mánadagur 30. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 21 - 30. januar 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Danskar vørur eru
tiknar úr handlunum
í Miðeystri, Danne
brog verður brent,
sendiharrar verða
boðsendir at koma
heim, og norður
lendingar fáa boð
um at fara til hús.
Í Danmark verður
mælt til at boykotta
handlar, sum mus
limar eiga
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tær
nógv
umrøddu
Muhammedstekningarnar
hjá Jyllandspostinum eru
vorðnar ein kleppur fyri
Danmark og danir. Í Saudi
arabia og fleiri øðrum
londum í Miðeystri hava
handlarnir tikið allar dansk
ar vørur av hyllunum, tað
sama hava apotekini gjørt
við danskan heilivág, og
danskir sølumenn eru álop
nir á gøtuni. Í Irak verða
kristnar kirkjur brendar
og bumbaðar. Saudiarabia
hevur tikið sín sendiharra úr
Keypmannahavn, og Libya
hevur stongt sína sendi
stovu har. Onnur lond sum
Sýrialand, Jordan og Kuwait
hava tikið líknandi stig.
Á Vestara Áarbakka løgdu
illir palestinar Dannebrog
niður á vegin or traðkaðu
á tað, áðrenn teir settu eld
á. Í Gaza-geiranum kravdu
teir víðgongdu bólkarnir
Islamskt Jihad og al-Aqsa
Brigadurnar, at allir danir,
sviar og norðmenn skulu
fara haðani innan tvey ella
trý samdøgur. Tað gjørdi, at
danska uttanríkisráðið kendi
seg noytt til at biðja danir í
Miðeystri ansa sær.
Vantandi kunnleiki
Muslimarnir eru illir, tí
Jyllandsposturin
hevur
háðað Muhammed profet
við at avmynda hann sum
yvirgangsmann við einari
bumbu á høvdinum ella
við svørði í hond. Sambært
muslimsku læruni skal
profeturin als ikki lýsast
við tekningum, og tí verða
tekningarnar hjá danska
blaðnum mettar at ein háðan
av muslimsku trúnni og øllum
muslimum. Jyllandsposturin
hevur sýtt fyri at biðja um
umbering, tað vil danska
stjórnin heldur ikki gera, og
tí er muslimska vreiðin vend
ímóti Danmark og dønum.
Flestu danir styðja Jyl
landspostin og avgjørdu
støðuna hjá stjórnini, sum
skjóta seg inn undir danska
pressufrælsið. Tí kom tað
illa við, tá danski sendi
harrin í Saudiarabia, Hans
Klingenberg, segði sína
hugsan í samrøðu við ameri
konsku tíðindastovuna AP
um vikuskiftið.
– Eftir mínum tykki hevur
Jyllandsposturin framt eit
mistak orsakað av vantandi
kunnleika um islamsku
trúnna, segði sendiharrin.
Orðini fullu ikki í góða
jørð í Keypmannahavn,
og talsmaðurin hjá Vinstra
kvikaði sær at gera vart við,
at sendiharrin var farin út
um mark.
Milliardir í vanda
Millum donsku fyritøkurnar,
sum nú verða boykottaðar í
Miðeystri, eru Arla, Danfoss,
Lego, Novo Nordisk og
B&O. Arla, sum árliga selir
mjólkarúrdráttir fyri fleiri
milliardir krónur til lond í
Miðeystri, er serliga meint
rakt.
Kunningarstjórin,
Astrid Gade Nielsen, segði
í gjár, at í løtuni kostar boy
kottið fyritøkuni einar 10
milliónir krónur um dagin,
og at fyritøkan er útistongd
á stórt sæð øllum markn
aðinum í Miðeystri.
Stendur boykottið við, fer
tað eisini at kosta arbeiðs
pláss í Danmark, tí summi
virki hjá Arla gera bara vørur
til marknaðin í Miðeystri. Í
einari roynd at sissa fólk
hevur Arla havt stórar lýs
ingar í saudiarabiskum bløð
um, men til fánýtis.
Samstundis eru kreftir í
Danmark farnir at mæla døn
um til at boykotta handlar og
kioskir, sum muslimar eiga.
Danska útvarpið segði í gjár,
at teir seinastu dagarnar hava
nógvir danir fingið sms-boð
við áheitan um at gevast at
keypa í hesum handlum og
kioskum.
Danmark í
brennideplinum
Illir palestinar á Vestara Áarbakka settu eld á danska flaggið
Mynd: Reuters
Forsetin í Finnlandi eitur
framvegis Tarja Halonen.
Á seinna valumfari sunnu
dagin fekk hon 51,8 pro
sent av atkvøðunum, með
an hitti valevnið, tann borg
arligi Sauli Ninistö, fekk
48,2 prosent.
Valið gjørdist meiri
spennandi, enn tey flestu
høvdu væntað, tí í fyrra
umfarinum var Tarja
Halonen langt framman
fyri Sauli Nisistö. Politiskir
eygleiðarar í Helsingfors
siga, at avbjóðarin fekk
nógvar veljarar afturat teir
seinastu dagarnar upp undir
seinna valumfarið, meðan
forsetin fekk atkvøðurnar
frá teimum, sum longu
framman undan høvdu av
gjørt at stuðla henni.
Tarja Halonen varð
fyrru ferð vald til forseta
í 2000. Tá vann hon longu
í fyrra valumfari, men sig
urin var líka tepur sum
hesaferð. Tá fekk Halonen
51,6 prosent, meðan hitt
valevnið, Esko Aho, fekk
48,4. Meiningakanningar
tey seinastu árini hava
tó víst, at onkuntíð hava
umleið 60 prosent av
finsku veljarunum sagt
seg vera til reiðar at styðja
forsetan.
Seks ár afturat
Vánaligir vegir forða fyri vali
Nú eru 14 ár, síðani fólk
í Angola vóru á vali, og
sambært forsetanum ber
tað ikki til at skipa fyri
vali, tí vegasambandið er
so vánaligt.
José Eduardo dos Santos,
forseti, segði í einari røðu
fyri stjórnarflokkinum
MPLA, at tað er alneyðugt
at bøta um vegasambandið
og jarnbreytarkervið, áðr
enn val kann haldast, og tí
sleppa angolar ikki á val fyrr
enn í fyrsta lagi næsta ár,
segði hann. Forsetin duldi
tó ikki fyri, at betri vega-
og jarnbreytarsamband
fer at koma flokkinum til
góðar, tá val eina ferð verð
ur. At valið verður næsta ár
er ikki í samsvari við tað,
sum forsetin fyrr hevur
sagt, tí hann hevur leingi
lovað fólkinum val í ár,
skrivar AP úr Luanda.
Valið í 1992 er tað ein
asta, sum hevur verið í
Angola. Tað vann MPLA,
men stutt eftir valið brast
borgarakríggj á, tí and
støðuflokkurin UNITA við
Jonas Savimbi á odda vildi
ikki viðurkenna valúrslitið.
Savimbi doyði fyri góðum
trium árum síðani, og tá
samdust partarnir um at
binda frið.
Tað hevur verið rættiliga
kalt í Danmark tann sein
asta mánaðin, og sam
bært veðurstovuni í Keyp
mannahavn hevur januar
ikki verið so kaldur í mong
ár.
Meðalhitin síðani á
nýggjárinum hevur verið
1,2 kuldastig, og tað er
umleið eitt stig kaldari
enn vanligt og samstundis
tann kaldasti januar síðani
1996, tá meðalhitin var
1,8 kuldastig. Men januar
hevur verið munandi kald
ari onkuntíð fyrr. Í 1987
vóru í meðal 4,7 kuldastig
í januar. Kaldasti januar
mánaði, sum danir vita um,
var í 1942. Tá vóru í meðal
6,7 kuldastig.
Mátingarnar hjá donsku
veðurstovuni vísa týðiliga,
at januar er vorðin munandi
lýggjari tey seinnu árini.
Frá 1976 til 2005 var jan
uar í meðal 0,8 hitastig,
og árini frá 1986 til 2005
var meðalhitin í januar 1,5
stig. Januar í ár er tískil eitt
undantak.
Sunnudagin vóru 20 ár,
síðani amerikanska rúmd
arferjan
”Challenger”
sprongdist, beint eftir at
hon var farin á flog av Cape
Canaveral í Florida. Øll tey
sjey rúmdarfólkini doyðu.
Í tí sambandi varð skipað
fyri einum minningarhaldi í
Cape Canaveral sunudagin,
har leiðslan í NASA og
avvarðandi hjá manningini
á ”Challenger” luttóku. Bill
Gerstenmeier frá NASA og
Richard Scobee, ið er sonur
skiparan á rúmdarferjuni,
løgdu kransar við ein minn
isvarða, sum er reistur til
minnis um manningarnar á
”Challenger” og ”Columb
ia” og tríggjar rúmdarmenn,
sum doyðu undir einari
roynd í 1967. ”Columbia”
sprongdist í 2003, tá hon
var á veg aftur á Jørðina.
Øll tey tólv børnini hjá
manningini á ”Challenger”
vóru hjástødd, tá ferjan
fór upp frá tann 29. januar
í 1986. 73 sekund seinni
sprongdist hon.
Kaldur januar
20 ár síðani Challenger