týsdagur 31. januar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 31. januar 2006
9
Vit fara neyvan at kenna
nakran búskaprligan
sviða av, at muslimsk
í hesum døgum
boykotta danskar vørur.
Hinvegin eiga vit ikki
at gloyma, at góðtaka
vit vantandi talufrælsi
aðrastaðni, kann hetta
eisini raka okkum
sjálv, verður m.a. sagt
av fimm føroyingum,
ið hava eina meining
um ta spentu støðuna
millum Danmark
og muslimsku
atfinnararnar
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Danmark hevur rættiliga ver
ið í altjóða andgletti seinastu
tíðina, eftir at Jyllands-Posten
í heyst prentaði satiriskar
tekningar av profetinum
Muhammed. Í blaðnum í
gjár høvdu vit samrøðu við
føroyska teknaran Óla P,
sum helt at vit áttu at gera
alt fyri at standa saman
um okkara frælsi at tala,
skriva og tekna. Somuleiðis
prátaðu vit við Jóannes
Kjølbro, sum starvast hjá
Maersk í Katar, og hann
ætlaði sær niður aftur hagar,
um hann ikki fær onnur boð
frá arbeiðsgevaranum.
Men kann ágangurin
ágangurin á Danmark úr
muslimskum londum eisini
raka Føroyar, sum jú er
partur av danska ríkinum?
Hendan spurningin og hvørja
støðu vit skulu hava til hetta
málið settu vit løgmanni og
persónum úr føroyskum
vinnu- og andlívi.
Jan Mortensen væntar
ikki, at føroysk vinna fer
at kenna sviðan av boykotti
av donskum vørum. Hann
minnir tó, at vit liva í eini
globalari bygd, har onnur
fylgja við í, hvat fyriferst
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, óttast ikki
fyri avleiðingum av støðuni
hjá Danmark mótvegis
muslimsku atfinningunum,
hóast hetta hevur fingið
avleiðingar fyri danskan
útflutning, og vit eru ein
partur av Danmark.
– Eg rokni ikki við, at
hatta fer at ávirka, tí vit hava
lítlan útflutning til beinleiðis
muslimsk lond, sigur Jan
Mortensen. Hann metir tó
hetta vera eitt dømi um, at
hetta eigur at fáa okkum at
hugsa okkum um, tí vit liva í
tí sokallaðu globalu bygdini,
har tað sum verður kjakast
um hjá okkum, eisini kann
frættast aðrastaðni.
Spurdur, um talufrælsi
mótvegis inntøkum frá
útflutningi er eitt dilemma
ella tvístøða hjá okkum, sigur
stjórin í Vinnuhúsinum, at
sjálvandi skulu vit varðveita
okkara talufrælsi, og tað
síggja vit eisini í føroyskum
blaðkjaki, har ein og hvør
kann siga, hvat hann vil. Í
flestu førum verður hetta
bara eitt føroyskt kjak, sum
ikki fær týdning aðrastaðni,
men Jan Mortensen nevnir
tó grindadráp sum eitt dømi,
har tey kritisku eyguni hjá
útheiminum vórðu vend
móti Føroyum.
Ongar føroyskar
merkisvørur
Jan Mortensen nevnir danskar
merkisvørur, sum t.d. Lego
og Arla, ið ofta verða knýttar
at Danmark. Føroyingar
hava hinvegin sum so ikki
nakrar merkisvørur, men
eru ofta undirleverandørar
av fiski, og tí er vandin ikki
so stórur fyri, at beinleiðis
boykot raka Føroyar, eins og
vit síggja tað av donskum
vørum í dag. Føroyskur
fiskur endar nevniliga ofta
í einum pakka, har Føroyar
standa við smáum stavum,
og kann hetta innibera bæði
fyrimunir og vansar.
- Men í slíkum førum eru
vit ofta heldur ósjónlig, og
tí er vandin fyri boykotti
ikki stórur, sigur Jan
Mortensen.
Á Farex eru tey ikki
bangin fyri, at sølan
av føroyskum fiski
fer at minka, men
vænta, at diplomatiið
fer at sigra
Rói Egholm, stjóri á fiska
søluni Farex, sigur seg ikki
óttast, at føroyskur fiska
útflutningur fer at verða
raktur av trupulleikunum,
sum danskur útflutningur
hevur rent seg í.
Hann sigur seg vænta
og vóna, at danir fara at
klára at loysa hetta stríðið
við diplomatii, men um
hetta ikki eydnast, so er
vandi fyri, at føroyskur
fiskaútflutningur kann
merkja hetta, um muslimskir
keyparar í eitt nú London
ella Paris ikki vilja keypa
fisk frá okkum.
Rói Egholm leggur dent á,
at alt hetta bara eru gitingar
frá hansara síðu um, hvat
hendir, um Danmark ikki
megnar at loysa knútin.
Men hann metir tað
altíð vera óhep pið, tá
fokus verður sett á nakað
annað, enn tað vit eru góð
til, nevniliga at selja fisk,
og tí heldur hann tað vera
primitivt, tá slík tiltøk verða
sett í verk.
Fá kenna Føroyar
Hann sigur tað vera trupult
at ímynda sær, at slík argu
mentatión, sum vit síggja
í løtuni, skal vera brúkt
í 2006, men hann metir
tað avgjørt vera relevant
hjá føroyingum at seta
okkum spurningin, um
avleiðingarnar, sum danskt
vinnulív merkir í løtuni,
eisini kann raka okkum.
Hann leggur tó afturat,
at hóast føroyskur fiskur
er væl kendur í eitt nú
Spaniu, so heldur hann at
føroyingar gera ov lítið við
at marknaðarføra okkum,
og tí er tað neyvan altíð,
at brúkarin í seinasta enda
kennir Føroyar, har fiskurin
er fiskaður, Rói Egholm
metir, at fleiri milliónir av
italienarum mundu hoyra
um Føroyar fyri fyrstu ferð
í seinastu viku, tá vit komu í
sama bólk sum Italia til EM-
undanumafrið í fótbólti.
Farex eigur eitt dótturfelag
í Danmark, sum fiskur úr
Føroyum verður seldur
ígjøgnum. Hetta minkar
um fakturaútreiðslur, tá
flytast skal inn í ES, og tí
er tað ikki altíð so sjónligt
á pakkunum, at fiskurin úr
Føroyum.
Góðtaka vit, at onnur ikki skulu
kjakast um átrúnað, kann tað
sama henda hjá okkum, og so
kunnu fólk siga hvat tey vilja,
bara tí tey hava ta røttu trúnna,
sigur Rói Patursson
Er støðan, sum nú hevur
tikið seg upp millum Danmark
og muslimsk lond nakað nýtt,
sum vit skulu byrja at venja
okkum við, nú vit eru komin
inn í 21. øld og alheimsgerðin
er ein veruleiki?
Hendan spurningin settu vit
Róa Patursson, háskúlastjóra
og heimspekingi, og gav hann
gav okkum rætt í, at hetta er ein
rættiliga umfatandi spurningur
at svara í stuttum blaðviðtali.
Men Rói patursson, metir tó,
at sum so er ikki nakað nýtt í
hesum kjakinum, tí tað gongur
langt aftur í tíðina, at kjakast um
viðurskiftini millum átrúnað og
verðsligt vald.
Men tað, sum er nýtt í
hesum málinum sambært
háskúlastjóranum, er, at her er
talan um tvær ymiskar mentanir,
sum skoða viðurskiftini á hvør
sín hátt í einum globaliseraðum
heimi.
– Vit mugu ansa øgiliga væl
eftir, at vit ikki glíða í hesum
málinum, sigur Rói Patursson,
tá spurningurin um talufrælsið
verður umrøddur. Hann metir,
at støðan ikki bara skal fatast
sum ein neilig støða
– Hetta kann verða byrjanin
til eina globala diskussión,
sum kann vera til okkara favør,
tí vit hava nøkur ótrúliga góð
argument, sigur Rói Patursson.
Hann minnir á, at tað finnast
nógvir røddir í tí islamsku
mentanini, sum tala fyri at býta
valdið millum stat og átrúnað,
og ávarar tí staðiliga ímóti bara
at síggja hetta sum eitt stríð
millum “okkum og tey”.
Rói Patursson sigur seg
ikki kunna taka undir við tí
argumentinum hjá ávísum
muslimskum
politikarum,
sum siga, at talufrælsið eru
innanhýsis donsk viðurskifti,
tí talan er eisini um eit kjak
um fólkaræði, og tí hava vit
ikki bara góð argumentir,
men eisini áhugamál í hesum
spurninginum.
– Ein og hvør átrúnaður má
kunna diskuterast, tí hevur man
eina sannføring, má man kunna
kjakast um hana. Tí góðtekur
man ta støðu, at man ikki
kann diskutera átrúnað, kann
tað sama henda hjá okkum,
og so kann fólk kritikkleyst
og ábyrgdarleyst siga hvat tey
vilja, bara tí tey hava ta røttu
trúnna, sigur Rói Patursson.
Árni Olafsson úr
danska uttanríks
málaráðnum væntar
ikki, at føroyingar
fara at merkja
nakað til rumblið
um muhammed-
tekningarnar
Àrni Olafsson starvast
í danska uttanríkismála
ráðnum í Keypmannahavn
og er serkønur í føroyskum
viðurskiftum. Hann metir
ikki,
at
muhammed-
tekningarnar í Jyllands-
Posten fara at verða nakar
ítøkiligur trupulleiki fyri
Føroyar.
Hann vísir á, at so at
siga einki av føroyskum
útflutningi fer til muslimsk
lond. Tó kann nakað av tí
føroyska fiskinum t.d.
laksur, sum fer viðgjørdur
úr øðrum londum, fara
víðari til muslimsk lond.
– Føroyar eru í summum
samanhangum roknaðar
sum partur av Danmark,
men í handilsstatistikki
eru Føroyar fyri seg, sigur
Árni Olafsson, ið tó minnir
á, at hagtøl ikki altíð eru
álítandi.
Tað er danska uttan
ríksmálaráðið, ið plagar
at vísa á, um ávís øki í
heiminum kunnu vera
vandamikil at ferðast í hjá
donskum ríkisborgarum,
men hann dugir ikki at siga
beinleiðis, um stemningurin
í uttanríkismálaráðnum er
spentari í hesum døgum
enn vant. Hann nevnir tó,
at fólk eru ávarað um ikki
at hava Dannebrog á eitt nú
ryggsekkum, um tey ferðast
í muslimskum londum. -
Men tað vænti eg heldur
ikki, at nógvir føroyingar
hava, leggur hann afturat.
Løgmaður sigur,
at Landsstýrið ikki
hevur viðgjørt
støðuna, sum Dan
mark er komið í,
men sjálvur metir
hann, at stjórnin
kundi verið kvikari í
vendingini
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, umsitur uttan
ríkismál í Landsstýrinum.
Hann sigur, at Landsstýrið
hevur ikki viðgjørt støðuna
innanhýsis, sum Danmark
er komið í mótvegis tí mus
limska heiminum, men
sjálvur heldur hann tað
vera týdningarmikið ikki at
gera hetta til eitt føroyskan
trupulleika. Hann sigur seg
tó vóna, at Danmark klárar
at loysa hetta.
– Eg harmist um avleið
ingarnar hetta hevur fingið
fyri danskan útflutning,
men eg vænti ikki, at hetta
kemur at raka føroyskan
útflutning, sigur Jóannes
Eidesgaard.
– Persónliga haldi eg, at
vit altíð eiga at virða virðir
og sjónarmið hjá hvørjum
øðrum, eisini um tú ikki
skilir tey, og tí er tað ein
óheppin støða, Danmark
er komið í, har man setir
pressufrælsið so høgt, at
onnur áhugamál verða
skadd, sigur løgmaður, ið
heldur, at danska stjórnin
tí drálaði ov leingi, og at
hon tí beinanvegin átti at
meldað út, at hóast hetta
vóru sjónarmiðini hjá
Jyllands-Posten, so vóru
hetta ikki sjónarmiðini hjá
donsku stjórnini.
Føroyskur útflutningur
neyvan raktur av
muslimskum boykotti
Neyvan avleiðingar
fyri føroyska vinnu
Stjórnin átti at meldað út tíðliga
Ikki brúka Dannebrog
Muslimar í Europa kunnu
byrja at boykotta
Skal bera til at kjakast um átrúnað