týsdagur 31. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 22 - 31. januar 2006
Ársins maður og
kvinna
Myndir Jens K Vang
Fitt av fólki hevði leitað sær
í Miðlahúsið í Vágsbotni
fríggjadagin, tá lesarar hjá
Sosialinum og ein dóms
nevnd kjósaðu ársins kvinnu
og ársins mann í Føroyum
2005. Nógv varð gjørt burtur
úr fyri at gera løtuna bæði
hátíðarliga, virðiliga og
hugnaliga. Tað var tí eisini
serstakur hátíðardámur, tá
Monica Stauss og Dánjal
Eysturstein løgdu fyri at
spæla á klaveri og violin til
hesa stóru løtu, ið Sosialurin
og Miðlahúsið fyri fyrstu
ferð skipaðu fyri. Hóast
uppskotini, sum komu inn
frá lesarum, vórðu mong og
fjølbroytt. so var valið kortini
ikki torført. Og valið fall
nevniliga á tveir slóðbrótarar,
hvør á sínum øki. Valið
fall á Leilu Solmunde fyri
hennara arbeiði í MBF og
Sofus Olsen fyri Listasavnið
á Sandi.
Tað var Jan Müller, ábyrgd
arblaðstjóri, sum handaði
heiðursbrøvini umframt
ein Føroya Banka kekk til
hvønn av teimum uppá 5000
kr. Hann helt fyri, hvussu
týdningarmikið tað er at
kunna geva fólki, sum hava
gingið á odda og gjørt nakað
gott fyri eina ávísa søk, eitt
herðaklapp og meira enn
tað, nevniliga heiðurin at
vera kosin ársins kvinna og
maður. Eftir tað handaði 7
ára gamla Debora, dóttir
Monicu, ílætin føroyskum
búna teimum báðum vakurt
blómutyssi.
Eftir handaninar takkaðu
tey bæði fyri heiðurin.
Leila Solmunde segði, at
hesin heiður var ikki bara
til sín men til øll tey, sum
arbeiða fyri at betra um
korini hjá teimum brekaðu
í Føroyum. Sofus Olsen takk
aði somuleiðis. ( Sí røðu
hansara á síðu 13.)
Eisini landsstýrismenninir
í mentamálum og heilsu- og
almannamálum vórðu til
steðar og takkaðu teimum
báðum slóðbrótarunum
fyri teirra arbeiði ávikavist
teimum brekaðu og listini
til frama.
Sofus og Leila heiðrað
í Miðlahúsinum
Leila Solmunde og Sofus Olsen við blómum í Miðlahúsinum. Á myndini eru eisini Debora, Monica og Dánjal.
Tey bæði Dánjal Eysturstein og Monica
Stauss gjørdi løtuna sera hátíðarliga