mánadagur 30. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 21 - 30. januar 2006
Marknaðarrák
Fríggjadagin í farnu viku
varð vøksturin í amerikansku
bruttotjóðarúrtøkuni fyri 4.
ársfjórðing kunngjørdur, og
hann var nógv minni enn vænt
að. Bert 1,1% ímóti væntaðu
2,8%. Sostatt vaks amerikanski
búskapurin tilsamans 3,1% í
fjør. Hóast sjálvt BTÚ-talið var
eitt vónbrot, tóku marknaðirnir
ikki so illa ímóti tí. Partabrøv
hækkaðu, og renturnar vóru
á leið óbroyttar. Mett verður,
at hækkandi oljuprísurin
í heyst hevur verið við til
at fáa vøksturin í BTÚ at
minka, millum annað við
at toga samlaða virði av inn
flutningi upp. 3,1% er ein
heilt hampuligur vøkstur, og
haraftrat vórðu vøksturin í bæði
privatari nýtslu og prísvøkstri
væl størri enn væntað. Hetta
hevur nógv at týða, tí privat
nýtsla er 2/3 av amerikanska
búskapinum.
Renturnar hækka
Hóast BTÚ úr USA var
nógv verri enn væntað, hildu
lánsbrævarenturnar áfram at
hækka í farnu viku. 10-ára
danska rentan hækkaði 0,11%
til 3,46%. Innloysingar í úrtíð
til apríl-terminina síggja ikki
út til at gerast stórar, so stutt
realkredittlánsbrøv
geva
væntandi góðan vinning.
Roknskapur frá
Novo Nordisk
Úrslitið hjá Novo Nordisk fyri
4. ársfjórðing í fjør var 18%
lægri enn árið fyri. Orsøkin var
serliga, at Novo ikki endurtók
eina gjaldoyraverju, sum áður
hevur stuðlað inntøkunum.
Novo Nordisk er tó bjartskygt
um komandi árið, og væntar, at
úrslitið fer at hækka meira enn
10% og at sølan í minsta lagi fer
at hækka 10%. Hóast úrslitið
fyri 4. ársfjórðing var vánaligt,
er Novo Nordisk framvegis eitt
gott og væl rikið felag, ið lítil
váði er tengdur at. Kursurin á
Novo Nordisk liggur í løtuni á
344, men Kaupthing metir, at
kursurin eigur at liggja einar
10 krónur hægri.
Hesa vikuna
Hendan vikan verður sera
hendingarík. Tað koma ein
rúgva av týdnigarmiklum lykla
tølum og fleiri áhugaverdir
roknskapir, m.a. frá Erics
son. Hesin kann ávirka parta
brævamarknaðirnar. Viðv.
lyklatølunum, verður dentur
serliga lagdur á prísvakstrartøl
báðu megin Atlantshavið,
umframt amerikonsku arbeiðs
marknaðarfrágreiðingina, sum
kemur fríggjadagin. Um hon
verður góð, stuðlar hetta eisini
undir partabrøvum á okkara
leiðum.
Vøksturin í USA minni enn væntað
Vika 5 2006
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
617,09
0,4%
Lánsbrøv í DKK
102,60
-0,6%
JPY
5,26
-1,4%
Evru Lánsbrøv
172,01
-0,7%
GBP
1.091,11
0,2%
Norrøn Partabrøv
110,69
0,7%
NOK
92,35
-0,1%
Altjóða Vøkstur
73,00
-1,4%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,20%
3,40%
3,60%
30/10
30/11
31/12
960
1000
1040
1080
30/10
30/11
31/12
Ein fyrsta viðgerð
og svar upp á tveir
fyrispurningar eru
á skránni á fyrsta
tingfundinum í
hesum árinum
LØGTINGIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Jólafrítíðin hjá Løgting
inum er liðug. Fyrsti løg
tingsfundurin eftir nýggjár
verður seinnapartin í morgin.
Tingformaðurin hevur stevnt
tinginum til fundar klokkan
13.30 í morgin – týsdagin
31. januar.
Á skránni eru fýra mál.
Tað fyrsta er fyrsta viðgerð
av uppskoti til løgtingslóg
um tinglýsingaravgjald. Eftir
viðgerðina verður málið
beint í fíggjarnevndina.
Annað málið er, at Bárður
Nielsen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, skal svara
fyrispurningi frá Høgna
Hoydal, løgtingsmanni, um
fíggjarpolitikk og realløn hjá
ymsum samfelagsbólkum.
Triðja málið á skránni
er, at Bjørn Kalsø, lands
stýrismaður í fiskivinnu
málum skal svara fyri
spurningi frá Heidi Petersen,
løgtingsmanni, um manning
við skipum. Framløga er
eisini á skránni.
Sambært
vegleiðandi
skránni fyri tingarbeiðið,
sum sæst á heimasíðuni
hjá Løgtinginum, so er
ætlanin eisini at hava
tingfund mikudagin 1.
februar. Tá verða munnligir
fyrispurningar svaraðir.
Mánadagin 6. og týs
dagin 7. februar verður ung
dómsting. Mikudagin 8.
februar er ætlanin at hava
ófráboðaðar fyrispurningar á
skránni og eisini 1. viðgerðir.
Harafturat fer Bjarni Djur
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum, at leggja fram
frágreiðing um vinnupolitikk.
Henda frágreiðingin verður
tikin til orðaskiftis týsdagin
14. februar, og mikudagin 15.
februar verða aftur munnligir
fyrispurningar á skránni.
Løgtingið hevur hildið frí
síðani 20. desember, tá ið
ikki færri enn tríggir fundir
vóru. Umframt onnur mál
so viðgjørdi tingið henda
dagin á trimum fundum
eykafíggjarlóg, sum varð
samtykt eftir at tað varð
samtykt at víkja frá teimum
í tingskipanini ásettu tíðar
freistunum.
Eftir at løgmaður hevði
hildið
nýggjársrøðuna,
heitti Tjóðveldisflokkurin á
tingformannin um at kalla
tingið saman at viðgera
nýggju støðuna, sum teir
mettu vera íkomna, eftir at
løgmaður hevði boðað frá
fráboðanini, sum danska
stjórnin hevði sent til ST.
Tingformaðurin svaraði, at
hann ikki helt, at talan var
um nakað mál, sum var so
akutt, at tað var neyðugt at
kalla tingið saman.
Frá Ólavsøku og til jólar
vóru 50 tingfundir.
Tingið aftur úr jólafrí
Klokkan 15 leygar
dagin byrjaði tann
fyrsta av trimum
konsertum við Lenu,
Guðrun og Eivør í
Norðurlandahúsinum
Tónleikur
dagfinn@sosialurin.fo
Havfrýr. Soleiðis nevna
Sansir og blaðið Kvinna
Lenu, Guðrun og Eivør, tá
tey skipa fyri konsertum
við teimum. Í Danmark
var samansetingin sera væl
eydnað, og nú hetta verður
uppafturtikið í Føroyum,
var útselt til tær báðar kon
sertirnar leygardagin og til
konsertina sunnudagin.
Í steðginum í fyrstu kon
sertini, sum byrjaði klokkan
15 leygardagin, fingu vit orð
á fyrireikaran og blaðstjóran
á Kvinnu, Lenu L. Mohr, og
hon var sera væl nøgd við
konsertina.
Eisini visti hon at siga, at
tær tríggjar songkvinnurnar
vóru í essinum og vóru sera
væl nøgdar, tá tær komu
afturum pallin í steðginum.
Klokkan 20 leygarkvøldið
fóru tær tríggjar aftur á pallin
í Norðurlandahúsinum og
aftur sunnudagin var ein
konsert, og útselt var til
konsertirnar. Tað sigur ikki
so lítið um áhugan fyri kon
sertunum og um dygdina
framførslunum.
Lena, Guðrun og
Eivør í essinum