Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 ”Tað er ivaleyst einki einstakt fólk, ið hevur hevur havt so stóran týdning fyri føroyska tónleikalívið, sum Kristian Blak. Tí gleðir tað meg at sleppa at geva Kristiani hetta Planet- herðaklappið. Kristian hevur sum virkin tónleikari og tónasmiður ríkað nógv um føroyska mentanarskat- tin. Vit hoyrdu fyrr í kvøld Yggdrasil. Hettta er bert ein av bólkunum hjá Kristiani, ið hevur verið við til at breiða út kunnleikan um Føroyar úti í stóru verð. Eisini sum tónleikaútgevari hevur Kristian uppiborið eitt herðaklapp. Tað eru fáir føroyskir tónleikarar, ið ikki hava útgivið tónleik hjá TUTL, ella hava spælt á útgávum hjá TUTL. Hetta sæst millum annað aftur í tilnevningunum í kvøld, har fýra av teimum fimm tilnevndu fløgunum er útgivin av TUTL. Sum fyriskipari hevur Kristian somu- leiðis eitt herðaklapp uppiborið. Hann hevur ríkað okkum við tiltøkum sum Summartónum og Fólkatónleikarastevnuni, fyri ikki at tosa um arbeiðið í jassfelagnum. Eg kundi staðið her til í morgin, um eg skuldi nevnt alt, sum Kristian hevur gjørt fyri føroyska mentan. Ístaðin vil eg bara handa tær hetta Planet-herðaklappið. Tillukku Kristian”. Besti nýggi bólkur Vinnari: Poppkorn Tilnevnd: Poppkorn, Marius, Petur Pólson, The Dreams og Lama Sea Besti útlendski bólkur Vinnari: Nephew Tilnevnd: Green Day, James Blunt, Madonna, Nephew og Tim Christensen. Ársins sangari Vinnari: Kim Hansen Tilnevndir: Kim Hansen, Janus Ras­mus­sen, Brandur Karlsson Jacobsen, Kári Sverrisson og Teitur Lassen Besta songkvinna Vinnari: Eivør Pálsdóttir Tilnevndar: Lena Andersen, Guð­rið Hansen, Petsi Tvørfoss, Ei­vør Pálsdóttir og Guðrun Sólja Jaocbsen Ársins bólkur Vinnari: 200 Tilnevnd: GoGo Blues, 200, Marius, Lama Sea og Makrel Besta útgáva Vinnari: Morning Dew – Høgni Lisberg Tilnevnd: A Place to Stand On – Déjà vu, Førist – Páll Finnur Páll, Koma – Petur Pólson, Morning Dew – Høgni Lisberg, Viva La Republica – 200. Serlig virðisløn Kristian Blak Røðan hjá Jan Müller og grundgevingin fyri at geva Kristiani Blak ta serstøku Planetvirðislønina: ímóti síni virðisløn fyri at vald til bestu songkvinnu. Hon er jú ein kvinna, sum av sonnum má sigast at kenna eitt sindur til, at jørðin er rund, tí í løtuni ferðast hon víða hvar kring knøttin við antin Yggdrasil, Bill Bourne ella onkrum øðrum og syngur fyri fullum húsum í eitt nú Wien. Men hóast Eivør var stødd í Havn hetta kvøldið, so var hon tó bund­in av tveimum útseldum kon­sertum saman við Lenu og Guðr­un hetta kvøldið, og tí tók ein umboðsmaður ímóti henn­ara igulkeri. 200, Terji og samfelagsrevsing Kim Hansen, sum var valdur at vera besti mannligi sangari framman fyri m.a. Teit Lass­en og Kára Sverrisson, var tó til staðar, og undirhelt fleiri ferðir hetta kvøldið m.ø. Petsi Tvørfoss, Terja Ras­mussen og Frændum. Tí nógvur tónleikur var sjálv­ andi á skránni. Serliga fingu 200 lív í salin, men eis­ini Terji kom væl frá síni fram- førslu, har hann ikki sørt polemiskt, men rám­andi gjørdi viðmerkingar til bæði kjakið frá prixnum í fjør um “gamlar” tónleikar­ar til orðaskiftið um samkynd, sum ikki sær út til at vera køvt enn. Kjakið um rættindini hjá sam­ kyndum var eisini ein part­ur av innihaldinum í tekst­unum hjá 200 hetta kvøld­ið, og sum onkur tók til, so var tað jú ikki ann­að enn væntandi, at ein satirisk viðmerking fór at koma frá teimum um “Javn­að­arflokkin for så vidt an­går Gerhard Lognberg”, sum onkur tók til. Jú, eins og tónleikarar úti í heimi sum t.d. Bob Geldof og Bono eru við til at seta eina dagsskrá, sum pol­itikararnir ikki hætta sær at fara undir, tykist tað, sum tað eisini í Før­oy­um eru tónleikarar, ið ynskja at taka mál upp, sum teir politisku flokkarnir ikki vilja nerta við eini eld­tong, tí í sokallaðum etisk­um málum skal eingin fel­ags floksstøða takast. Eisini her merktist ein al­heimsdámur í hesum tiltaki­ num, og sjálvt planet­hug­tak­ið fekk aftur eina nýggja rúmd, um eg so má siga. Hugni og rós Tað er kanska okkurt um hatta, sum Gasolin’ sungu um á sinni um, at “Kloden drejer stille rundt”. Men eins hetta við at jørðin mel­ur, sum hon skal, sær tað ikki mætari út, enn at menningin á tí føroyska tón­leik­apallinum eisini gongur stútt og væl. Tí meðan vit enn klára at syngja við og taka ein sving-om saman við góðu, gomlu Frændum og sang­um um “at verja tína egnu jørð”, so ber eitt til­tak sum Planet Awards boð um, at vit við nøvnum sum Marius og 200 megna at hýsa musikarum her í Før­oyum, sum klára at skapa eitt ljóðbílæt, ið hoyrist aft­ur í einum so drúgvum til­taki. Gaman í, vóru tað onkr­ir steðgir innímillumm, ið onkur gramdi seg um vóru ov drúgvir, men hinvegin var hetta eisini við til at skapa ein meira róligan stemn­ing og møguleika at seta seg niður og heilsa upp á hvønnannan hetta kvøld­ið. Eisini ber til at kjakast um, tað er við at koma in­flatión í prísír og herða­klapp her í Føroyum við teim­um nógvu virðislønunum og atkvøðugreiðs- lunum, ið hava stungið seg upp seinastu árini. Sjálvur haldi, eg at tað at rósa hvørjum øðr­um ongantíð kann skaða, so leingi tað ikki verður skamm­rós, og vit geva teim­um erlig herðak- lapp, sum hava uppiborið tað. Tað vísti nevniliga tað skreyt­ klædda gallakvøldið á Hotel Føroyum, ið egnaði seg væl sum karmur til Plan­et Awards. Eisini Útvarpið var sum nevnt við hetta kvøldið, og var tað manningin úr Pegasus, sum var í Ringrás rundan um planetirnar leygarkvøldið, ið vóru varpaðar út til alt Før­oya fólk. Eftir er so kanska hjá onkr­ um rúmdarmanni at spyrja um lív er á mars, ella um fólk veruliga hava verið á mán­anum? Ja, svarið upp á teir spurnin- garnar stendur enn og veittra í vindinum Í øllum førum kann eg siga, at tað var fínt á Planet leyg­arkvøldið. Og har var lív í.