mánadagur 30. januar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2006
19
Kollfirðingar vunnu
leikandi lættan
stórsigur, tá teir
sunnudagin tókust
við Neistan
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fleiri høvdu annars roknað
við, at Neistin júst í hesum
dystinum fór at bíta frá sær,
eftir at teir fyri viku síðani
spældu ein fínan dyst móti
VÍF.
Kollfirðingar hava hin
vegin eisini havt batnandi
avrik seinastu tíðina, og tað
stóð eisini skjótt greitt, at
teir ikki vóru sinnaðir at
geva Neistanum nakað.
Fyrsta korterið gekk so
hampuliga javnt á, men tá
KÍF so skrykti seg leyst,
var tað ikki við mýkindum.
Undan steðginum var
munurin vaksin til sjey
mál, og so gekk bara ein
vegin. Munurin vaks við
flúgvandi ferð, soleiðis at
bláu havnarmenninir at
enda bara bíðaðu eftir, nær
hallarfloytan fór at ljóða.
Men áðrenn hon gjørdi tað,
stóð 35-20 á talvuni.
Fyri sjálva kappingina
mundi úrslitið ikki hava
tað heilt stóra uppá seg.
Men tað staðfesti meira
ella minni raðfylgjuna í
botninum av talvuni. Tað
man í øllum førum vera sera
illa hugsandi, at Neistin
skal vinna fimm stig aft
urat, so teir kunnu koma
ájavnt kollfirðingunum.
Eins og tað eisini er trupult
at ímynda sær, at KÍF skal
gera somikið nógv um seg,
at teir kunnu klintra enn
eitt pláss uppeftir.
Skopuningurin John
Arni Nilssen hevur
í talvkapping í Prag
tryggjað sær sín triðja
og avgerandi IM-
norm. Hetta førir við
sær, at hann nú hevur
fingið heitið altjóða
meistari(IM)
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
carl_eli@hotmail.com
Í 9. umfari fríggjadagin
skuldi føroyski telvarin hava
javnleik, um málið skuldi
røkkast. Telvarin, sum hann
kappaðist ímóti, lá væl fyri
í kappingini, og tí tók hesin
av, tá John Arni tíðliga í
talvinum beyð honum remis.
John Arni vann kappingina
saman við fýra øðrum telv
arum. Teir fingu allir 7,5
stig av 11 møguligum. So
kappingin má sigast at hava
verið ein fullkomin succes
hjá John Arna.
Umframt kravið um tríggj
ar IM-normar, verður eisini
kravt, at telvari skal hava
havt í minsta lagið 2400 í
altjóða rating. John Arni
hevur í løtuni 2356, men
fyri tveimum árum síðani
var hann oman fyri 2400,
og tí verður hann útnevndur
altjóða meistari, tá nevndin,
sum hevur við hetta at gera,
kemur saman tíðliga í vár.
Fyrsti normurin hjá John
Arna kom í Politiken Cup
2002, tann næsti í røðini í
kapping í Budapest2003 og
við úrslitinum í Prag er røðin
fullfíggjað.
John Arni hevur síðani
fyrst í 90´unum verið partur
av føroyski talvelituni og í
skjótt fleiri ár hevur hann
verið sterkasti telvari í Før
oyum. Tað eru mong sum
halda, at John Arni í fleiri
ár hevur havt IM-styrki,
ella enntá sterkari enn flestu
IM´arar, og tí er feska heitið
sera uppiborið. Vónandi
kann John Arni vera íblástur
til allar hinar føroysku IM-
aspirantarnar.
Undan John Arna er tað
bert John Rødgaard her á
landi, sum ber heitið altjóða
meistari. Flóvin Tór Næs
hevur somuleiðis ognað sær
tríggjar IM-normar, men í
løtuni er altjóða ratingtalið
hjá honum ov lágt (2291) og
hann hevur heldur ikki verið
omanfyri 2400.
Leygardagin varð 4. Grand Prix
umfar avgreitt í Eysturskúlanum
í Havn. Talið av luttakarum lá
um 80, sum var ein blandingur
av gentum og dreingjum, tó mest
dreingir
borðtennis
tíðindaskriv
Kappast var í tveimum, har teir fyrstu
6 bólkarnir byrjaðu kl. 10.00 og hinir 5
byrjaðu kl. 13.00. Leikarar úr Tór og TBF
vunnu 10 bólkar, 5 í part, meðan Árnfríður
Olsen, sum leikar við nýggja felagnum úr
Hvalba, vann K bólkin.
Í fleiri deildum vísir stigatalvan seg at
síggja rættuliga spennandi út, undan 5.
og seinasta umfari, sum verður avgreitt í
næsta mánað. Hjá smápinkunum kunnu enn
4 gentur enda á øðrum plássið, meðan Anna
Mikkjalsdóttur liggur á einum tryggum
fyrstaplássi. Hjá smápiltunum sær alt út til
at verða avgreitt, við Hans Jón Jacobsen
sum vinnara, Eyðfinni Jensen sum nr. 2 og
David Mortensen sum nr. 3. Í piltadeildini
er eisini spenningur í, har Rasmus Potts
og Heini Mortensen kappast um gulli og
Mattias Mortensen og Patrikk Johannesen
um bronsuna. Í smádreingjadeildini er
støðan tann sama sum hjá piltunum, har
Fróði Jensen og Gilli Sørensen kappast um
oddasessin, og Hugin Albinus og Jákup
Thomasen um annaðplássi. Í meistaradeildini
minkaði spenningurin eftir dagsins umfar,
eftir at Fríði Jensen bert kláraði eitt 4. pláss,
meðan hansara nærmasti kappingarneyti
Petur Niclasen, vann bólkin, og sostatt
gjørdist munurin teirra millum heili 50 stig.
Um Fríði ætlar at gera sær nakra vón um at
fáa gull í Grand Prix kappingini í ár, so skal
hann vinna næsta umfar, og síðani vóna at
Petur endar á einum 4. plássi. Men alt hetta
og meira aftrat, fáa vit at vita eftir 5. umfar,
sum verður avgreitt í Havn 25. februar.
Bólkavinnararnir gjørdist:
A Petur Niclasen, Tór
B Eyðun Luid, Tór
C Gilli Sørensen, TBF
D Páll Heri Nolsøe, TBF
E Jens Andreas Henriksen, Tór
F Patrikk Johannesen, TBF
G Bjarki Olsen, Tór
H Margeir Kjærbo, TBF
I Birita Mortensen, TBF
J Andrias á Roykheyggji, Tór
K Árnfríður Olsen, Royn
Støðan eftir 4. umfar:
Smápinkur:
1 Anna Mikkjalsdóttur, TBF - 242 stig
2 Eva Wilhelm, TBF - 194 stig
3 Lív Øster, TBF - 192 stig
3 Sofía Maria Ferjá, TBF - 192 stig
Smápiltar:
1 Hans Jón Jacobsen, TBF- 240 stig
2 Eyðfinnur Jensen, TBF - 210 stig
3 David Mortensen, TBF - 168 stig
Pinkur:
1 Marin Brattalíð, TBF - 268
2 Birita Mortensen, TBF - 256 stig
3 Femja Mortensen, TBF - 252 stig
Piltar:
1 Rasmus Potts, TBF - 690 stig
2 Heini Mortensen, TBF - 590 stig
3 Mattias Mortensen, TBF - 430 stig
Smágentur:
1 Sheila Strøm, TBF - 920 stig
2 Rakul Mikkjalsdóttur, TBF - 800 stig
Smádreingir:
1 Fróði Jensen, TBF - 1160 stig
2 Gilli Sørensen, TBF - 1110 Stig
3 Hugin Albinus, TBF - 990 stig
Gentur:
1 Susie Midjord, TBF - 980 stig
2 Joan Thomasen, TBF - 690 stig
3 Svanna Mortensen, TBF - 388 stig
Dreingir:
1 Reidar Luid, Tór - 1370 stig
2 Pætur Albinus, Tór - 1190 stig
3 Sjúrður Ferjá, TBF - 1070 stig
Kvinnuunglingar:
1 Marin í Dali, TBF - 1200 stig
2 Mariann Mikkjalsdóttur, TBF - 820 stig
3 Eydna Jespersen, TBF - 410 stig
Mansunglingar:
1 Ragnar Egilsson, Tór - 1400 stig
2 Sigurð Carlsson, Tór - 1250 stig
3 Levi Winther, Tór - 740 stig
Meistaradeildin:
1 Petur Niclasen, Tór - 1470 stig
2 Fríði Jensen, TBF - 1420 stig
3 Vagnur Nolsøe, TBF - 1200 stig
80 borðtennis luttakarar
John Arni Nilssen er
nú altjóða meistari
KÍF-Neistin 35-20 (17-10):
Sorl í Hoyvík
Triði IM-normurin varð fingin til høldar fríggjadagin, og nú er kann John Arni Nilssen seta sær
IM framman fyri navnið
KÍF-Neistin 35-20 (17-10):
Málskjúttar
KÍF: Arnbjørn Hansen 10(4), Petur Martin Poulsen
8, Rógvi Weyhe 4, Damir Oros 4, Gert Hansen 3,
Mirko Milenkovic 2, Karl Jóhan Djurhuus 2, Teitur
Joensen 1, Sune Davidsen 1
Neistin: Tróndur Kragesteen 6(1), Karl Herup
Olsen 3, Jóan P. Holm 3, Johan Brekkstein 2, Karl
Oddmar Rasmussen 2, Jens Mohr 1(1), Blagoje
Buha 1, Birgir Poulsen 1, Kári Horn 1
Brotskøst: KÍF 5, Neistin 5
Útvísingar: KÍF 4, Neistin 3
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA UM DYSTIN