Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Fínt fínari Planet galla Hygg har? WAW! Hygga handan! Sjáldan hava so nógv flott fólk verið savnað á einum stað, sum leygarkvøldið á Planet Galla uppi á Hotel Føroyum. Fyri okkum mótaáhugað var tað ein uppliving at samanbera við eitt catwalk í Paris Inna Tørrnroos inna@sosialurin.fo Eg var ávarað áðrenn eg fór niðan á Hotel Føroyar. Galla er vorið stórt í Føroyum. Hóast hesum lat eg – fyrrverandi útsetin – meg bara í ein gliturtopp og svartar buksir. Sum eg tók feil. Longu í gongini inn í veitsluhølið fekk eg fyrsta sjokkið. Síðir kjólar í silki, pelsar rundan um akslarnar, og hárið uppsett upp á teir mest fantasiríku hættir. Her var einki spart upp á hvørki sminku ella hárspray. Eisini mannfólkið hevði hugsað eitt sindur longur enn til tann siðbundna klædningin. Nógvir vóru í litríkum skjúrtum. Hárið var styla og slipsini vóru breið og ofta hvít. Sjálvandi vóru tað eisini tey, sum vóru í heldur vanligum klæðum, men ofta høvdu tey eina stuttliga detalju - eina smykku, eitt belti ella skógvar sum lyftu klæðini. Naka giggut ella yt var ikki at síggja. ìhvørtfall sást tað ikki aftur millum alt glitur og gull. Palma Jacobsen var ein av kvinnunum, sum ein legði merki til. Hon hevði valt føroysk ballklæðir. – Eg havi keypt tvey stykkir av gomlum skipstroyg- gjurestum frá Tøting, og so hevur mamma seymað mær tað til ein niðurdeil. Hann hevur til og við sliss, sigur Palma um tann vakra kjólan. Sjallið hevur mamma hen- nara bundið, men toppurin er keyptur. Alt nýtt til Planet Galla. Hárið var uppsett hjá frisør. Í einum stóli uttan fyri veitsluhølið funnu vit Hannu Reinert Davidsen og Rebekku Nielsen. Tvey sera vøkur sprund. Kjólin hjá Hannu varð keyptur til eitt brúdleyp í desembur, og hárið hevur hon sjálv gjørt. – Eg haldi, at kjólin kostaði umleið 1700 krónur hjá Events, sigur Hanna. Rebekka Nielsen hevur seymað síni klæði sjálv úr stretch silki. Kjólin var ikki seymaður til hetta kvøldið, men til eitt annað galla, sum Rebekka hevur verið til. Sjelavermarin hevði hon eisini bundið sjálv.