Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 22 - 31. januar 2006 Tá tað er felt í sam­ gonguskjalið, at Sand­ oygginer lív­fiskaøki, og verður virkað fyri at menna oynna sum slíka, so kann tað illa merka annað en, at kynsbótararbeiðið við toskur verður framt har, heldur Gerhard Lognberg POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Hvør er ætlanin við lív­ fiskastøðini í Skop­un? Er hon partur av út­bygg­ ingarætlanunum hjá P/F Fiskaaling? Og nær kann væntast, at aling av toski verður veruleiki? Hesar spurningar fer Ger­ hard Lognberg at seta Bjarna Djurholm, landsstýrismanni á tingfundinum í morgin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni. Gerhard Lognberg sigur í viðmerking, at tað liggur á ljóði, at Pf. Fiskaaling ger klárt at fara undir toska­ aling. – Hetta er at fegnast um, tí toskaaling kundi við tíð­ ini ført nógvar inn­tøk­ur við sær til landið. Lív­fiska­ støðin í Skopun hevur havt ein sera virknan leiklut í aling­ini í Føroyum. Tí tyk­ ist tað heldur løgið, at lív­ fiskastøðin í Skopun ikki verður nevnd, tá ført verður fram, at toskaaling verður eitt høvuðsøki hjá Pf. Fiska­ aling, sigur Gerhard Logn­ berg. Hann heldur, at Lívfiska­ støðin í Skopun hevur virkað væl øll árini og hevur verið eitt týdningarmikið íkast til føroyska aling. Harafturat hevur lívfiskastøðin havt stóran týdning sum arbeiðs­ pláss í einum øki, har ikki ov mikið av arbeiði er framm­ anundan. Gerhard Lognberg vís­ir eisini á, at í sam­gongu­skjal­ inum stendur, at »Sandoyggin er lívfiskaøki, og verður virk­ að fyri at menna oynna sum slíka. Virksemið við Áir held­ur fram.« – Hetta kann illa merkja annað, enn at lívfiskastøðin í Skopun verður tað staðið, har kynsbótararbeiðið við toski verður framt, heldur Gerhard Lognberg. FRAMSÝNING Formland er størsta yrkis­ messa innan brúks­list og sniðgeving í Norð­ur­ londum. Messan hevur verið hildin tvær ferðir um árið síðan 1984 í størsta messu- og framsýningshúsi í Norðurlondum, Messe­ center Herning. Formland er ein avlokað yrkismessa, har bert atgongd er fyri tey, ið eru mvg. skrásett. Áleið 20.000 innkeyp­ arar úr fleiri enn 40 londum í heiminum koma hagar at finna sær hugskot og íblástur til komandi árs­ tíðir. Sostatt hittast fleiri enn 7.000 handlar á tí trølla­bundna handils­mekk­ aðinum. 3.-6. februar fer Sirri at luttaka á Formland við egnum bási. Fá meir at vita á: www. messecenter.dk - www. sirri.fo Verkætlanarfelagið vitjar størsta byggi­ pláss i Føroyum nakrantíð –Norðoya­ tunnilin VERKÆTLANAR­ FELAG Hósdagin 09.02.2005,  kl. 15.00 vitjar felagið Før­ oysk verkætlanarleiðsla Norð­oyatunnilin. Umframt at hyggja at, hvussu tað gongur við sjálvum arbeið­ inum, ið umfatar tunnilin við øllum tekniskum in­stalla­ tiónum og vegagerð í Klaks­ vík og Leirvík, fer verk­ ætlanarleiðarin fyri Norð­oya­ tunnilin at greiða frá, hvussu projekti er skipað. Tosað verður millum ann­ að um: Hvussu hevur eigarin av tunnlinum valt at skipað fe­lagið og arbeiðið við at byggja og reka tunnilin? Hvat er serligt við stór­um verkætlanum, býti í ar­beiðs­ tøkur, stýring av arbeiðs­tøk­ um og tann samleiða fíggj­ arstýringin? Útbjóðingarhættir og sátt­ málasløg, ið eru brúkt til ymisku arbeiðstøkurnar. Verður nakað serligt gjørt fyri, at arbeiðið verður gjørt liðugt áðrenn avtalaðu tíðina? Hvussu hevur Norðoya­ tunnilin valt at skipa byggi­ leiðsluna á staðnum?  Av tí at arbeitt verður í nógvum støðum í tunnlinum samstundis, stendst ampi av at fólk vitja, tí er bert pláss fyri teimum fyrstu 30 liminum, ið melda seg til vitjanina. Vitjanin fer at taka umleið 2 tímar. Tilmelding kann fara fram við at senda ein teldupost til hesa adressu HYPERLINK ”mailto:fvl@post.olivant. fo” fvl@post.olivant.fo Luttakaragjald er 100,00 kr. Komandi leygardag klokkan 14 verður ein sonevndur »fólkafagnaður fyri fjølbroytni í Føroyum« FAGNAÐARGONGA – Ert tú ein av teimum mongu, sum halda seg hoyra til tigandi meirilutan? So er stundin kanska komin at ressast við og taka lut í fólkafagnaðinum fyri fjøl­ broytni í Føroyum. At vit eru eitt fólk merkir ikki, at vit eru eins fólk. Føroyar eru fyri øll, og tað er snøgt sagt frálíkt, at vit eru so ymisk! Soleiðis siga fyrireikarar­ nir av fagnaðargonguni, sum verður í Havn leygardagin. Fyrireikararnir bjóða øll­ um at koma – og at taka familju og børn við í Sjón­ leikarhúsið leygardagin 4. februar kl. 14. Haðan fer fagnaðargonga oman á Vaglið at hálova tolsemi, virð­­ing og fjølbroytni. Á skránni er tónleikur, sjón­ leikur, røða, sangur og verm­­andi salsarútma í vetrar­ kuldanum: Skrá fyri tiltakið er hend­ an: • Savnast við Sjónleikarhúsið klokkan 14 • Gongan fer oman eftir Niels Finsens gøtu við tón­leikarum, bannarum og gykl­arum á odda • Við Steinatún verður steðg­að. Við slagorðunum »Píka! Tit eru ikki øll líka« fer maður, sum hevur skil fyri menniskjaligum frá­ brigdum, at skilja gánandi gonguna sundur • Gongan heldur lýðin leið­ ina fram oman á Vaglið, har hildið verður fram við hesi dagsskrá: • Háfloygdur einglaleikur. • Salsastúvningur í rútmu­ grýtu (fólk verða stúvað saman og hitað upp við roð­ andi karibiskum rútmum) • Klók kona sigur nøkur kær­ leiksfull orð. • Talukór • Felags sangur Aftaná fara øll tuskandi yvir í Tórsgøtu, ið er umbroytt til Tónleikagøtu: • Á Margarinfabrikkini eru sangir og søgur til børn. • Á Meiarínum ræður rokk­ urin. • Í Miðlahúsinum eru truba­ durar og fólkatón­leikur. GALLAKONSERT Tíðindaskriv Gallakonsert verður í Ment­anarhúsinum leygar­ kvøldið 11. februar kl. 20.00 við Kristel og Jens Lisberg. Tey bæði hava lagt seg eftir at gera eina fjøl­ táttaða skrá, og tí verður nógv ymiskt at hoyra. Tó er høvuðsdenturin lagd­ur á tónleik, sum er á upp ­ samlingsfløguni hjá Jens, sum kom út undan jólum. Kristel er kend við sínari serligu vøkru og kraftfullu rødd. Hon syngur einstakir sangir saman við Jens og syngur eisini sjálv nøkur løg. Harumframt fer Jens at syngja nøkur løg saman við Bergi Godtfred. Fleiri av okkara bestu tón­leikarum eru við í or­kestr­inum hjá Jens og Kristel. Hesi eru: Ólavur Øster, guitar, Kolbein Simon­sen, bass, Petur Her­mansen, steelguitar, Jonleif Jensen, trummur, Jákup Zachariasrn, dopro guitar, Gunnar Guttesen, tangentar. Harumframt syngja Maria Husgarð, Mal­ an Hansen, Sigga Hansen og Barbara á Tjaldrafløtti kór. Atgongumerki Atgongumerkir fáast í for­sølu á hesum støðum: Kunningarstovan í Fuglafirði Kunningarstovan í Runavík Kunningarstovan í Havn Shellstøðin við Oyrarbakka Statoil í Skálabotni Gallakonsert við Kristel og Jens Lisberg í Mentanarhúsinum Sirri á stórari sølumessu Sandoyggin er lívfiskaøki Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, heldur, at lívfiskastøðin í Skopun verður tað staðið, har kynsbótararbeiðið við toski verður framt Vitjan í Norðoya­ tunlinum Tigandi meirilutin talar