mánadagur 30. januar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Simon Kwamm heldur tað vera frálíkt at vera
her í Føroyum. Hann hevur ikki verið her so ofta
áður – tá hann var átta ára gamal og so í sum-
mar, tá Nephew spældu á G! Festivalinum:
– Tað hevur ógvuliga nógv at siga fyri meg at
vera her. Eg havi jú familju her og kenni meg
bundnan til landið. Tá eg stígi úr flogfarinum í
Vágum og síggi umhvørvið, komi eg í eitt heilt
ótrúligt gear, ið ikki kann sigast frá. Eg elski
vøkru náttúruna, ið veruliga rørir mínar innastu
kenslur. Og so eri eg sjálvandi eisini góður við
fólkini, ið búgva her.
Erpin av virðislønini
Nephew sangarin gleðist um høvið at vera við
á Planet Awards, har hann júst hevur fingið
handað virðislønina fyri besta útlendska bólkin,
ið hann er sera erpin av:
– Eg haldi tað vera ógvuliga stuttligt at fáa
henda heiðurin – serliga eri eg erpin av at hava
vunnið á Madonnu, James og Green Day.
Hetta tiltakið er væl fyriskipað og tykist á ein
hátt at vera bæði rættiliga professionelt, men
tó familjukent í einum. Hýrurin er góður og vit
hugna okkum øll.
Vinmaður við 200
Simon Kwamm sigur seg ikki kenna so væl
føroysku tónleikararnar, ið spæla á Planet
Award, men tó er hann longu serliga bergtikin
av bólkinum 200:
– Mær dámar rættiliga væl teirra tónleik og
orku. Somuleiðis havi eg stóra virðing fyri
boðskapinum, ið verður boðaður í tónleikinum
hjá 200. Haldi tað er feitt, at teir fara út, har tey
flestu ikki tora – avrokna politikkin og eru á ein
hátt málgagn fyri eitt ættarlið, ið er fyrilagst av
at hoyra sjónarmiðini hjá teimum gomlu. Eisini
virði eg vinalagið millum teir og meg og havi
eisini givið fleiri av vinum mínum í Danmark
fløguna hjá teimum.
Ikki neyðugt at tráa eftir altjóða møguleikum
Simon Kwamm heldur, at fleiri føroyskir
tónleikabólkar avgjørt eru førir fyri at koma út
um landoddarnar at spæla, men heldur tað tó
vera sera harmiligt, at føroyingar flest leggja
so stóran dent á at sleppa út í heim at spæla
tónleik:
– Míni ráð eru heldur at royna at varveita
føroyska dámin so inniligan, sum til ber. Tí um
vit einans royna at sleppa út um landoddarnar,
missir tónleikurin eitt sindur av virði. Um eg
t.d. hugsi um tónleikabólk okkara, Nephew, so
hava vit roynt at týtt nakrar av okkara songum
til enskt, og mín sannroynd av hesum er, at teir
rætt og slætt ikki eru eins góðir og teir donsku.
Men hyggja vit á hinari síðuni eftir t.d. Teiti,
megnar hann framúr væl at syngja sangir sínar
á enskum. So tað er tó einki, ið forðar okkum
at koma út í verðina. Men hví ikki heldur bara
vera har, vit hoyra heima og gera onkran kulan
tónleik í umhvørvinum, sum vit eru í? – Tað er jú
sjálvsagt hetta, vit eru best før fyri.
Simon Kwamm greiðir frá, at jú meira vit
royna at ljóða sum onkur annar, jú verri verður
góðskan:
– Kim Larsen hevur einaferð sagt, at vit skriva
bestu tekstirnar á tí málinum, vit droyma á. Og
hetta eri eg samdur í.
Nýggj fløga ávegis
Í Nephew hava teir í løtuni ætlanir um at geva
eina nýggja fløgu út. Árið, ið júst er farið, hevur
verið ógvuliga friðarligt hjá Nephew, bólkurin
hevur einans spælt fýra konsertir, ein av hesum
var altso á G!:
– Vit høvdu brúk fyri at taka okkum av løttum.
Av hesum friðarliga tíðarskeiðnum hava fingið
nýggjan íblástur til at skriva nýggjar sangir.
Ætlanin er, at nýggja fløgan hjá Nephew
kemur á marknaðin í heyst. Og tá fløgan er
komin út, hevur Nephew í hyggju at fara á
konsertferð í Danmark, umframt eina rundferð í
norðanlondunum:
– Vit ætla avgjørt at koma aftur til Føroya at
spæla, og hetta verður væntandi á vári 2007.
Vit takkaðu Simon Kwamm fyri prátið, og lótu
hann fara aftur til vinir sínar: Jesper Binzer og
dreingirnar úr bólkinum 200.
Kwamm:
- Tað kennist gott at fáa
heiðurslønina, eg fekk í kvøld.
Eg havi fingið virðislønir
áður, men ongantíð vunnið á
nøvnum sum Madonna, James Blunt
og Green Day.
So nú ætli eg mær at fara á
kamarið hjá mær á hotellinum
og skriva til hinar limirnar í
bólkinum, at vit hava vunnið á
stjørnunum. Sovorið SMS-boð hava
teir ikki fingið áður, og eg
vænti, teir enntá fara at goyma
boðið á savninum á telefonini,
segði ein glaður Simon Kwamm,
sum vegna Nephew tók í móti
virðislønini á Planet Awards
sum »Besti útlendski bólkur«.
Lív Horsdal, post@sosialurin.fo
Føroyar
fær meg
í eitt
ótrúligt gear