mánadagur 30. januar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 21 - 30. januar 2006
Fyri steðgin spældu
hoyvíkingar effektivt
verjuspæl, uttan
stórvegis møsn. Men
tað var tó um reppið,
at teir kortini lorkaðu
sigurin burtur
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hoyvíkingar vunnu seg leyg
ardagin einsamallar í oddin í
føroyskum manshondbólti.
Talan var enn einaferð um
týdningarmiklar uppgerð
millum oddalið, tá StÍF
var komið á vitjan. Og við
sigrinum sementeraði H71
sína støðu sum ein av heilt
alvorligu FM-biðlunum í
ár.
Verja og málverji
Fyri steðgin var talan at kalla
eisini um meistaraspæl.
Við sera disciplineraðum
verjuspæli,
megnaðu
heimamenninir
nærum
at halda StÍF púrasta frá
skoringsmøguleikum. At
StÍF ikki hevði nakra ferð
á álopsspælinum, gjørdi
sjálvandi ikki uppgávuna
truplari í so máta, men tað
var tó merkisvert, hvussu
væl verja og málverji
arbeiddu saman. Eitt var,
at Levi tók alt, sum kom
á hansara síðu í málinum.
Annað var, at hann ikki eina
tí einastu ferð varð seldur av
verjuni, og tí gjørdist eisini
hansara uppgáva av tí lættara
slagnum.
Og strandingar tóktust
ikki at hava nøkur vápn,
sum kundu venda gongdini.
Í øllum førum, so vórðu
hesi ikki nýtt fyri steðgin.
Og tað boðaði eisini frá
óvanliga stórum passiviteti,
at bonkurin als ikki gjørdi
nýtslu av time-out møgu
leikanum fyri steðgin. Ístað
in koyrdi spælið alla tíðina
í sama spori, har Alexandur
og Leivur vóru mest sum teir
einastu at bjóða av. Men har
hvørgin teirra hevði stórvegis
hepni við atsóknum sínum.
Dýrir avbrennarar
Onkur hevði á munni í
steðginum, at tað kanska
var soleiðis hjá StÍF, at teir
enn merktu hørðu dystirnar
móti Kyndli í beinunum. Og
at uppgávan tí var mest sum
vónleys.
Hvørt teir enn vóru nakað
tungir, er ilt at meta. Men
teir tóktust so ikki halda, at
uppgávan var vónleys. Frá
byrjan av seinna hálvleiki
royndi StÍF at toga seg aftur
í dystin. Tað eydnaðist tó
ongan tíð at koma heilt upp á
javnt, men fleiri ferðir høvdu
teir tó av álvara møguleikan
at toga seg aftur í dystin.
Men hvørja ferð, so
vórðu møguleikarnir mis
nýttir. Ikki minst var sein
asta royndin hjá Arturi
Johansen ein av teimum
dýru avbrennarunum. H71
hevði annars verið á odda
21-17, og tóktist hava punk
terað dystin. Tvey skjót
strandamál skaptu tó nakað
av spenningi aftur, og við
nærum tveimum minuttum
eftir, kundi talan verið um
øgiligan endaspurt. Men
Jens á Skipagøtu bjargaði
royndini frá púrasta leysa
Artur, og so kundu hoy
víkingar draga andan nakað
lættari. Eisini hóast tað kort
ini eydnaðist gestunum at
minka um munin. Tá vóru
vóru tó bara 15 sekund eftir,
og tí eingin veruligur vandi.
Og tá Jakob so eisini skoraði
vakurt úr spískum í seinasta
sekundinum, varð sigurin
staðfestur.
Liggja væl
Og hesin heldur framvegis
H71 á beinari finalukós. Við
fýra stigum niður til StÍF
er hóttanin frá hesi síðuni
heldur ikki eins stór, sum
hon hevur verið. Áðrenn
farið verður í holt við seinnu
hálvu av endaspælinum,
hava hoyvíkingar á pappíri
num lættan dyst, og tí
liggja teir nú sera væl fyri
í royndunum eftir øðrum
finaluplássinum.
Her er StIF enn ikki heilt
útspælt. Men tað er greitt, at
uppgávan hjá teimum nú er
væl truplari, enn hon hevur
verið. Komandi vikuskifti
eiga teir heimadyst móti
VÍF, og tann dysturin skal
helst enda við sigri, um
strandingar skulu gera sær
nakrar vónir um FM-heitið.
Samlaði sigurin hjá
Stjørnuni var ongan
tíð í vanda, og nú
kunnu tær so smátt
fara at hugsa um
finaludystin móti
Neistanum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Spenningurin var ikki tann
stóri undan seinnu hálv
finaluni millum Stjørnuna
og VB. Við trygga sigrinum í
Vági í bakhondini, skuldi VB
at kalla fremja undurverk,
um uppgerðin skuldi kopp
ast. Og sjálvt mest trúgvu
VB-viðhaldsfólkini mundu
eisini hava slept allari vón
í so máta.
Tí var tað eisini so sum
so við intensitetinum. Sjálv
andi vildu báðir partar
vinna. Og eingin nakað fyri
einki. Men samstundis, so
vistu spælararnir við sær
sjálvum, at talan ikki var
um ein alt ella einki dyst.
Og ikki minst, at liðini bæði
framveigs hava eina harða
landskapping at hugsa um,
har býttir skaðar og/ella leik
bann kunnu koma illa við.
Tað var annars VB, sum
byrjaði dystin betur, men tað
var tó skjótt, at vertirnir eisini
komu á rætta lagið. Stutt fyri
hálvleik fekk Stjørnan eisini
togað seg framum, og tí
leiðsluni høvdu tær ongantíð
hug at sleppa. Eitt skifti eftir
steðgin tóktist talan tvørtur
ímóti at gerast um sannan
stórsigur, mne tað hendi so
ikki. VB fekk pyntað nak
að um móti endanum, men
meira enn hetta pyntið gjørd
ist talan ongan tíð um. Til
tess hevði munurin í fyrra
dystinum verið ov stórur.
Og soleiðis verða tað aftur
í ár Stjørnan og Neistin, sum
skulu dystast í finaluni. Ein
dystur, har Stjørnan helst
má finna seg í favoritt-
leiklutinum. Menn tann
leiklutin munnu tær kortini
kenna heilt væl, soleiðis
sum árið hevur gingið.
Hvørt talan so verður um
greipuna í ár, er ein annar
spurningur. Fyrri partur
av tí spurninginum verður
svaraður um tvær vikur.
Finn aftur
í B36
Hóast venjingarnar nú av
álvara eru farnar ígongd,
so eru dyrnar hjá ymsu
fótbóltsfeløgunum kring
landið enn ikki læstar.
Í B36 hava tey fyri
stuttum ásanna, at Pól
Thorsteinsson ikki verður
partur av liðnum, sum
nú skal verja FM-heitið,
og tí hevur verið hugt at
møguleikum at styrkja
um verjupartin.
Og ein partur av svari
num er nú komin í rættlag.
Finn Mørk var partur av
ungu spælarunum, sum
komu upp gjøgnum røð
ina hjá B36 fyri einum
tíggju árum síðani,
men tað hevur tó verið
avmarkað, hvussu nógv
hann hevur gjørt um seg í
árstalsfelagnum. Hann var
tó partur av hópinum, sum
í 1997 vann FM-heitið,
men síðani hevur tað
verið avmarkað, hvussu
nógv hann hevur gjørt
um seg. Eitt skifti spældi
hann fótbólt á Toftum,
men síðani hevur tað
fyri tað nógva verið hjá
føroyska útisetafelagnum,
ÍF Føroyum, at hann hev
ur gjørt um seg. Hetta
meðan hann hevur nomið
sær útbúgving sum jarð
frøðingur.
Lestrartíðin er nú um
at vera av, og týsdagin
kemur spælarin til Føroya
og B36. sum skilst, so
verður steðgurin her
heima í øllum førum
hetta
kappingarárið.
Hetta meðan ritgerðin í
lesnaðinum verður skriv
að.
-mørk
Stjørnan-VB 31-27 (13-10):
Stjørnurnar í finaluni
H71-StÍF 22-20 (12-7):
Gullspæl í hálvan tíma
H71-StÍF 22-20 (12-7)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen 8(1), Tróndur Vatnhamar 6(1),
Sigtór Andreasen 3, Niels Viggo Niclassen 2, Piti Negru 2,
Jakob Jónsson 1
StÍF: Alexandur Johansen 10(5), Leivur Justinussen 4(1),
Artur Johansen 3, Bent Djurhuus 1, Bárður Danielsen 1,
Jørmund Joensen 1
Brotskøst: H71 3, StÍF 9
Útvísingar: H71 6, StÍF 4
Dómarar: Jørn Møller Nielsen & Gert Aagaard. Høvdu
eina hampuliga trygga linju. Og uppgávan gjørdist
kanska eisini lættari, tá spælararnir heilt greitt høvdu
virðing fyri útlendska parinum.
FAKTA UM DYSTIN
Stjørnan-VB 31-27
(13-10).
Stjørnan í finaluni við
samanlagt 56-44
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru
7(1), Una Olsen 7, Bára
S. Klakstein 6, Anna Krist
ina Samson 4, Joan M.
Djordjevic 3, Katarina
Stepanov 2, Maria við
Neyst 1, Alina Olaru 7,,
Louisa Andreasen 1(1)
VB: Daiva Toumaite 12(1),
Rannvá Augustinussen
5, Christina Holm 5(1),
Margreth Augustinussen
2, Maryna Zylko 2, Monica
Samuelsen 1
Útvísingar: Stjørnan 3,
VB 4
Brotskøst: Stjørnan 3,
VB 4
Dómarar: Kári Hansen &
Hartvig Joensen
FAKTA UM DYSTIN
Við seks málum
átti Bára S.
Klakstein sín lut
í sigrinum hjá
Stjørnuni á VB
sunnudagin
Mynd: Bárður
Lydersen