Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Tit eiga eitt ógvuliga gott tónleikalív, ið tit eiga at gleðast um, heldur Jesper Binzer úr bólkinum D.A.D. Lív Horsdal, post@ sosialurin.fo Eftir virðislønirnar vóru handaðar, fekk Planet.fo orðið á navnframa og serstakliga fryntliga Jesper Binzer úr bólkinum D.A.D. Fegin at vera bjóðaður við Jesper Binzer, ið er komin til Føroya á Planet Awards fyri at handa planetina »Ársins sangari«, sigur seg vera sera glaðan fyri innbjóðingina og nýtir hvørja løtu: – Hetta er aðru ferð, eg eri í Føroyum. Fyrru ferð var eg her í 1999 við bólki mínum D.A.D. og spældi konsert í Høllini á Hálsi. Eg haldi tað vera framúr deiligt her í Føroyum. Heima eri eg í løtuni sera upptikin av ymiskum – t.d. seti eg júst saman eina nýggja dvd-fløgu hjá D.A.D., ið kemur út í apríl mánað. Tí er tað frálíkt at koma til Føroya at hava frí, njóta framúrskarandi tónleikalívið og at síggja stórfingnu og øgiligu náttúruna, ið er máttmiklari enn alt. Alla virðing fyri Planet Awards Jesper Binzer er hugtikin av tiltakinum hjá Planet. fo og heldur tað vera ógvuliga gott at meta tónleikin høgt: – Eg vóni føroyski tónleikurin saman við hesum tiltakinum mennir seg enn meira, tí hetta er eitt sera gott høvi til at koma víðari og hækka støðið soleiðis, at tónleikur møguliga kann røkka enn longri enn einans heima í stovuni saman við familjuni, skúlafeløgum o.s.fr. Somuleiðis hevði tað verið gott, um tiltakið samstundis varð víst í sjónvarpi, tí hetta vekir jú ans. 200 og Deja Vu best Jesper Binzer heldur støðið á tónleikinum, ið varð spældur á Planet Awards, vera ógvuliga høgt. Serstakliga dámdi honum væl 200, men er eisini bergtikin av fløguni hjá Deja Vu, ið hann hevur hoyrt. Hann metir, at teir kunnu koma sera langt, um teir ynskja: – Bólkurin 200 hevur tó sjálvandi tað í móti sær, at teir syngja á føroyskum – tískil eru teir sjálvsagt sterkast á heimavølli her í Føroyum, og tað haldi eg vera harmiligt, tí marknaðurin her er jú ikki so risa stórur. Tað, mær dámar best við Deja Vu, er ljóðblandingin, ið í roynd og veru minnir meg um útvarpsljóðið í einum bili, sigur Jesper við einum láturkendum brosi. Men hóast Jesper Binzer tekur hesar báðar tónleikabólkarnar framum, heldur hann tó samstundis at hinir bólkarnir, hann hevur hoyrt á Planet Awards, ikki standa nakað aftan fyri aðrar altjóða tónleikabólkar. Vil aftur til Føroyar Sjálvt um Jesper Binzer er komin til Føroya fyri at hugna sær á Planet Awards, vónar hann tó samstun- dis, at luttøka hansara kann føra við sær, at D.A.D aftur sleppa til Føroyar at spæla tónleikl. - Tað er ótrúligt at vera her. Hópin av frískari luft, náttúran er ovurmikil – ”det er helt vildt”, soleiðis siga stjørnurnar, sangarin Noam og gittarleikarin Søren úr stóra tónleikabólkinum, Johnny Deluxe. Lív Horsdal, post@sosialurin.fo Eitt av størstu donsku tónleikanøvnunum í løtuni, Johnny Deluxe, spældi og handaði eina virðisløn á Planet Awards leygarkvøl- dið. Gott tiltak Planet.fo hitti Noam og Søren backstage leygarkvøldið. Teir vóru báðir í sera góðum hýri: – Eg haldi, hetta tiltakið er rættiliga væl fyriskipað. Hóast eg ikki havi so gott skil á føroyskum tónleiki, haldi eg tað er óført, at onkur setir tónleikin í brennidepilin. Tað hevur hann avgjørt uppiborið. Sjálvandi kenni eg Teit, Guðruna Sólju og Eivør, men eg gleði meg til at hoyra og njóta hinar bólkarnar, ið skulu spæla í kvøld, sigur Noam við einum smíli, meðan Søren beinanvegin leggur afturat, at 200 gleða teir seg serliga til at hoyra: – Vit hava hoyrt okkurt smávegis frá bólkinum 200. Og teirra punktónleikur fall okkum rættiliga væl í oyrað, og eg ivist onga løtu í, at teir hava altjóða møguleika. Eisini fingu vit júst eina fløgu frá tónleikabólkinum The Dreams. Henda fløgan tykist mær sera áhugaverd, og eg gleði meg at hoyra hana. Teir hava jú gjørt eina sera kula tulking av einum sangi hjá songkvinnuni Anastasia. Túr við tyrlu Noam og Søren vóru leygarmorgunin tyrlutúr kring landið, og vóru teir bergtiknir av tí, teir sóu: – Vit hava ongantíð áður verið í eini tyrlu, so tað var spennandi í sjálvum sær, men at síggja máttmiklu náttúruna, var tó tað besta. Eg elski at vitja støð, har eg ikki havi verið fyrr, og Føroyar eru einki undantak. Tíverri náddu vit ikki at fara túr niðan í fjøllini, men tað má avgjørt vera eina aðru ferð, greiddi Søren frá. Handaðu Poppkorn Noam og Søren drukku tað seinasta av ølini og máttu síðan í skundi fara niðan í høllina at handa virðislønina »Besti nýggi bólkur«. Tað var sum kunnugt gentubólku- rin Poppkorn, ið fór við hesi heiðurslønini, og vórðu tær eisini púrasta tiknar á bóli, tá tað enntá vóru poppstjørnurnar Noam og Søren, ið handaðu, Søren og Noam greiddi seinni planet.fo frá, at teir hildu tað vera ótrúliga stuttligt at síggja hvussu glaðar genturnar vóru fyri heiðurslønina. Johnny Deluxe: Hetta rokkar! D.A.D: Føroyar er nakað fyri seg