týsdagur 31. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 31. januar 2006
7
Samkoma: Í morgin – 1.
februar – eru liðin 25 ár síð
ani samkoman í Hoyvík/
Oasan fór undir virksemið
sítt.
Hóast 25 ár eru long tíð,
so er ætlanin ikki at gera
so nógv burtur úr hesum.
Kortini verður skipað fyri
einum hátíðarhaldi við
vikuskiftismøtum í Oasuni
í Hoyvík næstkomandi
vikuskifti.
Við hesi vikuskiftismøtini
fara talarar úr samkomuni
í Hoyvík, eins og talarar
aðrastaðni frá úr landinum,
at tala.
sb.
Havn: Hesi komandi árini
fer Tórshavnar kommuna
at gera stórar íløgur á mong
um økjum.
Millum hesar stóru verk
ætlanirnar er bygging av ein
um nýggjum røktarheimi
við Hoyvíkstjørn, ein
útbygging av Argja skúla
og nýtt ellisheim Yviri við
Strond.
Á býráðsfundi í farnu
viku vórðu vald umboð fyri
býráðið í bygginevndirnar
fyri tær báðar fyrrnevndu
verkætlanirnar, meðan
valið av bygginevndini til
ellisheimið verður framt
seinni.
sb.
Ferðamannaskip
kemur aftur
25 ár á baki
Runavík: Líkt er til, at
umboðini fyri týska cruise-
skipið ”Deutchland” vóru
sera væl nøgd við øll viður
skiftini í Runavík, tá vitjað
varð her í august mánaði
í fjør.
Í øllum førum er greitt,
at reiðarí’ið hevur avgjørt
at koma aftur við skipinum
á Runavík í august mánaði
2007.
Sagt verður, at Runavík
og Runavíkar Havn eru sera
vælegnað til vitjanir av slík
um ferðamannaskipum, og
tí er ikki óhugsandi at enn
fleiri ferðamannaskip fara
at vitja hagar í framtíðini.
Umboðsfelagið fyri hetta
týska ferðamannaskipið er
Baldur hjá Johan Morten
sen í Havn.
sb.
Runavíkar Havn er vælegnað til stór ferðamannaskip
Stórarbeiðir innan skúla
og eldrarøkt
Streymnes: Arbeiðið við
liðugtgerðini av nýggja
røktarheiminum á Mørkini
í Streymnesi gongur
framá.
Leiðari er settur, og í hes
um døgum verður lýst eftir
starvsfólkum til heimið,
sum fer at kunna hýsa 32
búfólkum. Tey byrja í starv
inum 1. mars ella fyrri.
Búfólkini sjálvi koma
at búgva í fýra eindum við
átta búfólkum í hvørjum.
sb.
Røktarheim til 32 búfólk
Klaksvík kann
gerast ein undan
gongukommuna, tá
talan er um pláss á
eldraheimum.
Óhugsandi er ikki, at
brúkararnir sjálvir
fáa møguleika at
keypa lut í sínum
eldraheimsplássi
Eldraøkið
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Á býráðsfundi í
farnu viku samtykti býráðið
eitt uppskot frá sosialu
nevnd um landsstuðul til
eldraheim.
Uppskotið var frá einum
meiriluta í nevndini, sum
skjeyt upp at kommunan
eigur at fáa ein fund í lag við
landsstýrið um málið.
Á hesum fundinum skal
tosast um støðuna á eldra
økinum í Norðoyggjum, og
hvussu hetta best kann verða
skipað í framtíðini.
Ynskið hjá kommununi er,
at tørvurin á hesum øki verður
nøktaður so skjótt sum tað er
fíggjarliga møguligt.
– Hetta skal eisini gerast
á skilabestan hátt fyri skatta
borgarans pening, stendur í
samtyktini hjá býráðnum.
Ætlanin er síðani, at tað
framhaldandi arbeiðið skal
verða gjørt í samráði við
áhugabólkarnar á eldra
økinum, og í samskifti við
hinar kommunurnar í øki
num.
Bíða til 2008
Nakað av orðaskifti hevur
verið til spurningin um
eitt nýtt røktarheim skuldi
byggjast í Klaksvík, nú ella
seinni.
Eitt ávíst fyrireikingar
arbeiði er longu gjørt í
hesum máli. Men undan
fundinum í farnu viku var
tó greitt, at semja var ikki
um at byggja eitt slíkt heim
í løtuni.
Borgarstjórin, Steinbjørn
O. Jacobsen hevði framman
undan sagt, at hetta átti at
bíða, tí tørvur var á øðrum
størri útbyggingum í komm
ununi fyrst.
Men úr andstøðuni var
ikki semja um hetta, tí
hetta málið átti at raðfestast
høgt.
Sosiala nevndin hevur
havt hetta málið til umrøðu,
og her mælir ein meiriluti
frá, at søkja um stuðul til
hesa bygging.
Grundgevingin var, at
aðrar bráðneyðugar íløgur
áttu at verðið gjørdar fyrst,
meðan ein minniluti mælti
til at senda Almanna- og
Heilusmálaráðnum umsókn
um stuðul til 32 røktarheims
pláss.
Tá málið kom fyri á fund
inum varð eitt broytingar
uppskot samtykt, har skotið
varð upp at gera Klaksvík til
eina undangongu-kommunu
innan eldraøkið.
Miðað verður eftir at tann
fyrsta avsetingin til hetta
verður á langtíðarætlanini
til eldraøkið í 2008.
Klaksvík á odda fyri tey eldru
Nógv er hent í samkomuni síðani tey byrjaðu fyri 25 árum
síðani. Nú húsast tey í nýggjum og rúmligum hølum í
Hoyvík
Tað gekk bara ein
einstakur dagur
frá tí handilin hjá
R. Rasmussen í
Sandavági lat aftur,
til hann lat uppaftur
í gjár við nýggjum
eigarum.
– Vit hildu tað vera
spell, um sandavágs
fólk ikki skuldu
kunna farið til hand
ils í heimbygdini,
sigur Álvur Samuel
sen, leiðari hjá Keyps
samtøkuni í Vágum
Handil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandavágur: Tað mundi
helst harma mong fólk í
Sandavági, tá tíðindi fóru at
ganga, um at hesin handilin
– ella Bartalsstova sum tey
nevna hann – skuldi lata aft
ur.
Tað gjørdi hann so leyg
ardagin í farnu viku, men
samstundis vísti tað seg, at
Keypssamtøkan í Vágum
hevði leigað hesi handils
hølini.
Tá so sandavágsfólk fóru
til handils í gjáramorgunin
var handilin tann sami.
Broytingin var bert hon, at
tað nú var Keypssamtøkan
sum stóð sum eigari.
Í framtíðini kemur tað
tí at verða so, at handilin
fer at varðveita navnið Bar
talsstovuhandilin, men at
búmerkið hjá Keypssamtøk
uni fer at standa við síðuna
av.
Hóast handilin bert hevur
verið opin tveir dagar, so
skilst á sandavágsfólki at
tey eru fegin um hetta.
– Vit hava so bara fingið
positivar afturmeldingar,
sigur Álvur Samuelsen.
Sunt við kapping
At stórir handlar yvirtaka
teir smærru er ikki ókent
fyribrygdi innan handilsheim
in. Og tí er einki óvanligt í
hesum málinum.
– Vit ynskja at varð
veita handilslívið í nærum
hvørvinum. Og vit ynskja
tí eisini, at vera nær við
viðskiftafólkini, sigur Álv
ur.
Bartalsstovuhandilin er
einasti matvøruhandilin í
Sandavági. Lat hann aftur,
so høvdu fólk verið noydd at
farið av bygdini fyri at keypa
tær vørurnar, sum krevjast til
eitt húski.
– Tað er altíð gott við
kapping. Tað er sunt, og
nú høvið beyðst at yvirtaka
Bartalsstovuhandilin, so
tóku vit av, sigur hann.
Fastur kundaskari
Bartalsstovuhandilin
í
Sandavági hevur so líðandi
arbeitt upp ein fastan skara
av kundum, kanska serliga
millum tað eldra fólkið.
Nú er so ætlanin at halda
fram á somu leið, og fram
vegis tryggja fólki møgu
leikan at keypa matvørur í
heimbygdini. Leiguavtalan
er galdandi í fimm ár.
Eingin ivi er um, at tað
hevur stóran týdning fyri
fólkið í Sandavági at ein
handil framvegis verður í
bygdini.
Hjá teim, sum ikki hava
bil hevði tað verið ein trupul
leiki, at sloppið av bygdini
fyri at fara til handils.
Men tað sleppa tey so nú.
Og tað er tí helst so, sum sagt
verður ú Sandavági: ”Ein
virðismetir ikki ta ein hevur,
fyrrenn tað er burtur”.
Sami handil við nýggjum eigara
Bartalsstovuhandilin í Sandavági lat ígjár upp við nýggjum eigarum. Og tað fegnast tað tilkomna fólkið í Sandavági um
Mynd: Jens Kr. Vang