mánadagur 30. januar 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 21 - 30. januar 2006
Hóast Chelsea var á
veg úr steypakapp
ingini fáa teir enn
ein møguleika at
basa Everton í fjórða
umfari av FA Cup.
Arsenal møtti upp við
einum skerdum liði
ímóti Bolton og mátti
eisini lúta. United
og Liverpool fóru
víðari uttan stórvegis
hóvasták
FA Cup
Stefan í Skorini
skorini@gjk.dk
Arsenal hevur verið umboðað
í fýra av fimm teimum síðstu
finalunum í FA Cup, men í
ár vera teir so ikki at síggja á
Wembley í finaluni. Arsenal
tapti nevniliga fyri Bolton í
fjórða umfari. Bolton vann 1-
0 við máli frá Stelios Gianna
kopoulos móti endanum av
dystinum.
Hetta var ein dyggur smeit
ur fyri Arsenal, sum eisini
tapti hálvfinaluna í minnu
steypakappingini í síðstu
viku. Arsenal hevur sostatt
bert ein møguleika at vinna
nakað steyp í ár, og tað er
Champions League.
Arsene Wenger varð
noyddur at senda eitt skert
lið á vøllin ímóti Bolton.
Thierry Henry, Bisan Lau
ren og Dennis Bergkamp
vóru ikki tøkir, og tí sendi
venjarin boð eftir fleiri
yngri leikarum, sum tó ikki
megnaðu at lyfta uppgávuna
til fulnar. Seinasta vikan
hevur sostatt roynst serliga
illa hjá Arsenal, sum eftir
øllum døma liggur í einum
tungum aldudali.
Lampard bjargaði
Chelsea
Chelsea hevði eina torføra
uppgávu á útivølli ímóti
Everton, sum áður hevur
leikt javnt ímóti Chelsea í
hesum kappingarárinum.
Everton gav eisini suve
rena oddaliðnum í lands
kappingini skarpan gang.
Heimaliðið hevði munin fyri
steðgin og var frammanfyri
við einum máli, ið James
McFadden skoraði, tá hann
setti høvdið á eitt innlegg úr
vinstru.
Hevði Everton havt initia
tivið í fyrra hálvleiki, so
var tað Chelsea, ið setti
dagsskránna eftir steðgin.
Damien Duff og Carlton Cole
vórðu sendir á vøllin fyri at
styrkja um álopsspælið, og
tað gav eisini úrslit.
Chelsea skapti nógvar
møguleikar, og serliga Her
nan Crespo fekk fleiri góð
tilboð. Men tá 73 minuttir
vórðu leiktir, var tað topp
skjúttin hjá Chelsea, ið fekk
útjavnandi málið. Frank Lam
pard varð spældur leysur í
brotsteiginum og hann javn
aði til 1-1. Nú skulu liðini
so spæla umdyst á Stamford
Bridge, og tá má Chelsea
vera stórfavorittur.
Liverpool hóraði
undan
Liverpool var á útivølli ímóti
botnliðnum Portsmouth, og
tað gjørdist Liverpool, ið
fór við sigrinum. Gerrard
legði Liverpool framum við
einum brotssparki, og John
Arne Riise skoraði seinna
málið við einum vøkrum
langskoti.
Portsmouth svaraði aftur
í seinna hálvleiki, tá Sean
Davis minkaði um munin,
men Portsmouth megnaði
ikki at fáa útjavnandi mál
ið.
Liverpool keypti í vikuni
Robbie Fowler, men hann
hevur ikki loyvi at umboða
Liverpool í FA Cup, av tí at
hann longu hevur leikt við
Manchester City í steypa
kappingini.
United víðari
uttan hóvasták
Manchester United spældi
á útivølli ímóti Wolver
hampton, ið spælir í næst
bestu deildini. Hetta vísti
seg ikki at vera nakar trupul
leiki hjá United, hóast lið
úr Premier League ofta
kunnu hava trupulleikar á
útivølli ímóti liðum úr lægri
deildum.
Kieran Richardson legði
United á odda eftir bert
fimm minuttir, og tað Louis
Saha økti til 2-0 fyri steðgin.
Richardson var aftur á bletti
num í seinna hálvleiki og sló
sigurin rimmarfastan.
Eitt av Premier League lið
unum mátti lúta fyri mótstøðu
úr triðbestu deildini. Botn
liðið Sunderland møtti Brent
ford á útivølli, og Brentford
syrgdi fyri tí mest óvænt
aða úrslitinum í hesum
umfarinum, tá tað eydnaðist
at vinna 2-1.
Claus Bech fekk
nakrar minuttir
Felagið hjá Claus Bech
Jørgensen,
Coventry,
tók á heimavølli ímóti
Middlesbrough, og tað var
størsta mannfjøld í hesum
kappingarárinum, ið sá ein
heimadyst hjá Coventry.
Dysturin endaði við javn
leiki 1-1, og tað má sigast
at vera eitt gott úrslit hjá
Coventry. Middlesbrough
legði seg annars framum
beint eftir steðgin, men
Coventry javnaði til 1-1 við
máli frá Stern John.
Claus hevur ikki fingið
serliga nógva spælitíð, síðan
felagið keypti veteranin Don
Hutchison, ið hevur skumpað
Claus av liðnum. Claus fekk
fimm minuttir á vøllinum
leygardagin, tá hann kom
inn fyri júst Hutchison.
Málríkasti dysturin hetta
vikuskiftið var millum West
Ham og Blackburn, og hann
endaði við 4-2 sigri til West
Ham. Veteranurin Teddy
Sheringham kom á mál
talvuna hesuferð, tá hann
javnaði til 1-1 frá brots
sparksblettinum.
Lutakastið til fimta umfar
hevur verið í dag, men tað
varð avgreitt eftir evstamark
hjá blaðnum.
FA Cup úrslit, 4. umfar
Portsmouth – Liverpool
1-2
Wolverhampton – Man Utd
0-3
Cheltenham – Newcastle
0-2
Leicester – Southampton
0-1
Brentford – Sunderland
2-1
Colchester – Derby
3-1
Preston – Crystal Palace
1-1
Charlton – Leyton Orient
2-1
West Ham – Blackburn
4-2
Aston Villa – Port Vale
3-1
Reading – Birmingham
1-1
Coventry – Middlesbrough
1-1
Stoke – Walsall
2-1
Bolton - Arsenal
1-0
Everton – Chelsea
1-1
Manchester City – Wigan
1-0
Favorittarnir yvirlivdu
Arsenal tapti á útivølli fyri Bolton, og tí verða teir ikki partur av FA-Cup finaluni í ár
Mynd: Scanpix