týsdagur 31. januar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 31. januar 2006
13
– Onkur her heldur
tað kanska vera løg
ið, at eg byggi húsini
á Sandi. Hjá mær, í
mínari verð, er tað
logiskt. Har eri eg
føddur, har í bygdini
livdi eg mín barndóm
og partvís ungdóm.
Eg helt og haldi, at
har er tað ideella
plássið at vaksa upp.
Bygdin eigur enn
tann dag í dag pláss
í hjartan um segði
Sofus Olsen m.a. í
takkarrøðu síni á
samkomu í Miðla
húsinum fríggja
dagin. Vit prenta røðu
hansara:
Myndir: Jens K. Vang
– Fríggjakvøldið í seinastu
viku við tíggjutíðina kom
Jan Müller, blaðstjóri, á
gátt. Aftaná, at vit eina løtu
høvdu tosað um leyst og
fast, kom Jan knappliga við
fyrispurningi, um eg vildi
taka við heiðrinum ÁRSINS
MAÐUR í Føroyum í 2005.
Eg hvakk við, var tikin á bóli
og sýtti. Men endin kom at
verða tann, at Jan fór avaftur
húsunum sigursharri. Eg
”gave in”, kapituleraði.
Seinri havi eg frætt, at tað
vóru lesarar blaðsins, sum
høvdu atkvøtt og tíverri
má eg hava fingið flestar
atkvøður.
Orsøkin til úrslitið er
opinbar, hon er listaskálin,
eg seinasta ár lat byggja á
Sandi og sum var nokk so
nógv umrøddur í øllum fjøl
miðlunum. Lat meg sláa fast,
at hann ikki er bygdur fyri,
at eg skuldi verða heiðraður,
róstur ella umrøddur. Tílíkt
liggur langt frá mær. Húsini
vórðu eina og aleina bygd
fyri, at listaverkini á Ting
húsvegnum 27 ikki skuldu
spreiðast í allar ættir og par
tvís fara av landinum. Tey
skuldu hava tak at koma
undir. Tað og einans tað var
motivið, als einki annað.
Annars skal eg nýta høvi
at takka teimum trimum
monnunum, sum gjøgnum
tíðina hava staðið mær við
lið, hava hjálpt mær at fáa
húsini har suðuri upp at
standa, liðugt bygd. Tað
vórðu tey 10. desember, føð
ingardagin hjá mær, soleiðis
sum skrivað stóð í byggi
sáttmálanum. Typiskt fyri
Jón og Articon, altíð lidnir
til ásettu tíðina.
Teir tríggir eru Tórmóður
Djurhuus, advokatur, sum
hevur tikið sær av tí jurid
iska og sum hevur verið við
frá fyrsta degi. Tórmóður
var fyrsti maður, sum eg
nevndi fyri, at eg eventuelt
fór at byggja listaskála á
Sandi. Hetta hevur verið á
sumri 2000 fyri meira enn
5,5 ári síðani. Hann eggjaði
mær at fara undir tiltakið,
ongatíð ov skjótt. Men tað
skuldu ganga 4 ár, at ætlanin
var eitt dulsmál okkara mill
um.
Síðani er tað Palli Gre
goriussen, arkitektur. Hann
teknaði húsið og var í byggi
tíðini altíð tøkur við góðum
ráðum og leiðbeiningum.
”Last but not least” Jón
Danielsen, stjóri í Articon.
Hansara dugnaligu menn
bygdu húsini og lótu úr hon
um eitt vælaverk, eitt frálíkt
handverksarbeið, ”second
to none”, tað er eingin, sum
hevði gjørt tað betur.
Var tað ikki fyri hesar
tríggjar, Jón, Palla og Tór
móð, so hevði eingin nýggjur
bygningur staðið á matr. 271
á Sandi í dag. Hjartans tøkk
allir tríggir.
Onkur her heldur tað
kanska vera løgið, at eg
byggi húsini á Sandi. Hjá
mær, í mínari verð, er tað
logiskt. Har eri eg føddur,
har í b hygdini livdi eg mín
barndóm og partvís ungdóm.
Eg helt og haldi, at har er
tað ideella plássið at vaksa
upp. Bygdin eigur enn tann
dag í dag pláss í hjartan um.
Eitt annað, sum taldi, var, at
ættin hjá mær hevur búð í
bygdini í meira enn 400 ár,
í hvussu er síðani 1598. Og
so átti eg ein jarðarteig har
at byggja á. Loksins tøkk
til tín Jan fyri heiðurin og
eisini ein tøkk til tykkum,
sum atkvøddu fyri mær.
Stóra tøkk!
Sands bygd pláss í hjartanum
Debora handar Sofusi blómutyssi
Teir fýra menninir aftanfyri Listasavnið á Sandi: Palle Gregoriussen, Jón Danielsen, Sofus Olsen og Tórmóður Djurhuus