Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 FRÁSØGN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Tað var neyvan gingin ein vika, eftir at gransk­ar­ar høvdu varnast eina gongu­ stjørnu í eini sólskipan langt burtur hiðani, ið líkt­ist jørðini meira, enn nøk­ur onnur fólk hava vitað um áður, til eitt nýtt slag av planetum løgdu leið­ina hendanvegin, til eitt av minstu blettum her á gongustjørnini Jørðini. Stað­ið var Hotel Føroyar, og tað var tað hendi leyg­ar­ kvøld­ið. Hesar planetirnar líktust tó ikki nøkrum, ið sæð áð­ur um okkara leiðir. Eitt er, at hesar planetirnar vóru gjørdar úr m.a. igul­ keri, ið rættiliga gav stjørn­unum, ið virðislønin­ ir­nar fullu í lut, eina ímynd av eini gongustjørnu við kosmiskum og komiskum di­mensiónum. Eitt annað er, at lagt var upp til eitt til­tak, har møguleiki var at hitta føroyingar, sum tú sjáldan hevur sæð teir áð­ur. Ja, ein hevur næstan hug siga, sum vóru teir av eini aðrari planet, men tað sigi eg ikki, tí tað vildi ver­ið at niðurgjørt stílin hetta kvøldið, ið ein kann næst­an kann siga fekk tað besta fram í fólki. Í øllum før­um, um vit skulu døma eft­ir arbeiðsbyrðuni hjá kon­trollunum hetta kvøldið, ið heldur valdu at stytta sær stundir við at leggja sjey­kabalu á telduni, enn at ganga skimast, um alt nú fór fram á sømiligan hátt. Tí tað gjørdi tað! Fólk skikk­aðu sær eins pent og tey vóru ílatin. Stásklødd Klokkan mundi ikki vera far­in nógv av níggju leyg­ arkvøldið, tá menn í svørt­um klædningslíknandi pløgg­um og gentur í skínandi ball­ kjól­um skundaðu sær inn um hurð­ina á tí fýrastjørnaða ho­tellinum við einum pinn­ pakk­aðum parkeringsøki uppi við Oyggjarvegin, har sjey gongustjørnur skuldu hand­ ast. Einki var avgjørt enn, og alt kundi henda, kundi tú næstan gita tær til, at útvarpsverturin úr Klaks­vík mundi fara at taka til, nú Útvarpið eisini sendi frá hesi handanini, tí spenningur var rættiliga í luftini. Ikki bara var tað eitt sindur forkunnugt og kanska eisini eitt sind­ur spacy at koma inn í for­ høllina á hotellinum og fáa ein vælkomudrykkir í alskyns litum. Gulum, reyð­ um og grønum. Men ikki minni spennandi upp­living var tað at koma inn í forhøllina og uppliva hend­an gallastemningin, sum nú rættiliga “hekk í luft­ ini” og speglaðist í tí gylta silkinum hjá kvinnun­ um og svørtu skónum hjá monn­unum. Jú, planetir skapa atmos­ feru, og eftir at hava not­ið vælkomudrykkin, varð far­ið upp í veitslusalin ell­a Glasstovuna, har tiltak­ið byrjaði við at vertir­nir, báðir, James Olsen og Ragnhild Ellingsgaard, bjóð­ aðu vælkomin og presenter­aðu Yggdrasil, ið løgdu fyri, og sum hetta planetkvøld­ ið kundu sigast at vera um­boð fyri “world-music” í Før­oyum. Tí world-music er m.a. eisini at fara niður okk­ara skattkistu og grópa í mentanararvinum eftri kvæð­um og kingo, og so seta tað saman aftur við m.ø. elektriskum ljóðførum og hugflogi, sum er ment í 21. øld. Framførslan rigg­aði væl, og bólkurin dugdi eisini væl at variera við tónum, ið bóru brá av glaðum fólkatónleiki, og var við til at fjálga um huglagið, meðan tann so­kallaði “one-fork-meal” varð etin. Hóast hesin ein-gaffils-verðin saktans kundi etast eins skjótt og ein­hvør annar skundverður, so var talan tó um sera leski­ligar smárættir, sum fleiri valdu at at taka við sær inn í matstovuna, har til bar at seta seg niður og fáa sær, meðan prátið gekk. Poppkorn og Kristian Blak Seinni byrjaði so sjálv hand­anin av virðislønum, har tey tilnevndu fyrst vórðu lisin upp, og vinnarin síð­ani varð kosin. Tilsamans vórðu seks Pla­ net­virðislønir umframt ein ser­lig virðisløn handað, og millum tey, sum vórðu bið­in um at koma at býta hesi herðaklappini út, vóru Sim­on Kvamm úr Nephew, Jes­ per Binzer úr DAD, Johnny DeLuxe eins og umboð fyri teir ymsu sponsorarnar aft­ an fyri tiltakið. Fyrsta tónleikanavnið, ið varð biðið um at koma upp á pallin at taka ímóti Pla­netvirðislønini var Popp­ korn, sum tey mongu, ið høvdu atkvøtt og dómsnevndin høvdu valt at verða besti nýggi bólkur. Bólkurin, ið rætti­liga hevur gjørt vart við seg við oyrafangarum, sum “Droymi mitt um dagin” og “Sig tað nú”, hava klár­að seg stak væl síðani fløg­an hjá teimum kom út, og tað er kanska heldur ikki heilt av vegnum at hava menn sum Kára Jacobsen og Eyfinn Jensen at hjálpa sær, tá tú ert tannáringur, og skalt royna flogið sam­an við teimum musikalsku markn­ að­arkreftunum. Onnur, ið blivu heiðrað vórðu m.o. 200, Eivør og Krist­ian Blak, ið fekk eitt ser­ligt Planet-herðaklapp frá ábyrgdarblaðstjóranum á Sosi­alinum, Jan Müller, og tað var eyðsýnt, at hendan hand­anin fløvaði hjá teimum báð­um. Jan var glaður fyri at sleppa at heiðra Kristian, og Kristian, sum tey sein­ astu mongu áratíggjuni hev­ ur verið til at broytt før­oyskt tónleikalívið frá at hava verið eitt lítið gjar á jarðarklótuni eina heims­umfatandi grottokon­ sert, takkaði fyri og kundi ikki annað enn viðganga, at tað eisini var ein heiður, at teir flestu bólkarnir, ið vóru við hetta kvøldið, onkurs­vegna hava havt okkurt við plátufelagið Tutl at gera, har Kristian hevur verið leiðari. Kvamm skemtaði Sum besti útlendski bólkur varð Nephew valdur, og var tað kanska serliga heppið, tí forsangarin í bólkinum, Sim­on Kvamm, var jú staddur í hølinum hetta kvøldið. Tað hevði kanska verið eitt sind­ur truplari at fingið Ma­donnu, sum eisini var til­nevnd, at lagt leiðina fram­við Hotel Føroyum hetta kvøldið. Meðan tær stás­ kløddu genturnar høvdu nógv­ an skund við at tuska niðan til pallin at fáa eyga á hend­an fjórðingsføroyingin, sum er valdur til “Danmarks lækr­este mand”, tók sjálvur púra róligt, og uttan nak­ að hóvasták fór hann at im­provisera í besta angora- stíli, hvussu føroyskt ljóð­ aði í hansara oyrum. Og jú, før­oyingar flentu í kíki eft­ir hesum volapykkinum. Hinvegin eydnaðist tað ikki at fáa Eivør at taka Tá planetirnar fóru í ringrás kring stjørnurnar Pynt, poppur og planetir. Stemn­ingurin var í hæddini leyg­ar­kvøldið, tá árs­ins Planetir vórðu handaðar fyri bestu tón­leika­av­rik seinastu tíð­ina. Fólk høvdu gjørt rættiliga nógv burtur úr við at lata seg í stás­klæðir hetta galla­kvøldið. Tað var fínt, tað var flott, og so var tað deiliga ófør­ oyskt upp á tann feita mátan