Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Thilda Joensen, lurtari Fínt tiltak og nógv fín fólk. Stuttligt, at fólk gera so nógv burturúr. Og kokkarnir eiga at fáa rós. Eg haldi ljóðgóðskan er góð og tað sama kann sigast um ljóssetingina. Ein situr sum á nálum og bíðar eftir úrslitunum av teim ymsu planet handanunum. Kristina D. Øster, lurtari Eg haldi tað er gott við einum slíkum gallatiltaki og at øll pynta seg og royna at síggja gott út. Eisini er stuttligt við útlendskum nomineringum og luttakarum. Og Hotel Føroyar er eitt gott stað til slíkt tiltak. Flóvin E. Viderø, tónleikari Tað er feitt at vera nomineraður, hóast slík tiltøk ikki eru júst eg. Men hetta er eitt gott kvøld og ljóðið er gott...og Yggdrasil var feitt! Ein “minglar” nógv, tí ein situr ikki við føst borð og tað er gott, tí ein hittir nógv fólk. Jesper Binzer, tónleikari Eg haldi at tiltakið flýgur høgt listarliga og hetta er eitt flott tiltak. Skal eg siga nakað, so er tað, at steðgirnir eru ov langir, so næsta ár verður hetta óivað strammað upp. Men annars flott og hetta er jú fyrstu ferð. Og eg kann skoyta uppí, at 200 hevði uppiborið at vinna! Vágspopp Hvat heldur tú um um tiltakið Planet Galla? Orð/myndir: dagfinn@sosialurin.fo Vunnu fyri SMS atkvøður Tað vóru ikki bara tónleikarar, ið vunnu á Planet Awards. Lutakast var somuleiðis um góðar vinningar í millum tey, ið høvdu atkvøtt um planet heiðurslønirnar. Heidi Bjarkhamar í Vági vann eina ferð fyri 2 við Atlantic Airways. Niels Pauli Lamhauge í Syðrugøtu vann eina Samsung E 730 fartelefon frá Føroya Tele. Inga Weihe í Lamba vann eitt árshald av Sosialinum.