týsdagur 31. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 22 - 31. januar 2006
Barnaverndarskipanin í Norðoyggjum
og røktarheimsbyggingin í Suðuroy
Suðuroyingar kundu ikki semjast um eina ætlan at
byggja eitt ellisheim í Vági. Afturímóti fara eftir øllum
at døma tær fýra kommunurnar í syðru helvt at byggja
eitt ellis- og røktarheim í Vági. Hví kommunurnar í
sunnaru helvt og kommunurnar í norðaru helvt ikki
kundu semjast er ikki heilt greitt. Men okkurt kundi
bent á, at tann gamla toganin millum Tvøroyri og Vág
aftur ger seg galdandi. Um hetta eisini er galdandi í
hesum føri verður ikki sagt her. Men er tað henda
toganin, sum ger seg galdandi, er tað at harmast um.
Um so er, verður torført at fáa allar kommunurnar í
Suðuroynni at ganga saman í eina kommunu, sum
sumir borgarstjórar hava talað fyri.
Fyri fólk uttan fyri Suðuroynna tykist tað rættiliga
natúrligt, at eitt ellis- og røktarheim verður bygt í
sunnaru helvt í Suðuroynni. Hví skulu sumbingar
heilt norður á Tvøroryi á ellisheim, kunnu vit spyrja.
Harafturat kemur so eitt meira natúrligt býti í, hvar
almennir stovnar liggja og hvar almennar lønir fallla,
hóast fólk í flest øllum bygdum arbeiða á almennu
stovnunum í oynni, so skattapeningurin fellur niður
allastaðni. Men óivað eru ein meginpartur av starvs
fólkum helst úr tí staðnum, har stovnurin, tá talan er
um so stóran stovn, liggur.
Sambært tí, sum er komið fram um ætlanina at byggja
eitt ellisheim í sunnaru helvt, hevði borgarstjórin í
Vági bara heimild at ganga við til ætlanina, um øll
oyggin var við í ætlanini. Tað eydnaðist ikki, og hvat
val høvdu so borgarstjórarnir í sunnaru helvt? Jú, at
fara eftir næstbestu loysnini, sum var at savna tær fýra
syðru kommunurnar um ætlanina, sum borgarstjórin í
Vági upplýsti í Útvarpinum um vikuskifti. Men hetta
er ikki fallið í góða jørð í Vági, tí summir vágbingar
vilja halda upp á heimildina og seta spurnartekin við,
um kommunan ikki bindur seg fyri ov stóra upphdd,
nú kommunurnar í norðaru helvt ikki eru við.
Sjálvandi er rætt at seta spurnartekin við hetta,
men sambært tí, sum borgarstjórin greiddi frá, so
kostar ætlanin Vágs kommunu eina millión áliga, til
røktarheimið er goldið. Og ein millión krónur er ikki
nógv, tá havt verður í huga, hvussu stórur tørvurin
á røktarplássum er, og at allir flokkar eru samdir
um, at okkara gomlu skulu hava góðar umstøður á
ellisárum. Harafturat kemur, at nógv fólk verða knýtt
at røktarheiminum, sum eru rættiliga støðug arbeiði,
og er tað nakað, sunnara helvt í Suðuroynni hevur
brúk fyri, so er tað støðug arbeiðspláss, serliga til
kvinnur.
Nú eru nógvar kenslur knýttar at málinum, og skúlin
er vundin upp í aftur, men úr einum óheftum sjónar
horni kann tað ikki vera annað enn rætt, at syðru
kommunurnar í Sðuroynni taka seg saman og søkja
um loyvi at byggja eitt ellis- og røktarheim í Vági.
Tørvurin er har!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Røktarheim - loysnin í Suðri
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tíðindaskriv
Á fjórða evnisdegum hjá
Tjóðveldisflokkinum
undir heitinum »Kom
og ávirka« var útbúgv
ingarpolitikkur og økis
menningarpolitikkur á
breddanum
Við yvirskriftunum:
• Einar vitanarfremjandi
Føroyar
• Einar økismennandi
Føroyar
var evnisdagurin hildin í
Ungmannafelagshúsinum
Virkinum á Sandi. Stevnumið
floksins hava á hesum
evnisdøgum verið viðgjørd,
við grundarlagi í innleggum,
kjaki og bólkaarbeiði.
Tingfólkini Hergeir Niel
sen og Heidi Petersen løgdu
fram stevnumið floksins á
økinum.
Marita Rasmussen, sam
skipari í Vinnuhúsinum,
legði fram boð uppá, hvussu
hægri útbúgving og gransk
ing skal umskipast í Føroy
um, um Føroyar skulu gerast
kappingarførar í altjóða sam
felagnum.
Annlis Bjarkhamar hevði
eina framløgu, har hon
mælti til umfatandi broyt
ingar í fólkaskúlanum og í
føroyskum skúlaskapi sum
heild.
Olga Biskopsstø hevði
síðani innlegg um útoyggja
menning og nýggjar ætlanir
fyri útjaðaran í Føroyum.
Eftir orðaskifti og bólka
arbeiði, var greiða niðurstøð
an, at Tjóðveldisflokkurin
skal bróta heilt upp úr nýggj
um innan økismenning,
útbúgving og gransking:
Politikkurin á hesum økj
um hevur higartil í alt ov
stóran mun verið bygdur
á heimastýrishugsan og
eitt stríð millum løgtings
politikarar um at veita pen
ing til bygningar, asfalt og
betong.
Nú skulu orðast greið
mál fyri, hvussu útbúgving,
gransking og økismenning
skulu mennast í teimum
frælsu Føroyum. Skúlar,
gransking og økini kring
landið, skulu ikki verða
heft at olmussum og tilvild
arligum avgerðum á løgtingi,
men skulu hava møguleikar
og fortreytir at menna seg á
egnum beinum og at draga
pening, fólk og íløgur til
sín.
Millum annað komu hesi
uppskot fram frá fundarfólki
num:
• Stættarmunurin í Føroyum
økist í hvørjum – serliga
millum fólk í útjaðaranum
og í miðstaðarøkinum – og
tí skulu útjavningarskipanir
setast í verk beinanvegin.
• Størri kommunur kring alt
landið skulu hava rásarúm
at bjóða framkomnar bú
staðarmøguleikar, barna
ansing, eldrarøkt, fjølbroytt
ar skúlar og mentanartilboð
til tess at fáa útbúgvið fólk
heimaftur til Føroya og
stimbra íverksetarum at
skapa nýtt í øllum økjum
í Føroyum.
• Endamálini fyri fólka
skúlar, miðnámsskúlar og
Fróðskaparsetrið skulu
orðast heilt av nýggjum
í mun til altjóða avbjóð
ingarnar.
• Alt undirvísingartilfar í
fólkaskúlanum skal verða
føroyskt.
• Játtanirnar til útbúgving
og gransking skulu økjast
munandi beinanvegin
– Sitandi landsstýrissam
gonga roynir helst at
sleppa sum lættast, fyri
síðani at lata eina seinni
stjórn rudda upp, heldur
Jógvan við Keldu
»Tann ið ger øllum til vildar,
ger ongum til vildar«, er gam
alt, men kortini ikki minni
veruligt í hesum døgum.
Bæði í samgonguskjalinum
hjá seinastu samgongu og
hesari er stutt men sera
greið orðing: »Kommunala
sjálvstýrið og ábyrgdin
skulu styrkjast við greiðari
skilnaði millum lands- og
kommunuuppgávur«.
Ofta er lættast politiskt
at hopa undan og geva eftir
fyri trýsti, hóast vitandi, at
hetta fremur skilaloysi og
gevur stórar trupulleikar í
framtíðini, sum valla slepst
úr.
Sterkari kommunur
Sum landsstýrismaður í
kommunumálum legði eg
ikki færri enn tvær ferðir
fyri á landsstýrisfundi at
fáa framt samanleggingar
av føroysku kommununum
í størri umsitingarligar eind
ir, og um ikki hetta kundi
fremjast frívillugt, so innan
2009 at fáa hetta framt
við løgtingslóg fyri at fáa
sterkari kommunur.
Orsøkin til at hetta er neyð
ugt er, at kommunur uttan
Tórshavnar og møguliga
Klaksvíkar valla, fyri ikki at
siga als ikki, hava møguleika
at umsitia fleiri øki enn
umsitin verða ídag.
At Norðoyggjar eru slopn
ar í samstarv við Sunda
kommunu á barnaverndar
økinum, og at sunnari partur
av Suðuroynni nú fer undir
ellis- og røktarheim uttan
um norðara partin í oynni,
har komandi 13 árini lutvíst
verða rentu- og avdráttarfrí,
vísir villskapin og visións
loysi, at tað letur seg gera,
áðrenn kommunurnar eru
samanlagdar og størri linjur
verða lagdar.
Hetta er grundað á veik
ar og visiónsleysar støðu
takanir.
Mótmælti
Eg havi fleiri ferðir mótmælt
á landsstýrisfundi, at tá tørvur
er á peningi, tí inntøkusíðan
á fíggjarlógini ikki røkkur,
ella tá útreiðslusíðan er ov
tung, at gjøld verða løgd á
kommunur, eitt lítið dømi er
bókasavns-gjaldingarbýtið,
at útreiðslur bert verða lagd
ar á ávíkavist kommunur og
vinnulívið, fyri at fáa løg
tingsfíggjarlógina at hanga
saman og enntá at kalla hetta
eina sparing. Her er talan um
ábyrgdarloysi.
Tað sum fer at henda í
samband við t.d heimið í
Suðuroy, at nú landskassin
skal gjalda ávísan part og
fíggja annan part, verður,
at fleiri øki verða løgd út á
kommunur og vinnulívið,
fyri at løgtingsfíggjarlógin
kann hanga saman.
Hetta er og verður skeivur
og ábyrgdarleysur politikkur,
bert fyri lættast at sleppa und
an veruliga at taka støðu,
sum bera uppi.
Við hesum roynir sitandi
samgonga helst at sleppa
sum lættast í løtuni, fyri síð
ani at lata eina seinni stjórn
rudda upp.
Tjóðveldisflokkurin: Útbúgving og økismenning
Tjóðveldis-
flokkurin
Løgtingsmaður
Jógvan við
Keldu