Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 31. januar 2006 11 – Innlendismálaráðið tekur undir við fimm millióna krónu húsa­keypinum. Við hesum hava landsins myndugleikar og Tórs­ havnar býráð lagt støðið undir okrað­um húsaprísum í komm­ ununi. So vita vit tað, skrivar Beate L. Samuelsen Svarið, sum Innlendis­ mála­ráðið hevur givið í sam­bandi við klaguna hjá okkum í minnilutanum í Tórshavnar býráð, kom ikki óvæntað. Útvarpið kom jú við sama svarið upp á eitt eina møguliga kæru um húsakeypið ein tíma undan býráðsfundinum 15. desember 2005, har avgerðin skuldi takast. Tí kendu vit svarið framm­an­undan, men hetta helt okkum ikki aftur. Vit sendu kæruna til Inn­ lendismálaráðið, har tað kommunala eftirlitið, sum skal ansa eftir, at komm­ unur taka sínar av­gerðir sambært galdandi lóg, og at kommunur ikki seta lóg­ gávu ella galdandi rætt til viks. Vit í minnilutanum mettu tað sum okkara skyldu borgaranna vegna at mótmæla keypinum av Degns húsi, bæði tí vit vóru av tí áskoðan at húsið átti at verði virðismett av óvildugum myndugleika og at prísurin var alt, alt ov høgur. Somuleiðis vístu vit á, at býráðið við keypinum av Degns húsi gekk á odda við at okra ognarprísirnar í Tórshavnar kommunu. Í viðmerkingunum í brævi­num frá Innlendis­ mála­ráð­num til minnilutan í Tórs­havnar býráð 26. januar 2006, verður m.a. upplýst, teir avvísa kæru okkara og ikki gera meiri við málið. Út at venda Innlendismálaráðið metir, at býráðið við fimm millióna krónur húsakeypinum ikki hevur tikið eina avgerð ímóti galdandi lóggávu ella galdandi rætti. Skil tað hvør, ið skilja vil! Somuleiðis sigur kommu­ nala eftirlitið seg ikki taka støðu til, um kommunalar avgerðir, ið eru tiknar innan fyri lógarinnar karmar, eru rímiligar ella um tær eru skilagóðar ella ikki, verður upplýst í svarinum. Ja, men hvat ger eitt kommunalt eftirlit so, tá tað ikki kann meta, um ein avgerð er rímilig, skila­góð ella ikki, tá tað er kommunkassin, sum brúktur verður til skilaleyst húsakeyp? Er tað veruliga rímiligur og skilagóður politikkur hjá einum býráð at keypa eini skralltóm hús fyri fimm milliónir krónur, sum eru so lítil sum Degns hús, har man innkomin, noyðist út aftur at venda, um man skal snara sær á og klóra sær í nakkanum? Jú, tað er sera skilagóður politikkur og fínasta lagi sambært kommunala eftir­ litinum. Til samanmetingar kunnu vit nevna eitt risa­stórt gistingar í sjey hæddum (havi ikki talt tær) 100 metrar longri niðri í gøtuni, sum verður selt til privat fólk við mann og mús og innbúgvi fyri bert einar 25 milliónur, ella har á leið, sum tað ljóðar manna millum. Tað er sanniliga munur á, hvør setir dagsskránna, tá tað kemur til húsaprísir í Tórshavnar kommunu. VIÐMERKINGAR Degns hús keypið ok Býráðslimur í Havn Beate L. Samuelsen Á samkomu í Norður­ landahúsinum mána­kvøldið fekk vevlistakvinnan Tita Vinther handaða Mentanarvirðisløn Landsins frá Jógv­ ani á Lakjuni, mentamálaráðharra VIRÐISLØN – Mentanarvirðisløn Land­ sins verður latin Titu Vinther fyri hennara slóbrótandi ar­beiði innan vevlist í Før­ oyum. Hóast hon ikki er uppvaksin í Føroyum, fær hon nógvan íblástur úr før­ oysku náttúruni, og er hon ein sonn undangongukvinna og serfrøðingur í plantuliting og at nýta tilfar úr føroysku náttúruni yvirhøvur. Soleiðis segði nevndin, sum ger landsstýrismanninum til­ mæli í sambandi við virðis­ lønina. Víðari verður sagt um Titu Vinther, at hon eisini hevur torað at brúkt annað tilfar enn tað vanliga og siðbundna; bæði menniskjahár og hesta­hár eru komin undir henn­ara kønu hendur og eru tvinnað og spunnin inn í listaverkini. Listarverkið “Santa Pæturs nót”, sum er vevað úr menniskjahárum, hevur fingið sera góð um­mæli bæði her heima og í øðrum londum. Fleiri av verk­um hennara eru at síggja í Listasavni Føroya. Tita hevur megnað at lyft vevingina upp á eitt hægri listarligt støði, frá handverki til list, og á tann hátt hevur hon slóðað veg og veitt íblást­ ur til aðrar kvinnur innan hesa listargrein. Til tess at kunna fáa Ment­ anarvirðisløn Landsins skal tann, ið fær virðislønina, hava skap­að listarligt lívsverk á høgøum listarligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listalig avrik, ið gera, at viðkomandi má haldast at hava uppiborið ein heiður sum Mentanarvirðisløn Land­sins. Mentanarvirðisløn Land­ sins er upp á 150.000 kr. Slóðbrótari innan vevlist Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri handar Titu Vinther Mentanarvirðisløn Landsins á samkomu í Norðurlandahúsinum í mánakvøldið Bill Justinussen, løg­ tingsmaður, fer á ting­ fundinum í morgin at spyrja løgmann og landsstýrið um, hvørji stig verða tikin til tess at tryggja ungdóminum størri ávirkan POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Hvørji ítøkilig stig hevur landsstýrið tikið til tess at seta løgtingssamtyktina um ungdómsluttøku í verk? Hevur válið verið fyri á landsstýrisfundi? Er nøkur niðurstøða gjørd um, hvørjar nevndir og hvørji ráð og stýri eru umfatað av samtyktini, og nær verður kanningarúrslitið latið løgtinginum og al­menn­ inginum? Hesar fýra spurningar fer Bill Justinussen at seta landsstýrinum á ting­fund­ inum í morgin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni. Bill Justinussens vísir á, at løgtingið tann 5. apríl í fjør samtykti eitt uppskot til samtyktar frá Miðflokkinum um ungdómsluttøku. Áheit­ anin á landsstýrið var so­ljóð­ andi: »Løgtingið heitir á lands­ stýrið um at kanna, hvussu føroyski ungdómurin kann fáa økta ávirkan í samfelagnum, herundir í hvønn mun før­ oyskur ungdómur skal hava, og møguliga verður tryggjaður, umboðan í al­mennum nevndum, ráðum og stýrum.« Bill Justinussen sigur, at 29 tingfólk atkvøddu fyri uppskotinum. – Hetta merkir helst, at løgtingið ásannar týdningin av, at ung hava størri og meiri beinleiðis politiska ávirk­an í dagsins Føroyum. Hóast hetta, er enn onki frætt um kanningararbeiðið hjá landsstýrinum. Vónandi er tað ikki so, at landsstýrið hevur lagt løgtingssamtyktina í eina skuffu fyri at fara í gloymskuna, sigur Bill Justinussen. Undir orðaskiftinum heitti Bill Justinussen beinleiðis á formansskapin um at taka upp sama tátt, sum í mong ár hevur verið royndur í okkara grannalondum viðvíkjandi ungdómstingi. – Hesa áheitan hevur for­­mans­skapurin tikið í álv­ara, og verður fyrsta ung­ dóms­tingið sett í komandi viku. Ungdómstingið er eitt týðandi stig til tess at fáa ung í Føroyum at gerast virkin í politikki. Ungdómstingið er ein stoltleiki fyri Løgtingið, og kunnu vit øll fegnast um hetta tiltak. Men enn hoyrist onki frá landsstýrinum, og tí verður landsstýrismaðurin/ løgmaður biðin um at greiða tinginum frá hesum spurningum, sigur Bill Justinussen. Ungdómurin skal hava ávirkan Lesið -so eru tit við!