Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-30, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 21 - 30. januar 2006 Sandoyar Barna- verndartænasta Við hesum verður søkt eftir leiðara til Sandoyar Barnaverndartænastu, sum umfatar kommunurnar í Sandoynni og Skúvoyar kommunu. Starvið, ið er hálvtíðarstarv, verður at seta so skjótt sum gjørligt, eftir at umsóknarfreistin er úti - ella so skjótt sum tilber eftir uppsagnarfreist í einum verandi starvi. Starvið krevur eina hóskandi, miðallanga útbúgving. Um umsøkjarin harumframt hevur royndir innan barnaverndarøkið, er tað ein fyrimunur. Skrivstovan hjá Barnaverndartænastuni verður í Húsavík. Starvið verður lønt eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og freistin at søkja er úti 11. februar 2006. Umsóknirnar skulu stílast til: Sandoyar Barnaverndartænastu v/ Hanusi undir Leitinum 230 Húsavík Umboðsmannaval Samb. grein 28 í høvuðssamtyktini verður val av umboðum til sjúkrakassan. Veljast skulu eitt umboð fyri Sand og 2 fyri Skopun. Uppskot skulu skrivliga vera sjúkrakassanum í hendi áðrenn 24. februar. Sandoyar Sjúkrakassi 210 Sandur Umboðsmannaval Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini, verður lýst til val í Sandavági 27. februar 2006. Veljast skulu 1 umboð fyri Sandavág, 1 fyri Miðvág og 1 fyri Sørvág. Uppskot til umboð skulu skrivliga verða sjúkrakass- anum í hendi í seinasta lagi 13. februar 2006. Vága Sjúkrakassi www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo