mánadagur 30. januar 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2006
21
Brakið í Vestmanna
livdi enn einaferð
upp til navnið. Høg
ferð, dramatikkur,
tvey reyð kort og
eitt útjavnandi mál í
seinastu sekundunum
stóðu hesa ferð á
matarlepanum, tá
risarnir í føroyskum
manshondbólti
borðreiddu fyri
áskoðarunum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki er at siga til, at lagið á
grøna Kyndils-herinum var í
botni, tá hallarfloytan hevði
blást dystin í Vestmanna
av. Eftir tungu gongdina
í endaspælinum, sum eis
ini hevur kostað eitt far
væl í steypakappingini,
var hetta nærum seinasta
útkall hjá Kyndli, um føð
ingardagsárið ikki skuldi
enda steypaleyst.
Stóðu trýstroyndina
Trýstið á spælarunum var
tí stórt, og í nærum allar
mátar livdu teir eisini upp
til hetta. Tá teir fyrst komu
ígongd, tóktust teir í allar
mátar at vera betri fyri enn
vestmenningar. Framfýsna
3-2-1 verjan rakk fyri tað
nógva endamálinum um
at halda stóru skjúttunum
hjá VÍF, soleiðis at hesir
einsamallir ikki fingu loyvi
at avgera dystin.
Við Róki Akralíð og
Høgna Klein sum væl upp
løgdum
skothóttanum,
megnaði Kyndil eisini væl
og virðiliga at seta seg á
álopspartin. Ikki minst tí teir
eisini í stóran mun megnaðu
at variera álopsspælið við
góðum yvirgongdum. Um
miðjan hálvleikin fingu
teir av álvara fatur á, og so
kundu vestmenningarnir
fyri tað nógva bara hyggja
at, hvussu hondbóltur kann
verða spældur, tá hann er
bestur.
Hugsaðu um
dómararnr
Beint fyri steðgin fekk Kynd
il tó eitt skot fyri bógvin, tá
Hjalti M. Jacobsen fekk reyða
kortið frá dómarunum. Talan
var uttan iva um eina skeiva
meting, tá dómaraparið tók
ostaskorpuna fram, og tí
ilskaðust kyndilsmenn eis
ini. Og júst hugurin at ill
neitast inn á dómararnar var
kanska eisini viðvirkandi
til, at Kyndil ongan tíð fekk
sama takið um dystin eftir
steðgin.
Í øllum førum vórðu til
tíðir óneyðuga nógv orka nýtt
til hesa illneitan, heldur enn
til sjálvt spælið á vøllinum,
og skal nøkur einstøk finnast
fyri mista sigurin, so var tað
kanska júst hetta.
Góvust ikki
Tað skal tó ikki takast frá
vestmenningunum, at teir -
hóast trupulleikar við spæli
num - alla tíðina stríddust
av øllum alvi. Og hóast Lars
Black enn einaferð prógv
aði, at hann er væl ávegis
at yvirtaka sessin sum besti
málverjin í landinum, so
mistu skjúttarnir ongantíð
mótið.
Fyri steðgin var tað ser
stakliga Áki G. Olsen,
sum hevði hildið teimum í
dystinum, og spakuliga tóku
aðrir eisini við ábyrgdini.
Munurin minkaði skjótt nið
ur í eitt mál, men seinasta
pettið tóktist mest sum ógjør
ligt at fáa fatur á. Hóast
javnstøðu í fleiri umførum,
so eydnaðist bert ta einu
ferðina at leggja seg á odda,
men ta ferðina vóru teir
grønu skjótir at svara aftur.
Og so munnu vestmenn
ingar eisini prísa sær
lukkuliga fyri, at teir hava
somikið góðar málverjar á
liðnum. Tað mundi í øllum
førum bjarga nógvum, at Eli
Müller kom á vøllin seinasta
korterið. Og so áttu teir eisini
trumfin, tá Dejan Lacok varð
sendir inn til brotskøstini.
Tíggju teir seinastu minutt
irnar áttu Kyndil tríggjar
ferðir møguleikan úr sjey
metrum. Allar tríggjar
ferðirnar bjargaði Dejan,
og tó at Høgni í seinastu
av
hesum
royndunum
skoraði upp á returin, so
slerdi hesar bjargingar stór
petti av sjálvsálitinum hjá
Kyndli. Og tað mundi tað
eisini gera, tá Eli einar
tríggjar ferðir stórbjargaði
royndum frá púrasta leysum
mótstøðumonnum.
Dramatiskur endi
Sjálvt Eli fekk tó ikki gjørt
stórvegis, tá Rókur Akralíð
við bara hálvum minutti eftir
bombaði bóltin í meskarnar,
og so skuldu vestmenningar
hava nakað burtur úr seinastu
royndini. Tað eydnaðist
eisini, tá Harald Bjørgvin
leyp inn úr spískum. Teir
grønu mest sum lótu hann
fara, tá vinkulin var at kalla
vónleysur. Men heldur enn at
skjóta, valdi Harald at spæla
bóltin inn til ein flúgvandi
Inga, sum við framúr vakra
málinum tryggjaði VÍF ann
að stigið.
At sami Ingi so hampuliga
provokerandi rann beint í
linjuni hjá málverjanum
útaftur, fekk sinnið at kóka
yvir hjá teimum grønu. Ingi
fekk eisini tað, sum hann fór
eftir, tí hetta skar møguligu
svartíðina hjá Kyndli úr
fimm niður í eitt sekund, og
so gjørdist ikki stórt. Tað
var sjálvandi eitt mistak,
at hetta ikki varð revsað av
dómaraparinum, sum ístaðin
gav Jónleif Sólsker reytt kort,
tá hesin sýndi sína óngød um
seinastu avgerðina.
Keðiligi endin av dysti
num fekk tó ikki tikið
burtur myndina av einum
framúr undirhaldandi hond
bóltsdysti. Kanska mest und
irhaldandi dystinum higartil
hetta kappingarárið. Og í so
máta livdi klassikarin av
sonnum upp til navnið.
Kyndilsmenn vóru óguvliga
vónbrotnir, tá seinasta
bríkslið hevði ljóðað í
Vestmanna sunnudagin.
At kalla allan dystin vóru
tað teir, sum høvdu munin,
men kortini spurdist bara
eitt stig burturúr. Og tað
vóru teir als ikki nøgdir
við.
– Hatta lorkaðu vit burt
ur, og vit hava bara okk
um sjálvum at takka, helt
Marius Joensen, tá vit eftir
dystin fingu orðið á hann.
– Tað nyttar lítið at tosa
um, at málverjarnir hjá
teimum standa væl. Tí eg
haldi, at vit alt ov ofta gera
málverjan hjá mótstøðuni
til besta málverja í landi
num.
Er tað kanska ikki eisini
so, at tit ikki eru nóg kaldir,
tá dysturin skal avgerast.
Eitt nú brenna tit í dag trý
brotskøst umframt aðrar
upplagdar møguleikar sein
asta korterið?
– Tað kann væl vera,
at vit ikki duga at lukka
dystin. Møguleikarnar
høvdu vit í øllum førum,
og tí er tað sera tungt, tá
tað ikki eydnast at vinna,
staðfesti Marius.
Hann helt at enda, at
hóast hetta, so er Kyndil
langt ífrá liðugt enn.
– Tað var í øllum førum
øgiliga týdningarmikið, at
munurin uppeftir ikki økt
ist. Men nú hava vit illa ráð
at missa nógv meira, um
vit skulu verða partur av
finaluni.
–mørk
Heldur enn at harmast um
javnleikin, so tóktist Sámal
Joensen hjá VÍF hampuliga
nøgdur um, at tað eydnaðist
VÍF at fáa eitt stig burtur
úr dystinum móti Kyndli
sunnudagin.
– Vit áttu kanska at tapt
handan dystin. Spælið var
í øllum førum ikki nakað at
reypa av, uttan at eg tó skal
siga, hví so er. Men í øllum
førum, so skora vit ov illa
upp á møguleikarnar hjá
okkum, og tí hevur spælið
lyndi at troka seg saman á
miðuni.
– Men alt í alt, so haldi
eg, at vit mugu vera nøgdir
við stigið. Sjálvandi vildu
vit helst havt tvey stig, men
við javnleikinum, so hildu
vit hóast alt fast um munin.
Nú ræður um at rætta tank
arnar móti komandi sunnu
degi, tá vit á útivølli skulu
takast við StÍF.
–mørk
Lorkaðu sigurin burtur
Gjørdist ov tungt
VÍF-Kyndil 25-25 (12-15):
Kyndil iðraði seg
Talan var um nógvar og harðar nærdystir á Vestmanna. Her hevur Sámal fingið eitt dekan ov gott tak á Hans Áka
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-Kyndil 25-25 (12-15)
Málskjúttar
VÍF: John Zachariassen 6, Áki G. Olsen 5, Sámal Joensen 4,
Agnar Joensen 4, Ingi Olsen 3, Regin Joensen 3(2)
Kyndil: Høgni Klein 11(2), Rókur Akralíð 7, Hans Áki Dal
Christiansen 3, Marius Joensen 2, Janus Einar Sørensen 1,
Jónleif Sólsker 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 4, Kyndil 4
Diskvalifikatión: Kyndil 2 (Beinleiðis reytt)
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen. Høvdu eina
sera trupla uppgávu, sum eyðvita bar nøkur mistøk við
sær.
FAKTA UM DYSTIN
Marius Joensen
Sámal Joensen