurningurin um bústað
uttanlands tá broyttur til,
um umsøkjarin hevur havt
bústað og/ella arbeitt uttan
lands.
Almannastovan hevur fald
arar um fyritíðar- og fólka
pensjón, har kunnað verður
um møguleikan fyri pensjón
úr øðrum norðurlandi, um
ein hevur havt bústað/arbeiði
har.
Í
kunningarritinum,
sum sent varð í hvørt hús
í Føroyum seinasta heyst,
verður møguleikin nevnd
ur.
Á
heimasíðuni
hjá
Almannastovuni verður kunn
að um arbeiði uttanlands,
men bert um møguleikan
at sleppa undan at rinda
til sosialu skipanirnar í
arbeiðslandinum. Orsøkin
til at fólk ynskja at verða
undantikin fyri at rinda
hesi gjøld er, at talan er um
rættiliga nógvan pening.
Men tey, sum venda sær
til Almannastovuna hesum
viðvíkjandi, verða eisini
kunnað um, at tey samstundis
frásiga sær rættin til m.a.
pensjón frá arbeiðslandinum
seinni í lívinum. Kunning
um hetta verður lagt út á
heimasíðuna í næstum.
Landsstýrismaður
Hans Pauli
Strøm
Svar til Finnur Helmsdal løgtingsmann viðvíkjandi
ískoytispensjón úr øðrum norðurlandi
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
www.sosialurin.fo