mánadagur 30. januar 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 21 - 30. januar 2006
Í føroyska dómara
felagnum hildu tey
seg fáa nógv burtur úr
donsku vitjanini um
vikuskiftið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hondbóltsdómarafelagið
hevði kring dystin millum
H71 og StÍF leygardagin
skipa fyri ymsum tiltøkum,
soleiðis at føroysku dómar
arnir skuldu fáa sum mest
burtur úr, nú tveir danskir
toppdómarar vóru á vitjan.
Undan dystinum varð lítil
fyrilestur, har teir greiddu
frá, hvussu teir vanliga fyri
reikaðu seg til slíkan dyst.
Hesin fyrilesture var opin
fyri dómarum, venjarum og
fjølmiðlum, og sum skilst,
so var talan um rættiliga
áhugaverdan fyrilestur.
Síðani var farið til sjálvan
dystin, sum teir báðir skuldu
døma. Eisini her varð fylgt
væl við dømingini, áðrenn
ein eftirmeting frá øllum
pørtum varð gjørd.
Um dømingina sjálva
hildu fleiri, at hendan ikki
víkti so øgiliga nógv frá tí,
sum føroyingar eru vanir at
síggja, og sum so man tað
bara vera eitt gott tekin. Tað
skerst tó ikki burtur, at drúgvu
royndirnar hjá dómarunum
hava við sær, at teir allan
dystin tóktust sera róligir.
Hartil høvdu teir eisini sera
gott eyga við, nær teir lótu
fyrimunsregluna galda,
fyri síðani eftirfylgjandi at
revsa spælarar, sum høvdu
forbrotið seg á reglurnar.
Sunnudagin høvdu vit
orðið á Eyðun Samuelsen
hjá dómararfelagnum, og
hann ivaðist ikki í, at hetta
var ein vitjan, sum teir í
felagnum høvdu fingið nógv
burturúr.
– Hetta eru jú dómarar,
sum hava sera drúgvar roynd
ir, og tí kunnu teir sjálvandi
læra okkum nakað. Og
førleikin fyri hesum verð
ur ikki minni, tá teir báðir
hava tikið prógv sum dóm
arainstruktørar.
Men hvat ítøkiligt kunnu
tit brúka slíka vitjan til?
– Fyrst og fremst at menna
okkum sjálvar. Tað er ikki
soleiðis, at tú nú kanst siga,
at føroyskir dómarar eftir
hetta dugi eitt ella tvey ávís
ting betri. Men tað heldur
gongd í eini støðugari menn
ing, og tað er tað, sum vit
mugu miða eftir, heldur
hann.
– Og so kann eg bara leggja
afturat, at vit eru sera fegnir
um, hvussu væl eydnað
hetta tiltakið var. Teir báðir
dómararnir tóktust eisini
hava eitt gott vikuskifti, og
teir staðfestu, at teir heldur
enn gjarna aftur koma á
vitjan her hjá okkum, sigur
Eyðun Samuelsen at enda.
Føroyski hevarin
hevði lyklaleiklut, tá
DM-favorittarnir úr
Lyngby vórðu sendar
heim við 1-3 tapi
flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tvey umfør eru nú leikt
av elitu-endaspælinum í
donskum flogbólti. Føroyska
íkastið á kvinnusíðuni er
her Juanna S. Joensen, sum
spælir í SK-Aarhus. Og um
vikuskiftið var hon rættiliga
í fokus.
Mótstøðuliðið vóru DM-
favorittarnir úr Lyngby,
men tær fingu sjáldan eitt
bein til jørðina í dystinum.
Við settúrslitunum 17-25,
25-21-21-25, 25-22,15-11,
vann SK Aarhus ein tryggan
sigur, og tað var ikki minst
Juannu at takka. Sum skilst,
so spældi føroyski hevarin
ein framúr dyst - kanska sín
besta í Danmark yvirhøvur
- og tí var alla tíðina bit og
kraft í álopsspælinum hjá
Aarhus.
Fyrsta dystin í enda
spælinum taptu Juanna
og tær annars við 3-1
fyri Fortuna Odense, og
í samlaðu støðuni er SK-
Aarhus á fjórða plássinum
í kappingini.
– Makan til slíkt kaos
er tað langt síðani, at
eg havði sæð, segði
venjarin Tom Nordlie,
tá ið hann hølvaði
spælararnar hjá Start
av undir venjing á La
Manga
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Todi Jónsson og liðfelagarnir
í Start fingu ein ordans upp
sang frá venjaranum Tom
Nordlie undir venjing á La
Manga um vikuskiftið.
Blaðið Fedrelandsvennen
skrivar, at Nordlie var sera
misnøgdur við hugburðin
hjá spælarunum, og undir
venjingini sunnudagin kall
aði hann sínar menn saman
og loysti av.
– Eg giti, at tað er trupult
at koma í gongd, tá ið tað
eru tríggir mánaðir, síðani
vit vandu ymisku partarnar á
liðnum, men makan til kaos
er tað langt síðani, at eg havi
sæð, segði Tom Nordlie um
spælararnar, sum ikki vóru
so hugaðir at halda sínar tak
tisku skyldir undir venjing
og venjingardystum.
– Nú fari eg stramma
í. Januar, desember og
november hava verið serligi
mánaðir, tí vit hava havt
nógvar skaðar. Alt hevur
verið eitt sindur leysari, men
nú er tað liðugt við tí, og vit
skulu aftur á gamla lagið
aftur, segði hann
Mangla nógv sum lið
Start er á venjingarlegu á
La Manga, og sunnudagin
brúkti venjarin 10 minuttir
til geva spælarunum turt
uppá.
Venjarin gjørdi spælarun
um greitt, at teir mugu lurta
eftir venjaranum, teir mugu
lurta eftir hvørjum øðrum,
teir mugu bíta tennirnar
saman, tá ið tað verður
kravt nógv av teimum, og
teir mugu annars hava ein
professionellan hugburð til
venjing.
Start-venjarin heldur, at
seinasta tíðin hevur verið
merkt av nógvum skaðum,
men hann hevur hóast alt
gott mót.
– Vit eru ikki verri fyri
fysiskt nú samanborið við
somu tíð í fjør, men sum
lið hava vit nógv at arbeiða
við, sigur Nordlie við Fedre
landsvennen.
Sambært blaðnum tóku
spælararnir orðini frá venj
aranum til sín.
Todi ikki á lands
liðið aftur
Føroyski álopsspælarin Todi
Jónsson er við Start á La
Manga, og Fedrelandsvennen
skrivar, at Todi fer ikki at
spæla á landsliðnum aftur.
Hetta hevur Todi luftað í
føroyskum miðlum, og hóast
Føroyar skulu royna seg
ímóti sterkum tjóðum longu
síðst í hesum árinum, er tað
nógv sum talar fyri, at Todi
spælir ikki við landsliðnum
aftur.
– Eg skal tosa við lands
liðsvenjaran aftur í august,
men eg eri rættiliga vísur í,
at eg havi spælt mín seinasta
landsdyst, sigur Todi við
Fedrelandsvennen.
– Hevði eg verið 20 og
nýggjur á landsliðnum, hevði
tað verið nakað annað. Nú
má eg prioritera familjuna
hægri, sigur hann.
Todi og teir fingu skeld
GÍ fær mál
verja úr
Birmingham
Mikudagin kemur mál
maðurin Craig Johnson
til Gøtu at royndarvenja.
Sambært heimasíðuni hjá
GÍ kemur málmaðurin úr
Birmingham, og hann
hevur verið knýttur at lið
um í bæði Onglandi og
Spania.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at ein bretskur málmaður
er at finna í Gøtu. Carl
Whitehouse
royndist
gøtumonnum sera væl á
sinni.
Í fyrstu atløgu er talan
um royndarvenjing hjá
Craig Johnson.
-ek
Jóhann
aftur í NSÍ
Jóhann Troest Davidsen,
sum er sáttmálabundin í
Everton, fer næstu tíðina
at spæla við NSÍ. Tað veit
NSÍ heimasíðan at siga.
Jóhann Troest Davidsen
fyllir 18 ár týsdagin. Tá
verður hann liðugur við
lærutíðina í Everton og
verður fulltíðar yrkis
spælari.
Jóhann hevur havt lær
lingasáttmála við Everton
í fjúrtan mánaðir, og tá
ið hann týsdagin verður
átjan, verður hann bundin
at Everton við rættiligum
sáttmála.
Jóhann hevur, meðan
hann hevur verið lærling
ur í Everton, roynt seg
í Esbjerg og FC Midt
jylland, og nú skal hann
altso aftur spæla við NSÍ,
sum hann er uppvaksin
í. NSÍ heimasíðan sigur
einki um, hvussu langt
tíðarskeið NSÍ hevur leig
að Jóhann Troest David
sen frá Everton.
-jh
– Eg skal tosa við landsliðsvenjaran aftur í august, men eg eri
rættiliga vísur í, at eg havi spælt mín seinasta landsdyst, sigur
Todi við Fedrelandsvennen. Sunnudagin fingu Todi og hinir
spælararnir í Start eitt ordan skeld frá venjaranum
Juanna í
essinum
Juanna S. Joensen hevði høvuðsleiklut,
tá SK-Aarhus leygardagin vann á DM-
favorittunum úr Lyngby
Gevandi vitjan