Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 30. januar 2006 23 Fowler aftur á gamlar gøtur Ein tann best umtókti áleyp­arin, Liverpool nakr­antíð hevur hvat, er Robbie Fowler. Vátt kom tó í reiðrið, tá hann varð trokaður av ovastu rók av Emile Heskey og Micheal Owen, og tí fór hann í 2001 til Leeds. Síðani endaði hann í Manchester City, har avrikini hava verið mis­jøvn. Liverpool hevur nú fing­ ið fatur á Fowler fyri einki, av tí at sáttmáli hansara við Manchester City rennur út í summar. Avtalan millum partarnar er bert galdandi komandi hálva árið, tá støð­an aftur verður tikin til viðgerðar. Tað hevur ikki ligið væl fyri hjá áleyparunum í Liverpool at skora mál, og hetta er ein roynd at styrkja álopið við einum manni, sum kann skora mál. Spurningurin er bert, um Fowler framvegis hevur tað máltev, ið hann hevði fyri nøkrum árum síðani. 30 ára gamli Fowler hev­ ur skotið ikki færri enn 170 mál fyri Liverpool, tey níggju árini hann umboðaði felagið. -SíS Dýrt keypt meistara- heiti Enska meistaraliðið hevði eitt undirskot upp á hálvaaðru milliard krónur. Eygleiðarar høvdu væntað eitt undirskot á eina milliard, men tað gjørdist also 1,5 milliardir, tá avtornaði. Síðsta ár hevði Chelsea eitt undirskot á eina slaka milliard, so undirskotið er økt munandi. Hóast størsta undirskotið, sum nakað Premier League felag hevur havt, stúrir leiðslan í Chelsea als ikki fyri støðu felagins. Stjórin í Chelsea, Peter Kenyon, sigur, at hesin rokn­ skapurin er ein partur av eini langtíðarætlan, sum byrjaði í 2003. Hann sigur, at metstóra undirskotið kemst av nøkrum óvan­lig­um útreiðslum, ið eru neyðugar fyri at náa málinum um at hava javnvág á roknskapinum í 2010. Og so leingi Abramovic heldur við Chelsea, er væl ikki tann stóri vandin fyri, at felagið skal fara heilt av knóranum… -SíS SÍ snávaði ikki hesa­ ferð, men kortini kenna tær nú av álvara trýstið frá TB, sum veruliga tykist vera komið fyri seg Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er neyvan nakar ivi um, at tað verður Dráttur, sum í ár slepp ur at rópa seg føroyameistara í kvinnu­flog­ bólti. Munurin frá Drátti og niður til hini liðini er longu nú somikið stórur, at tað nær­ um er óhugsandi, at leiðslan skal tveitast fyri borð. Men tað merkir tó ikki, at talan er um keðiliga kapp ­ ing. Dysturin um næstu sess­ ir­nar er knallharður, og eftir dystirnar um vikuskiftið stend­ur greitt, at tað fyrst og fremst eru TB og SÍ, sum skulu stríðast um hetta. TB vardi borg TB hevði í Trongisvági vitjan at ÍF, sum undan dystinum var á fjórða plássinum. ÍF hevur glepsað hart eftir hinum liðunum fleiri ferðir, men skuldu tær gera álvara av hóttanunum, so var mest sum tvingandi neyðugt við einum sigri á TB. Talan gjørdist eisini um eina sera tætta upp gerð, har ÍF av álvara beit frá sær, men stigini fingu tær kortini ikki við sær. Tey bæði fyrstu settini vann TB við minst møguligum muni. Og tó at ÍF megnaði at svara aftur, so fall TB ikki í fátt. Í hinum dystinum um viku­skiftið vann SÍ tryggan sigur í Klaksvík. SÍ snávaði annars í miðvikuni, tá tær taptu fyri KÍF, men hesa ferð tóktust tær upp settar upp á, at sama mistak ikki varð gjørt enn einaferð. Tankarnir fóru tó kanska at reika nakað, tá Mjølnir tók fyrsta settið, men eftir hetta vóru tað kort­ini tær á vitjandi liðnum, sum høvdu munin. SÍ slapp ongan veg Mjølnir vann tryggan sigur um vikuskiftið, og er talan tí framvegis um knallharðan dyst um silvurið í bestu mansdeildini Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eydnaðist ikki SÍ at vinna seg avgerandi fram­um Mjølnir, tá tey bæði næst fremstu lið­ ini í meistaradeildini hjá monnum hittust um viku­ skiftið. SÍ hevur tað mesta av ár­inum verið á øðrum plássi. Og vunnu teir eisini dystin í Klaksvík, kundu teir skræða seg avgerandi leysan í so máta. Men tað eydnaðist ikki. Mjølnir vann nevnliga 3- 0 á SÍ, sum bara í fyrsta settinum veruliga gav ábend­ingar um, at teir eisini ætlaðu sær okkurt úr dystinum. Tað setti fór heimaliðið tó avstað við at enda, og so høvdu teir takið. Tey bæði seinastu settini hevði Mjølnir ikki teir stóru trupulleikarnar, og soleiðis eru teir nú bara tvey stig aftan fyri SÍ á stigatalvuni. TB fer eftir silvurinum Úrslitini um vikuskiftið Meistaradeild kvinnur TB-ÍF 3-1 (26-24, 25-23, 19-25, 25-20) Mjølnir-SÍ 1-3 (25-20, 17-25, 23-25, 20-25) Meistaradeild menn Mjølnir-SÍ 3-0 (31-29, 25-21, 25-18) Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Dráttur 13 13 - 0 39 12 27 16 2 SÍ 14 9 - 5 32 25 7 11 3 TB 14 7 - 7 28 23 5 10 4 ÍF 13 6 - 7 27 26 1 6 5 Mjølnir 13 3 - 10 16 33 -17 4 6 KÍF 13 2 - 11 12 35 -23 3 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 11 10 - 1 31 11 20 13 2 SÍ 10 7 - 3 24 13 11 8 3 Mjølnir 10 5 - 5 21 16 5 6 4 ÍF 9 3 - 6 14 20 -6 3 5 Nøvan 10 0 - 10 0 30 -30 0 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 H71 4 3 - 0 - 1 376 318 58 14 2 VÍF 4 3 - 1 - 0 382 367 15 13 3 Kyndil 4 1 - 1 - 2 367 333 34 11 4 StÍF 4 2 - 0 - 2 345 345 0 10 5 KÍF 4 2 - 0 - 2 353 374 -21 6 6 Neistin 4 0 - 0 - 4 360 446 -86 1 Næstu vikurnar fer Róðrarsamband Føroya at halda økisfundir kring landið, har tað fer at verða litið aftur á farna árið og fram móti nýggja kappingarárinum Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Rógvararnir eru so smátt farnir at fyrireika seg til nýggja kapp ingarárið, og nú fer Róðrarsamband Føroya, RSF, at ferðast kring landið fyri at hitta tey, sum hava við kapp róður at gera. Endamálið er at kunna feløg og rógvarar um eitt nú fyrireikingarnar til stevn­ur­ nar, nevndararbeiðið í RSF og eisini um, hvussu tað skal fast fram undir sjálvum róðrinum. Saman við RSF vera um­boð fyri start- og høv­uðs­dómarar, umboð fyri stevnufyrireikarar og eisini rógvarar. Í skrivi frá RSF verður sagt, at fundarluttakarar fara at hava møguleika at spyrja og at seta fram møgulig upp skot um, hvussu RSF kann betra um umstøðurnar í kapp róðrinum. Fyrsti økisfundurin verður í Vágs skúla leygardagin 4. februar klokkan 13.30. Tey í RSF heita á feløgini um at boða nevndarlimum og rógvarum at vera við á fundunum. Tað er longu langt síðani, at tað varð avrátt, nær og hvar FM kapp ingarnar í róðri fara at vera. Fyrsti róðurin verður á Norðoyastevnu í Klaksvík leygardagin 27. mai ella eftir at tað er vorðið koyrandi um ella rættari undir Leirvíksfirði. Onnur kapp ingin verður tvær vikur seinni. Sunda­lags­ stevnan verður í Kollafirði leygardagin 10. juni. Eystanstevnuróðurin verður á Skálafjørðinum 17. juni. Í teimum trimum kapp ­ ingunum, sum eru nevndar omanfyri, fer at verða kapp ast á øllum trimum teinunum (burtursæð frá í Klaksvík har tað ikki ber til at rógva 2000 metrar. Í fýra teimum seinastu FM kapp ingunum í summar fer tað bara at vera kapp ast á túsund metrum. Tað fer tað at verða á Jóansøku í Vági 24. juni ella sjálvan jóansøkudag. Tað fer tað eisini at verða á Fjarðastevnu í Vestmanna leygardagin 8. juli, á Vestanstevnu í Sandavági 15. juli og á Ólavsøku, har tað fer at verða róð ólavsøkuaftan, sum verður fríggjadagin 28. juli. Róðrarsambandið fer út at ferðast