mánadagur 30. januar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2006
17
Nr. 21 • mánadagur • 30. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Suni og
Jón Rói
missa
generalin
á liðnum
Aab Hevur gjørt av
at selja stýrmanin á
miðvøllinum. Sviin
Martin Ericsson
fer nú at spæla við
Brøndby. Hinvegin
hevur felagið fingið
ein brasiliumann í
hópin
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Miðvallarspælarin Martin
Ericsson er seldur til
Brøndby, og harvið
missir AaB sín kanska
besta spælara seinnu
árini. Sviin hevur verið
miðvallarovasti, og fleiri
stór norðurlendsk feløg
hava ligið fram við eftir
spælaranum, sum ikki
vil leingja sín sáttmála
við AaB.
Tí hevur felagið gjørt
av at selja hann nú, með
an teir framvegis kunnu
fáa nakrar krónur fyri
hann. Og í Brøndby er
ovmikið av pengum í
kassanum eftir søluna
av Dennis Agger til
Liverpool, og samstundis
hevur Ericsson staðið
ovarliga á ynskilistanum
hjá venjaranum Michael
Laudrup.
Nýggjan
álopsspælara
Ein annar AaB-spælari
skal eisini í annað fel
ag. Tað er ungi Jacob
Sørensen, sum verður
leigaður út í eitt hálvt
ár, so hann kann fáa
neyðugu spælitíðina til
at gera seg galdandi á
U21 landsliðnum, ið skal
við í EM-endaspælið í
summar.
Hinvegin hevur AaB
fingið ein brasilskan spæl
ara við í hópin afturat.
Tað er 23 ára gamli álops
sinnaði spælarin Caca,
sum kemur frá Atletico
Mineiro, men hevur
spælt fyi MSV Duisburg
seinastu tíðina.
AaB er júst farið á
venjingarlegu í Turka
landi, og Caca er farin
við liðnum. Ætlanin er,
at AaB ger ein eitt ára
sáttmála við spælaran í
hesari vikuni.
Sterkastu kvinnu
liðini í kappingini
í fjør eru seedað í
steypakappingini,
og tey kunnu tí ikki
møtast fyrr enn í
finaluni. Lutakast var
leygardagin
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygardagin hevði Fótbólts
sambandið fund við feløgini
um kvinnufótbólt. Millum
tað, sum var á skránni, var
lutakast til steypakappingina
hjá kvinnum.
FSF hevur gjørt av, at tey
tey sterkastu liðini í kapp
ingini í fjør, B36 og KÍ,
sum eisini spældu finalu
seinast, ikki kunnu spæla
ímóti hvørjum øðrum fyrr
enn í finaluni. Hetta skal
sambært FSF tryggja, at fin
alan verður jøvn og áhuga
verd.
Lutkastið lagaði tað
soleiðis, at B36, sum er
steypavinnari, skal spæla
ímóti ÍF á heimavølli í fjórð
ingfinaluni. KÍ skal spæla
á útivølli ímóti EB/Streymi.
Hesir dystir verða tann 13.
mars
30. spríl og 5. juni spæla
feløgini tær tvær hálv
finalurnar, og 1. juli verður
finalan spæld í Havn.
10 kvinnulið
Landskappingin í kvinnu
fótbólti hevur havt skiftandi
eydnu seinnu árini, men í ár
verður luttøkan í kvinnu
kappingini á góðari leið, tí
10 feløg hava teknað kvinnu
lið til.
Tá ið talið á kvinnuliðum
broytist frá ári til ár, má FSF
taka støðu til kappingarháttin
mest sum á hvørjum ári.
Leygardagin varð eitt upp
skot lagt fyri feløgini um, at
tey 10 liðini verða býtt í 1.
deild og 2. deild. Í 1. deild
skulu verða feløgini KÍ,B36,
GÍ, EB/Streymur, AB og SÍ,
meðan Sumba, HB, NSÍ og
ÍF skulu spæla í 2. deild.
Uppskotið fekk misjavna
undirtøku, og FSF hevur
nú fingið viðmerkingar frá
feløgunum til uppskotið,
sum skal viðgerast endaliga
í næstum.
Tær sterkastu máttu skiljast sundur
B36 og KÍ spældu steypafinalu í fjør, og vinna tey sínar dystir
í steypakappingini, so verður hetta endurtikið í ár, tí feløgini
kunnu ikki møtast fyrr enn í finaluni.
Mynd: Jens Kr. Vang
Steypakappingin
hjá kvinnum
Innleiðandi dystir
1. GÍ-Sumba
2. EB/Streymur-SÍ
Fjórðingsfinalur, 13.
mars
3. V2-KÍ
4. NSÍ-V1
5. AB-HB
6. B36-ÍF
Hálvfinalur (2 dystir), 30.
apríl og 5. juni
7. V3-V4
8. V5-V6
Finala, 1. juli
9. V7-V8
Jón Rosenblad úr
Lamba var við í
kappingini um gullið,
tá ið Danmarksheitið
í innandurarógving
stóð upp á spæl um
vikuskiftið. Jón tók
seg munandi fram
samanborið við í
fjør og endaði sum
nummar 2
Rógving
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
27 ára gamli Jón Rosenblad
gjørdi aftur um seg í eini
danskari kapping í innand
urarógving um vikuskiftið.
Jón, sum er fremsti før
oyski rógvarin í hesum
ítrótti, tók lut í DM, og
hann stóð seg heilt væl. Jón
var við í kappingini á 2000
metrum.
Í fjør endaði hann sum
nummar 5 í DM, men hetta
skuldi betrast í kappingini
í ár.
Leygardagin vóru inn
leiðandi kappingar, og
tá stevndi Jón beint í
finaluna við eini góðari
tíð - munandi betri tíð,
enn hann nýttist at hava í
innleiðandi kappingini.
Tann sterkasti
var ov sterkur
Sunnudagin vóru finalurnar
á skránni, og her var Jón við
heilt frammi. Hann var um
at taka sítt persónliga met
á teininum, men endaði
ein tíggjundapart aftanfyri.
Tíðin 6,00,6 var tó nóg
mikið til eitt silvurmerki í
kappingini.
Peter Sylvest royndi at
sláa danska metið, sum er
5,55,5, men tað eydnaðist
ikki, hóast sterki rógvarin
vann kappingina við tíðini
5,56,0.
Jón fær møguleikan
at kappast í Føroyum
um stutta tíð, tí 11.
februar verður kapping í
innandurarógving í
Havn.
Jón vann silvur í DM
Jón Rosenblad er næstbesti danski rógvarin, tá ið tað kemur til innandurarógving. Hann var við í DM um viksukiftið, og stóð seg
heilt væl