mánadagur 30. januar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sanna Elisa Joensen,
ættað úr Vági, búsitandi
á Bústovninum á Eir
argarði, andaðist hós
dagin 26. januar á Lands
sjúkrahúsinum, 56 ára
gomul. Jarðarferðin varð
úr Vágs kirkju, í dag,
mánadagin 30. januar
kl. 13.00. Tey, sum vilja
minnast Sannu, kunnu
lata eina peningagávu til
Bústovnin í Eirargarði,
konta í Føroya Banka.
Johanna Eivindson
Nes, Hvalba andaðist
sunnudagin á Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi 88
ára gomul. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Johanna Horn fer til
gravar úr Bethel í Vági,
týsdagin
31.januar
kl. 1200. Tey, ið vilja
minnast Jóhonnu, kunnu
lata eina gávu til Malta
í Hirshals, Konto í
Norðoya Sparikassa
Lítli sonur Ann Mari og
Hans Jákup Sivertsen,
Ernst Wesenberg Siv
ertsen, andaðist í heim
inum fríggjadagin 27.
januar, eitt ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Havnar Kirkju týsdagin
31. januar kl. 13:00.
Tey, ið ynskja at geva
blómur ella kransar,
kunnu lata Føroya felag
móti Krabbameini ein
gávu; konta í peninga
stovnunum.
Vilhelmina Hansen,
Fuglafirði,
vanliga
nevnd Mina, andaðist
á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin, 74 ára
gomul.
Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Elken Petersen, í Klaks
vík, andaðist sunnudagin
29. januar á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, 83 ára gomul.
Jarðarferðin
verður
kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Tann 19. januar 2006 var
móttøka á Gerðisgarði í
Skálavík. Arna Lognberg úr
Skopun hevur arbeitt 25 ár í
Heimarøktini.
Tað var fitt av fólki komið
saman, har nógv gott varð
sagt um Arnu. Eisini segði
leiðarin, Ása Davidsen,
nøkur vælvald orð.
Arna byrjaði at arbeiða,
ella fyrsti starvsdagur henn
ara var hjá Bellu Drangá í
Skopun, síðani hjá Kinne.
Arna er, og hevur verið
vældámd í sínum arbeiði,
og kann ikki sigast annað
enn, at tey fólk, sum hon
hevur havt við at gera, eru
altíð sett í hásæti. Arna er
eitt satt arbeiðsgrev, sum
tikið verður til.
Tá Sambýlið í Húsavík lat
upp, var Arna sett at arbeiða
har. Vit hoyra mangan Arnu
tosa um tíðina í Húsavík. Har
arbeiddi hon frá byrjan og til
tað sambýlið lat aftur.
Tá vit so fóru at útbúgva
okkum víðari, ja Arna hon
helt seg ikki aftur, og fór
suður til Tvøroyri at útbúgva
seg.
Arna er sera løtt at arbeiða
saman við. Skemtilig er hon,
men ikki at gloyma, so er
hon perfektionist, so hon
letur ikki alt um seg ganga.
Arna er gift við Gerhard.
Tey vóru ung tá tey blivu
gift, hon 18 og hann 19 ár.
Tey fingu 3 dreingir, og má
sigast, at teir vuksu upp í
einum tryggum heimi, og
høvdu teir eina góða barlast
við heimanífrá. Sofus er
giftur við Mariu, tey eiga
3 børn og siglur hann sum
skipari. Jóhan Wilhelm eigur
eina dóttur og siglir sum
stýrimaður og Sámal Hanni
er giftur við Kristu, tey eiga
4 børn, og hevur hann handil
í Skopun.
Góða Arna, tú skal hava
eina stóra tøkk fyri títt ídni á
arbeiðsplássinum. Eg fari at
ynskja tær hjartaliga tillukku
við degnum.
Heilsan ein vinur
Ein heilsan til Arnu Lognberg á 25 ára starvsdegi hennara
Dagurin í morgin
31. januar. Vigilius, deyður ár 405. Kemur ungur til
Trient, har hann í 385 gerst biskupur. Tá ið hann á eini
trúboðaraferð kollveltir
Okkara elskaði sonur, beiggi, ommu- og abbasonur
Ernst Wesenberg Sivertsen
andaðist í heiminum fríggjadagin 27. januar 2006,
1 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
týsdagin 31. januar kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Ann Mari, Hans, Rani, Andreas og Maria
Tey, ið vilja minnast Ernst við blómum ella kransi kunnu lata Føroya
Felag ímóti Krabbameini eina gávu, konto í peningastovnunum.
Jarðarferð
Johanna Horn
fer til gravar úr Bethel í Vági
týsdagin 31. januar kl. 12.00.
Tey, ið vilja sýna samkenslu, kunnu lata eina gávur til »Malta«
í Hirtshals, konto í Norðoya Sparikassa.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, tá kæra móðir, vermóðir, omma
og langomma okkara
Lena Dahl
Toftir
andaðist og varð jarðað.
Tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur
til Fríðrikskirkjuna.
Og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Beinta, Torkil og Karin
Seinnapartin
fríggjadagin vórðu
ársins kvinna og
maður heiðrað í
Miðlahúsinum í
Vágsbotni.
Hesi vóru Laila
Solmunde og Sofus
Olsen, ið vóru
vald fyri ávikavist
slóðbrótandi arbeiði
sum MBF-forkvinna
og slóðbrótandi
arbeiði fyri bygging
av listasavni
Ársins kvinna/
maður
Theodor E. D. Olsen
Rættiliga fitt av fólki var
komið saman í Miðlahúsinum,
har Monika Stauss Joensen
og Dánjal Eystursetin spældu
violin og klaver, og borgarstjórin
í Havn, Heðin Mortensen,
mentamálaráðharrin, Jógvan
á Lakjuni, almanna- og
heilsumálaráðharrin, Hans
Pauli Strøm og Jan Muller,
blaðstjóri, tóku orðið.
Laila Solmunde var sera
rørd av at vera vald til árs
ins kvinnu, men segði lítil
látin, at hon ikki átti lut í
heiðurinum
einsamøll.
Hon vónaði, at hetta fór at
vera ein eggjan til at stuðla
arbeiði fyri fólki við breki.
Sofus Olsen sló í síni takk
arrøðu fast, at hann hevði
ikki latið listasavnið á Sandi
byggja, fyri at hann sjálvur
skuldi verða heiðraður, men
fyri at listaverkini, hann eig
ur, ikki skulu spjaðast í allar
ættir.
Orðið var eisini frítt, og
ein, ið tók orðið, var Høgni
Mohr, sum m.a. greiddi frá,
um ta ferðina Sofus Olsen
stýrdi sluppini Isabella
í ódnarveðri, og hvussu
háskúlastjórin Símum av
Skarði hevði eggjað Sofusi at
halda fram til víðari lestur.
(Í týsdagsblaðnum verður
gjørt meiri burtur úr hesi
hendingini)
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum mongu, ið vístu okkum
samkenslu, tá ið okkara elskaði maður, pápi, verpápi
og abbi
Jens Christian Dam
andaðist og fór til gravar.
Takk til B6, B7, B8, onkologisku deild og læknarnar
Bjarni á Steig og Christoffer Shefer.
Takk til grannar, vinir og familju.
Takk fyri telefonuppringingar, gávur, blómur, kransar
og hjálp, eisini tykkum sum hava skrivað so
vakurt um hann, takka vit hjartaliga.
Serstøk tøkk til Jógvan Fríðrikson prest,
Alfed Petersen, Sverra Steinhólm prest og
Niels Jacob Neilsen trúboðara fyri troystarík
og góð orð í kapellinum, kirkjuni og á grøvini.
Takk til sangarar, dupultkvartettina, kirkjutænaran
og Tummas, ið spældi so vakurt.
Takk fyri gávur til Leguhúsið og stóra tøkk til ta stóru
mannfjøld, ið fylgdu Jens Christiani til hansara seinasta
hvíldarstað her á fold.
Harrin gav, Harrin tók, lova verið navn Harrans.
Hjartans tøkk øll somul.
Ása, Majken, Petur Eyðun, Martin og Jan Eli
Laila og Sofus heiðrað
Laila Solmunde
og Sofus
Olsen vórðu
heiðrað fyri
slóðbrótandi
arbeiði teirra
– hon sum for
kvinna í Meg
infelag teirra
Brekaðu; hann
fyri arbeiðið at
fáa sandingum
eitt listasavn
Mynd: Jens Kr. Vang