Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Genturnar í Poppkorn vóru ein stak vøkur kvintett hetta kvøld, sum eisini fingu eina virðisløn við sær heim. Petur Asbjørn Lervig var nokk eitt tað mannfólk, sum hevði hugsað longst um sín stíl hetta kvøld. – Skjúrtan er gjørd av einum finskum designara til G-festivalin. Jakkin er fløjal og er keyptur á netinum, har eg ofta keypi klæðir. Tað er bíligari, og so fær man ofta annarleiðis klæðir enn tey sum eru at fáa í Føroyum, sigur hann. Slipsið er Armani. Buskurnar eru einar vanligar klædningsbuksur, men týdningarmikið var, at tær ikki skuldu verða svartar. Ringurin sum Petur hevur á fingrinum er ein sokallaður »singulringur«. Hann vísir, at tú er tøkur á marknaðinum, og so lýsur hann í myrkri. – Tað er eitt skeg páfunn, og so haldi eg, at tað bara eri eg og ein annar í Føroyum sum hava ein sovorðnan, sigur Petur. Eitt tað litríkasta parið hetta kvøldið vóru Hans Edvard Andreassen og Rannvá Danielsen. Hans Edvard var í nýkeyptum klædningi og nýggjari skjúrtu. Alt passaði sera væl saman við tí reyða hanakambinum sum hann hevur haft í næstan tvey ár. – Hann er ein »sukker« fyri reyðum, sigur Rannvá um klæðini hjá sjeikinum. Sjálvt skógvarnir vóru reyðir. Rannvá sjálv var í einum vøkrum svørtum kjóla við hvítum detaljum. Hon hevði lænt hann frá einari vinkonu. Taskan var hvít, og skjógvarnir svartir. Hárið høvdu tey gjørt hjá einari systur, sum lærir til frisør. Heidi Hansen er ein av teimum mongu hetta kvøld sum eru í pelsi. – Eg hugsaði, tá eg lat meg í, at eg vil vera smart men eitt sindur diskret, sigur Heidi. Pelsurin er úr revi og er keyptur í Danmark. Taskan er keypt í einum donskum designara handli. Venindan Elisabet Arge keypti sini klæði til nýggjárið, men hevur so eisini fingið brúk fyri teimum hetta kvøld. – Eg vil vera fín men behagilig, sigur hon.