týsdagur 31. januar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 31. januar 2006
5
Borgarstjórarnir í
syðru helvt í Suðuroy
hittust í gjárkvøldið
at skriva eina umsókn
til landsstýrið um
stuðul til ellis- og
røktarheim í Vági og
borgarstjórin í Vági
skuldi sjálv norður
við henni í morgun
Eldrarøkt
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í morgun fór Kirstin Strøm
Bech, borgarstjóri í Vági til
Havnar.
Við sær í taskuni hevði hon
eina umsókn frá teimum fýra
kommununum í suðuroyar
syðru helvt um stuðul til at
byggja ellis- og røktarheim
í Vági.
Seinnapartin skuldi hon
so út í almanna- og heilsu
málaráðið at handa teimum
umsóknina og tað er í tøkum
tíma, tí seinasta freist at søkja
um stuðul, er júst í dag.
Tað var í gjárkvøldið, at
teir fýraborgarstjórarnir í
suðuroyar syðru helvt hittust
á kommunuskrivstovuni í
Vági at snikka eina umsókn
til um at at fáa stuðul til
ellis- og røktarheimið.
Tað hendi, eftir at bý
og bygdaráðini í Vági,
Hovi, Porkeri og Sumba,
høvdu samtykt at tær fýra
kommunurnar skuldi vera
saman um at byggja ellis- og
røktrheim í Vági.
Hovbingar samtyktu ætl
anina einmælt fyri fleiri
døgum síðani. Vágs Býráð
samtykti tað leygarkvøldið
við einum meiriluta.
Bygdaráðini í Porkeri
og Sumba høvdu tosað
um ætlanina áður og vóru
samd um at vera við, men í
gjárkvøldið, mánakvøldið,
varð tað so formliga samtykt
av teimum báðum bygda
ráðunum og báða staðni var
samtyktin einmæld.
Eftir at øll kommunustýrini
soleiðis høvdu samtykt at
vera saman um at byggja ellis-
og røktareim í Vági, hittust
teir fýra borgarstjórarnir á
fundi í Vági, har teir orðaðu
umsóknina.
Tó var borgarstjórin í
Sumba, Niclas Hentze, burt
urstaddir í arbeiðsørindum, so í
hansara staði skrivaði Brynleif
Bech, varaborgarstjóri, undir
umsóknina.
Tað, sum tær fýra komm
unurnar søkja um, er at fáa
stuðul til at byggja eitt heim
við plássi til 32 pláss í Vági.
Ætlanin er skipa heimið
soleiðis, at har verður eitt ellis-
og røktarheim fyri 16 fólkum,
eitt heim til minnsiveik við
plássi fyri 8 fólkum, men so
er eisini at skipa eina deild
við plassi fyri átta fólkum til
uppvenjing, umlætting og til
frítíðarítriv.
Harumframt skal heim
ið í Vági hava køk og
mattænastu, dagumlætting,
umframt
umstøður
til
ítriv, ergo- og fysioterapi,
fótarøkt, hárfríðkan, eins og
skrivstovu til heimarøkinga
og vaskarí.
Rentufrítt lán
Fara suðuroyingar at byggja
ellis- og røktarheim í Vági,
fara teir at fáa eitt serliga
lagaligt tilboð um fígging
av einum slíkum heimi.
Samgongan hevur ásann
að, at Suðuroy er í eini ser
støðu og hevur tí lovað suð
uroyingum serliga lagaliga
fígging, fara teir undir at
byggja ellis- og røktarheim
í Vági.
Umframt at nøkta tørvin
á eldrarøkt, hevði eitt slíkt
heim eisini skapt nógv arbeiði
og tað er ein orsøk til, at
samgongan er sinnað at gera
eina serliga fíggingarskipan
fyri Suðuroynna.
Bárður Nielsen, landsstýris
maður í fíggjarmálum, hevur
boðað frá, at landsstýrið er
sinnað fíggja alla byggingina
í byggitíðini.
Ikki fyrrenn heimið er lið
ugt og fer at skapa inntøku,
skulu kommunurnar byrja at
betala sín part av fíggingini
til landið.
Í hesum sambandi hevur
landið bjóðað kommununum
eitt rentufrítt lán, sum skal
betalast aftur eftir 10 árum,
frá tí at heimið stendur
liðugt.
22 milliónir til
kommunurnar
Heimið, sum ætlanin er at
byggja í Vági er mett at
kosta góðar 38 milliónir
Av hesum betalir landið
500.000 fyri hvørt búfólk,
ella 16 milliónir tilsamans.
Eftir eru sostatt góðar 22
milliónir, sum kommunurnar
í syðru helvt sjálvar skulu
fíggja.
Eftir fólkatalinum skal
Vágs Kommunu sostatt
fíggja 14 milliónir, sumbing
ar skulu fíggja 4 milliónir,
Porkenningar skulu fíggja
3,5 milliónir og hovbingar
1,3 millión.
Fyri Vág merkir hetta, at
kommunan skal betala 1,4
millión um árið, um so er,
at onki verður sett av fyrrenn
heimið er liðugt og tað er
ætlandi í 2009.
Men byrjar kommunan at
seta pening av beinanvegin,
skal ein millión setast av um
árið.
Kundi verðið
munandi bíligari
Annars var ætlanin at allar
kommunurnar í Suðuroy
skuldu vera saman um ætlan
ina, men higartil hava hvørki
Tvøroyrar-Hvalbiar- ella
Fámjins kommuna vilja givið
tilsøgn um at vera við.
Var øll oyggin við, hevði
eitt ellis- og røktarheim í
Vági sjálvsagt verið munandi
bíligari.
Ein
útrokning,
sum
Útvarpið fekk frá Fíggjar
málaráðnum í gjárkvøldið,
vísti, at var øll Suðuroyggin
saman um ætlanina, hevði
tað borið til at bygt eitt heim
til 48 fólk fyri 57 milliónir.
Ein kanning vísir, at tørv
urin á stovnsplássum til eldri
í Suðuroy er 33 pláss og eitt
slíkt heim kundi sostatt
nøktatørvin nakað inn í
framtíðina.
Men kortini høvdu komm
unurnar sloppið væl bíligari
enn tær gera nú. Stóð øll
Suðuroyggin saman um
eitt heim til 48 fólk, hevði
Vágs Kommuna sloppið 4,3
milliónir krónur bíligari, enn
hon ger nú, syðra helvt er
einsamøll um eitt heim til
32 búfólk.
Suðuroyingar farnir til
Havnar við umsóknini
Her skriva teir fýra borgarstjórarnir í Suðuroyar syðru helvt undir umsóknina til landsstýrið um at fáa stuðul til at byggja ellis-og røktarheim í Vági. høgrumegin
frá eru tað Brynleif Bech, varaborgarstjóri í Sumba, sum er við at skriva undir, ímeðan hinir tríggir hyggja at og teir eru: Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi,
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági og ytst til vinstru, Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri
Mánadagin var ein partur
av umsitingini í Tinganesi
á Arbeiðsferð. Tað eru tey
viðhvørt og tá plaga tey at
fara av húsum at viðgerða
ymisk viðurskifti. Hesuferð
gjørdu tey av at fara eina ferð
við Smyrli aftur og fram og
komin til Suðuroyar vóru
tey eisini eina lítla útferð
á Tvøroyri. Har stukku tey
inn á gólvið í pubb og kafé
hjá Thomsen, har tey fingu
ein drekkamunn.
Á veg aftur og fram
við
Smyrli
vóru
so
arbeiðsfundur har ymisk
viðurskifti vórðu umrøtt,
sum hava til endamáls at
menna umsitingina, sum
er sin støðu tilgongd.
Arbeiðsferð í Suðuroy
Her situr
ferðalagið úr
tinganesi inni
á pubb og kafé
hjá Thomsen
á Tvøroyri.
Frá vinstru
sita Sjúrður
Rasmussen,
Marjun
Hanusardóttir,
Sofus Borðoy,
John Rajani
og fremst,
Løgmaður