mánadagur 30. januar 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2006
25
Sjúkrarøktar-
frøðingar til G4
Á G4 eru hesi størv leys at søkja:
• Tvey føst størv í náttarvakt á starvsbrøki 0,8 og 0,7
til setan skjótast til ber.
• Eitt avloysarastarv í kvøldvakt á starvsbrøki 0,7
til setan skjótast til ber og fram til 30. september
2006.
Deildin er ein kirurgisk seingjardeild við servitan
innan ortopædi, maga/tarm og urologi. Vit hýsa
eisini
sjúklingum
við
almenn
kirurgiskum,
gynækologiskum, eyga, oyra, nøs og hálsasjúkum. Á
deildini er pláss fyri 24 sjúklingum.
Krøv til umsøkjarnar
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska
sjúkrarøkt
• fleksibilitetur og góð samstarvsevni
• opin og positiv/ur
• vil søkja mennandi avbjóðingar
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Elin
Vitalis, deildarleiðara á G4, á telefon 304500,
lokal 5064 ella Ceciliu Vestureið, leiðandi sjúkra-
røktarfrøðing, lokal 5102, e-postur ceci@lsh.fo
Løn- og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Umsóknarfreistin er 13. februar 2006 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-
og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn
til starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum og
viðmælum e.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Hjálparfólk
til Barnaverndartænastuna
í Suðuroy
Kundi tú hugsað tær at virkað og arbeitt fyri, at
børn og ung í Suðuroy fáa tryggleika, umsorgan
og ein tryggan uppvøkstur? Kanska átti tú tá at
umhugsa at søkt arbeiði á Barnaverndartænastuni
í Suðuroy.
Nú kommunurnar hava fingið ábyrgd av barna-
verndini, hava vit á barnaverndartænastuni í
Suðuroy brúk fyri einum fólki í fulltíðarstarvi ella
2 fólkum í hálvtíðarstarvi. Hesin/hesi skulu hjálpa
okkum at bøta umstøður og kor hjá teimum, sum
ikki hava nóg mennandi og tryggan barn- og
ungdóm.
Vit vilja, at tú kanst taka við starvinum skjótast
gjørligt.
Barnaverndarumsitingin, sum umboðar umleið
5000 suðringar, húsast í løtuni í býráðshúsinum á
Tvøroyri. Fyribils fara 2 fólk at arbeiða har. Arbeiðið
verður fjølbroytt og umfatar m.a. heimavitjanir,
at ráðgeva børnum og/ella familjum teirra, at
samstarva við og seta stuðlar í starv, sum skulu
hjálpa og menna barnið í og uttanfyri heimið. Í
arbeiðinum fert tú eisini at samstarva við nógvum
fakfólkum m.a. innan heilsuverk, námsfrøði og
sálarfrøði. Tú kemur at taka tær av nógvum ymiskum
barnaverndarmálum - gomlum sum nýggjum - og
virkisøkið okkara verður innan karmarnar av nýggju
barnaverndarlógini.
Vit vænta av tær:
• At tú hevur hóskandi útbúgving (t.d. sosialráðgevi,
lærari, pedagokur, (barna-)sjúkrasystir e.t.
• At tú hevur arbeiðsroyndir sum málsviðgeri í
almennari umsiting og/ella hevur royndir frá
barnaverndararbeiði.
• At tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevnir
• At tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og sjálv-
støðug/ur í arbeiði tínum.
• At tú hevur gott innlit og evnar at síggja álvaran í
teimum málum tú arbeiðir við.
• At tú ert nærverandi og hevur umsorgan fyri
barnsins tørvi.
Innlit og royndir frá barnaverndararbeiði kann vera
ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði
• møguleika
fyri
sjálvstøðugari
støðutakan
innanfyri avtalaðar karmar
• møguleika fyri flekstíð og at arbeiða heima part
av tíðini.
Lønin verður avtalað við støði í útbúgving og
galdandi avtalum við fakfelag títt.
Meira fæst at vita frá Susanne Madsen á tlf. 371085
ella teldupost: susanne@tvoroyri.fo
Umsókn við relevantum viðheftum kunnu sendast
til:
Tvøroyrar Kommuna
Postboks 80
FO-800 Tvøroyri
Mrk.: starv barnaverndarumsitingin
Freistin at søkja er: mánadagin tann 20. februar
2006. Skriva eisini, um tú ynskir at verða hálv- ella
fulltíðarsett/ur.
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in