týsdagur 31. januar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 22 - 31. januar 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hákun Joensen, Salt
angará, vanliga nevndur
Hákun á Líknagøtu,
andaðist í heiminum 30.
januar, 73 ára gamal.
Kistan fer úr heiminum
í Glyvra kirkju í kvøld,
týskvøldið klokkan 18.
Jarðarferðin
verður
hósdagin klokkan 13.
Elsa Purkhús, Klaks
vík, ættað úr Mikladali
andaðist mánadagin
30. januar á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, 93 ára
gomul.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
1. februar. Brigida, deyð ár 523. Henda franska
halgikvinna stovnaði kleystur í Kildare, og er í Írlandi
líka høgt í metum sum sjálvur Pátrikur, sum var ápostul
Írlands. Sama navnið sum tey føroysku Birita ogBrita.
Upprunaliga keltiskt navn, sum merkir hin høga ella
ljómandi.
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu okkum
samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður mín, pápi,
verpápi og abbi okkara
Mads Andreas Winther Hentze
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Poul Færø fyri troystarrík orð í kapellinum.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar,
gravarar og tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til
við jarðarferð og ervi.
Tøkk til heimahjálpararnar.
Tøkk til Sølvi Mortensen fyri taluna.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir, og tøkk til
tykkum øll, ið ringdu og komu inn á gólvið.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Hjartaliga tøkk øll somul.
Fyri tey avvarðandi
Jenny
Leygardagin fingu fýra
næmingar
prógv
sum
bjargingarkavara,
frá
kavaraskúlanum
Faroe
Dive í Klaksvík. Bjargingar
kavarinir hava í januar mán
aði ognað sær servitan innan
økini bjarging og fyribyrging
av vandastøðum í sjónum.
Undirvíst hevur verið bæði
í ástøði og venjingum í
sjónum.
Fýra kavarar aftrat
Bjargingarkavara eftir seinastu royndina í sjónum, útfyri Norðoyri leygardagin. Luttakarar frá vinstru: Janus Joensen
(Instruktør), Eli A. Borgarklett, Klaksvík; Bergur F. Mikladal, Klaksvík; Sára Winther, Vágur og Sólbjørn Sakarisson, Kunoy
Tað fríðkast í
hvørjum Úti í Grøv
– Býargartnarin er
farin at rigga til, nú
várið kemur
Náttúra
Kalksvík: Nógv er plantað
seinastu árini og gjørt til at
fríðka um Úti í Grøv uttan
fyri Klaksvík. Ein góð gøta
er gjørd norðanfyri ánna og
longur uppi er ein snotislig
brúgv gjørd.
Nú er býargartnarin farin
í holtur við eina gøtu sunn
anfyri ánna, og so aftur eina
brúgv longur uppi í ánni, so
tað slepst yvir um, skrivar
heimasíðan hjá Klaksvíkar
Kommunu.
Alt økið er frá náttúrunar
hond vakurt og serskilt
– Økið kann eisini siga frá
søgum undir krígnum, tá
ið nógv fólk búið her úti.
Men nú hava góðar gøt
ur og vakur vøkstur lagt
lunnar undir eitt romantiskt
og heilsugott økið, har frið
sælan bert verður brotin av
tíni vælveru.
Býargartnarin
tráddi
sínar barnaskógvar her sam
an við abba sínum Hans
Jacob Joensen táverandi
býargartnara, sum hevði
ein serligan alsk til økið.
Hans Hjalti Skaale, sum
nú er býargartnari, hevur
tikið tráðin upp eftir abba
sín, og tí kunnu vit í næst
um njóta enn meira gott
av skilagóða og hegnisliga
arbeiði hansara, verður sagt
á www.klaksvik.fo
ave
Tað grør um gangandi fót
Tað fríðkast í hvørjum Úti í Grøv uttan fyri Klaksvík
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið