mánadagur 30. januar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2006
15
Í dag landar
Landingarmiðstøðin
í Klaksvík fýra
bátar, og í síðstu
viku vóru fleiri skip
inni, harav nøkur av
línuskipunum høvdu
verið á Føroyabanka
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun liggja fýra skip
við Kósabrúnna, sum Land
ingarmiðstøðin í Klaksvík
landar. Skipini eru línubát
urin, Fiskimúli, sum hev
ur umleið 30.000 pund á
3-4
setum,
trolbáturin
Gáshøvdið við 40-45.000
pundum, Fiskaklettur við
26.000-27.000 pundum og
línuskipið Polarstjørnan,
sum hevur eini 70.000 pund
á sjey setum.
Pól Fuglø, landingarfor
maður, sigur, teir eisini
landaðu fleiri skip í síðstu
viku.
- Fríggjadagin vóru par
trolararnir, Safir og Sma
ragd, inni. Teir høvdu eini
280.000 pund og vóru fullir
undir lúkurnar. Skipini
seldu beinleiðis til Kósina.
Pól sigur, at línuskipini
Kvikk og Núpur landaðu
eisini fríggjadagin; tey
høvdu
umleið
100.000
pund í part.
Hósdagin landaðu línu
skipini Klakkur, Pison og
Froya. Tey høvdu ávikavist
110.000, 100.000 og 70.000
pund.
Pól Fuglø sigur, at Pison,
Klakkur og Froya vóru á
Føroyabanka á seinasta
túri, meðan flestu av hinum
línuskipunum vóru norð
anfyri.
– Í løtuni er streymurin
harður, men nøkur av línu
skipunum eru farin útaftur,
og onnur gera klárt at fara.
Útróðrarflotin, sum roynir
við línu, liggur í løtuni,
sigur landingarformaðurin.
Landingarmiðstøðin
í
Klaksvík landar at kalla øll
skip, sum leggja veiðina
upp í Klaksvík, eisini tey,
sum selja beinleiðis til
virkini.
Nógvur línu-og trolfiskur í Klaksvík
Millum skipini, sum landaðu í Klaksvík í morgun, var Fiskimúli, sum hevði umleið 30.000 pund á 3-4 setum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Síðan í desember
mánaða er besti
prísurin á havtasku
lækkaður úr 47-48
krónum niður í 20-22
krónur fyri kilo
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki bara hýsuprís
irnir, sum eru lækkaðir í
seinastuni, nú so nógv hýsa
hevur verið á marknaðinum.
Størsta prísfallið hevur
ivaleyst verið á havtasku,
sum fyri jól kundi seljast
fyri einar 47-48 krónur fyri
kilo, tá ið hon hevði besta
prísin. Í dag liggur prísurin
á havtasku upp í einar 20
og 22 krónur fyri kilo, tá ið
sølan eydnast væl. Annars
er prísurin lægri.
Góðu havtaskuprísirnir
fyri jól hava ivaleyst við
virkað til størri roynd.
Nøgdirnar á marknaðinum
eru vaksnar, og sum frá
líður eru prísirnir lækkaðir.
Nógva hýsan á marknað
inum hevur eisini ávirkað
hýsuprísin, sum í síðstu
viku fall nokso fitt.
Í morgun lá prísurin á
hýsu 1 upp í einar 16-17,30
fyri kilo, men smáar nøgdir
eru av hesi støddini. Prísurin
á hýsu 2 lá um 10 krónur
fyri kilo, meðan hýsa 3 lá
upp í einar 6,90 krónur fyri
kilo. Lægstu prísirnir vóru
tó væl lægri.
Toskur er í løtuni ein
mangulvøra, og tí hevur
toskaprísurin verið góður
og stabilur.
Toskur 1 og 2 liggja í
løtuni upp í einar 24 krónur
fyri kilo og toskur 3 upp í
einar 21 krónur fyri kilo.
Lítið er á marknaðinum
í løtuni av stórum toski og
stórari hýsu.
Tað er vorðið sum
góður útróður.
Útróðrarbáturin,
Barmur á Eiði,
fiskaði fyri einar
230.000 krónur í
síðstu viku
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Glastrevjabáturin,
Barmur á Eiði, sum
Sonny Kallsoy eigur,
gjørdi kvettið á útróðri í
síðstu viku. Teir høvdu
fimm setur og fiskaðu
tilsamans 27.000 pund,
sum vórðu seld fyri
einar 230.000 krónur.
Umborð á bátinum
eru tveir mans og kona
Sonna, Jenny Kallsoy,
er landformaður.
Sonny sigur, at hetta
er ein tann besta vikan
í peningi, sum hann
hevur havt á útróðri.
– Vit hava onkuntíð
fingið meira fisk í eina
viku, men eg haldi ikki,
at vit nakrantíð áður
hava selt so væl.
Nógvur toskur
Hann sigur, at av
27.000 pundum, vóru
tilsamans 19.000 pund
toskur.
– Vit fingu umleið
hálvt sætta túsund pund
í miðal á setuna – ella
183 pund fyri hvønn
stampin.
Sonny sigur, tey egna
bara feska gággu á
húkarnar. Frysta gággu
vil hann ikki síggja,
sum hann tekur til.
–
Línan
verður
umrikin í landi, og
síðan seta vit ígjøgnum
trakt. Tað riggar fínt,
sigur útróðrarmaðurin.
Barmur er ein bátur
av slagnum, Gáski,
sum upprunaliga var 28
føtur langur. Báturin er
longdur, og nú er hann
37 føtur.
Langt úti
Sonny Kallsoy sigur, at
teir vóru fleiri túrar úti
á Mýlingsgrunninum í
síðstu viku, tá ið tað
viðraði so væl, og
streymurin í fyrru helvt
av vikuni var so góður.
Ågot og
Jákup B
í vikuni
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipini, Ågot og Jákup
B, koma eisini inn at landa
hesa vikuna.
Pól Fuglø á Landingar
miðstøðini í Klaksvík veit
at siga, at Jákup B kemur í
morgin við umleið 115.000
pundum á átta setum, og
mikudagin kemur Ågot.
Á teimum fyrstu fimm
setunum hevði Ågot umleið
70.000 pund, so teir gera
helst eisini ein hampiligan
túr hesaferð.
Sambært
Pól
Fuglø,
er líkt til, at tað hevur
vignast hampiliga væl hjá
línuskipunum í seinastuni.
Góður útróður:
40.000 kr. í part
eftir einari viku!
Stórt prísfall
á havtasku