Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 22 - 31. januar 2006 Johnny mynstr­­ aði av Tíðindafundurin hjá Búskapar­ ráðnum í Fíggjar­ mála­stýrinum í morgun var sam­ stundis seinasti fundurin hjá formanninum, Johnny í Grótinum, í ráðnum Búskaparráðið Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nýtt búskaparráð tekur við í morgin, og av teimum sjey limunum í ráðnum verða teir fimm skiftir út. Umframt Johnny í Grótinum, formann, takka Óli Samró, Una Joensen, Gunvør Balle og Anna Kass fyri seg í ráðnum. Bert Poul Geert Hansen og Magni Laksafoss verða sitandi í Búskaparráðnum. Arbeiði brúkt sum íkast Johnny í Grótinum segði á tíðindafundinum í morgun, tá ið hann takkaði fyri seg, at tað hevur verið lurtað eftir ráðnum, og ráðið hevur eisini í eina ávísan mun havt mennandi kjak við politikkarar um ymisk viðurskifti. – Sum heild haldi eg, at tað kann sigast, at ar­beiðið hjá ráðnum hevur verið brúkt sum eitt íkast til rikna politikkin, segði Johnny í Grótinum. Nýggju limirnir í ráðnum, sum tekur við í morgin, eru Elisabeth Eldevig Olsen, Durita Tausen, Jørn Astrup Hansen, Rúna Hjelm og Zvonko Mrdalo. Ráðið hevur ikki skipað seg enn, men tað verður væntandi gjørt í februar mánað. Tað er ein av niður­ støðunum í nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparr áðnum, sum varð løgd fram á einum tíðindafundi í Fíggjarmálastýrinum í morgun Búskaparráðið Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Frágreiðingin, sum Johnny í Grótinum legði fram vegna ráðið, er ein kon­ junkturfrágreiðing, ið snýr seg um búskaparligu gongdina í Føroyum seinastu árini, og hvussu útlitini eru fyri næsta árið. Hava dugað betur Nú eru góð 10 ár síðani, at stóra kreppan her á landi vendi, og tað aftur fór at ganga rætta vegin. Men nógv eyðkenni, ið vit kenna aftur frá tíðini, tá ið kreppan byrjaði í Føroyum, hava verið at sæð í samfelagnum seinnu árini, og tí hava nógv spátt, at ein nýggj kreppa hevur verið ávegis. Búskaparráðið er tí mangan spurt, hvar kreppan blívur av, greiddi Johnny í Grótinum frá. – Hóast gjaldoyra­inn­ tøk­urnar eru minkaðar nógv seinastu árini, og blokk­urin er skorin niður, so vísa flestøll hagtøl fyri búskaparligu vælferðina hjá borgarunum, at eingin kreppa er í búskapinum, sigur ráðið í frágreiðing sínari. Búskaparráðið sigur, at meðan kreppan í nítiár­un­ um fyrst og fremst komst av vánaligari búskapar­ pol­itiskari stýring við eitt nú høpisleysum stuð­ul­s­ skipanum, so hevur tað hesi seinnu árini verið stýrt skilagott, soleiðis at vit sleppa undan at koma í eina slíka kreppu aftur. – Útflutningsvinnan hevur havt tað trupult seinnu árini, og gjaldoyrainntøkurnar hava verið minst líka vána­ ligar, sum tær vóru undir kreppuni, men ongin kreppa hevur verið at merkt hóast tað. Tí kunnu vit nú staðfesta, at tað fyrst og fremst er vánalig stýring, ið elvdi til kreppuna á sinni, segði Johnny í Grótinum á tíðindafundinum. Bjartskygni Somuleiðis heldur Búskap­ ar­ráðið, at tað eru nógv tek­in um bjartskygni í sam­ felagnum, og at fólk ikki eru bangin fyri, at ein kreppa er ávegis. Til dømis eru húsa­prís­ irnir vaksandi, og lønar­gjald­ ingarnar hava verið støðugt vaksandi síðani miðskeiðis í nítiárunum. Bara frá 2004 til 2005 vuksu lønargjaldingar við sløkum trimum pro­sent­ um, sum er eitt rímu­liga høgt tal sambært Bú­skaparráðnum. Verða hesi tøl kanna gjøllari, ber til at síggja, at innan okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuna, eru lønargjaldingarnar vaksn­ar heilt nógv. Lønar­ gjaldingarnar innan fiski­ skap vuksu nevnliga við 7,4 prosentum, og tá ið havt verður í huga, hvussu stóran part, umleið 13 prosent, av samlaðu lønar­gjaldingunum, ið talan er um, er greitt, at tað hevur nógv at siga fyri samfelagsbúskapin. Eisini metir Búskaparráðið tað verða eitt greitt tekin um bjartskygni, at nógv skip og virkir hava skift eigarar seinnu árini. Skulu ansa eftir Búskaparráðið heldur tað verða rætt, at landið í ein ávísan mun er við til at stimbra búskapin, men tað er eisini umráðandi at ansa eftir, at man ikki stimbrar ov nógv. – Tað er umráðandi, at vit ikki stimbra ov nógv, tí tað er óvist, um búskapurin tolir tað. Tí verður stimbrað ov nógv, so fer tað at merkja eitt ávíst lønartrýst á arbeiðsmarknaðin. Hetta tolir arbeiðsmarknaðurin ikki. Arbeiðsloysið í Før­oy­ um er rættuliga lágt, eis­ini samanborið við granna­ londini hjá okkum. Tó er arbeiðsloysið her á landi rættuliga ymiskt frá øki til øki. Til dømis er Suð­ ur­oyggin harðari rakt enn onnur øki, og tí er tað eisini í lagi, at landið fer út at gera eina stóra íløgu í oynni, sum er við til at skapa nógv arbeiðspláss, segði Johnny í Grótinum. Tó heldur Búskaparráðið, at tað hevði verið skilabest, um fíggjarlógin ikki fram­ haldandi hevur eitt hall, so­leiðis sum tað hevur verið seinastu tvey árini. Vánalig stýring elvdi til kreppuna Johnny í Grótinum, skjótt fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, legði konjunkturfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum fram á tíðindafundi í Fíggjarmálastýrinum í morgun. savnsmynd Teir klóku í heiminum, les: teir ið halda seg vera so klókar, eru farnir at brúka eitt hugtak, ið teir kalla »At flyta mørk«. Tað ljóðar so skilagott. Men er so býttisligt sum hugsast kann Gud hevur sett nøkur mørk. Ja – eg segði GUD. Og – um tú heldur, at tú sleppur uttanum Gud, ert tú ein dári – ein idiot. Gud gav okkum ein frían vilja. Vit kunnu gera, hvat okkum lystir. Men Hann setti eitt mark. Um vit ótu av trænum mitt í urtagarðinum, so doyðu vit. Hetta mark hava vit brot­ ið. Tí vit lurtaðu eftir mót­ støðumanni Guds – djevli­ num. Soleiðis kom syndin inn í mannalívið. Eitt mark varð flutt, til skaða, óbótaligan skaða fyri okkum. MEN – Gud hevði ein fyri okkum. Tað er Jesus. Tann, ið vendir við, 180 gradir, og trýr Evangeliinum um Jesus, verður bjargaður, frelstur, og kemur at liva um allar ævir. Men lygnarin, Djevulin, lokkar menniskju at flyta mørk. MØRK – sum Gud hevur sett okkum, fyri at ikki kaos skal valda í heimi­num. Gud hevur givið okkum eini boð, ein lóg, eitt mark. Tú skalt elska Gud og tú skalt óttast Hann. Og tú skalt elska næsta tín, sum teg sjálvan. Við øðrum orðum. Tú mást ikki synda móti Guds fyriskipan. Øll vita, hvat eitt mark er. Og hevur tú eitt grundsytkki, so er mark til grannan. Og tað kanst tú ikki flyta, sum tær sjálvum lystir. Gud sigur tíðiliga í Hei­ lagu skriftini, at vit skulu ikki girnast okkara egna kyn. Har er eitt tíðiligt mark sett upp. Tað kann ikki misskiljast. Tað er einki at kjakast um. Hví vilja tit mótsiga Guds boð og verja teirra støðu, sum slíkt gera? Er tað ikki at synda móti Gudi? Gud hevur í kærleika sín­ um sett nøkur mørk. Fyri at ikki ruðuleiki, fløkja, skal valda. Hvør, uttan Djevulin, ynskir hesa fløkju, og tey, sum vitandi ella óvitandi, eru blindað av honum??? Øll vita, at tað er synd at stjæla, og tað er eisini synd at liva í siðloysi. Enn er náði­ tíð, og tað ber til at venda við. Í 1. brævi 5. kap. hjá Jó­ann­ esi versini 16-17 sendur skrivað: Sær onkur bróður sín gera synd, ið ikki er til deyða, so skal hann biðja. Og Hann skal geva honum lív - teimum, ið ikki synda til deyða. Synd er, sum er til deyða. Tað er ikki við­víkj­ andi henni, eg sigi, at hann skal biðja. Øll órættvísi er synd, men synd er, sum ikki er til deyða. Kæri landsmenn, herði ikki hjarta móti Guds fyriskipan. Tað kann vera so skjótt, at Guds ófatiliga langmóð er uppi og at hamarin fellur. Og – tá bøtist ikki aftur. At flyta mørk? Jákup Vang VIÐMERKINGAR