Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 31. januar 2006 15 ”Sofus Olsen fær heiðurin ”Ársins maður 2005” fyri sítt slóðbrótandi arbeiði til frama fyri listini og heim­ bygd síni. Hann hevur við Sands Listasavni á ein ótrúliga ósjálvsøknan hátt givið ikki einans bygda­rfólkum sínum men øllum føroyingum eina gávu, ið bæði núverandi og komandi ættarlið fáa gleði av. ” Jan Müller, blaðstjóri hand­ aði Sofusi Olsen heiðursbræv og segði: – Ársins maður er sand­ing­ urin Sofus Olsen, cand.polit. Tað er ótrúliga ósjálvsøkna gávan til Føroya fólk: Sands Listasavn, ið hevur rørt so nógvar føroyingar, sum er orsøkin til, at Sofus Olsen er skotin upp til ársins mann. Sofus Olsen hevur arbeitt við hesi ætlanini seinastu fimm árini. Men tað var ikki fyrr enn hann var liðugur við allar fyrireikingar, at ætlanin gjørdist almenn. Sofus hev­­ur sjálvur rindað allan kostnaðin fyri byggingina av savninum, ið nú stendur liðugt mitt í Sands bygd við síðuna av húsinum, har Sofus búði sum smádrongur. Umframt at byggja húsini letur Sofus savninum sítt listasavn. Hetta tryggjar, at eitt tað mest forkunnuga pri­vatsavnið í Føroyum verð­ur verandi á føroyskum hondum. Talan er um list, sum hann hevur savnað ígjøg­­num eitt langt lív sum listasavnari. Fyrsta lista­­verkið varð keypt í 1961. Hetta er eitt savn við út­valdum listarverkum av m.ø. Samuel Joensen Miki­ nes, Poul Horsdal, Elin­borg Lützen, Jack Kamp­mann og Frimod Joensen umframt eitt fantastiskt savn av Ingálvi av Reyni. Sofus hevur frá heilt ung­ um árum sýnt áhuga fyri føroyskari list. Hann fór blaðungur til Danmarkar, har hann las til búskaparfrøðing. Her kom hann í eitt føroyskt umhvørvi, ið var við til at menna og stimbra ta ungu føroysku myndlistina. Hann var millum teirra, ið stovn­ aðu Listafelagið. Sofus hevur eisini verið vinnulívsmaður og var í mong ár reiðari í fyritøku, sum átti fyrsta og annan Havsøka, tvey framúr væl­ rikin skip. Listasavnið, sum Sofus nú gevur síni heimbygd, fer at hava stóran mentanarligan týdning fyri Sands bygd, Sandoy og fyri alt Føroya land. Við at byggja lista­ savn­ið í Sandoynni hevur Sofus Olsen tryggjað, at málingarnir verða verðandi ein eind og ein heild fyri alla tíð. Týdningurin av hesum kann ikki yvirmetast. Við síni avgerð hevur Sofus Olsen sett fokus á eitt sera týdningarmikið øki: nevni­ liga listarlig tilboð uttan fyri høvuðsstaðin. Listasavnið á Sandi fer ikki bara at hava stóran mentanarligan týdning. Savnið fer eisini at hava stóran búskaparligan týdning við tað, at savnið fer at draga til sín hópin av innlendskum so væl sum út­lendskum ferðafólkum. Her er talan um eina stóra avgerð og eina stórfingna verkætlan, sum seint fer at vera gloymd. Hetta at vit kjósa Sofus Olsen til ársins mann er fyri at takka honum og fyri at sýna honum ein væluppibornan heiður fyri sína djørvu og idealistisku avgerð segði Jan Müller og handaði honum heiðursbræv og Føroya Banka kekk uppá 5000 kr. Debora gav eisini Sofusi vakurt blómutyssi. ”Leila Solmunde fær heið­ urin ”Ársins kvinna 2005” fyri sítt slóðbrótandi ar­ beiði sum formaður í MBF, Meginfelag teirra Brek­­aðu. Við ágrýtni, dirvi og skilagóðum og væl­­grundaðum átøkum hevur hon megnað á ein sera ja­lig­an hátt at seta fokus á viðurskiftini hjá m.a. rørslu­­tarnaðum í Før­ oyum. Virksemi hennara hevur økt um vitan og fat­an almenn­ingsins um hetta álvarsama mál, ið við­kemur øllum før­oying­ um.” Jan Müller, blaðstjóri hand­ aði Leilu Solmunde heiðurs­ bræv og segði: – Ársins kvinna Leila Sol­munde vaks upp í Trong­ isvági og hevur fingið sær útbúgving innan roknskap og virkisbúskap á HH umframt ávís HF fak sum psykologi, enskt og føroyskt. Tá Leila var 18 ár gomul, fekk hon staðfest liðagikt, sum førdi til, at Leila gjørdist koyristólsbrúkari. Hon hevur kent lívsins beisku kor. Leila hevur arbeitt innan giktaøkið sum formaður í Giktafelag Føroya í 16 ár. Í dag er Leila Solmunde forkvinna í MBF, Meginfelag teirra Brekaðu, sum er meginfelag fyri 23 limafeløg. Hetta er, sum hon sjálv sigur á heimasíðu síni, eitt spennandi og til tíðir har­balið starv at sita í, men avgjørt ein søk, sum er verd at stríðast fyri. Leila hevur nógv áhugamál, eitt nú list, bókmentir, telduarbeiði, ferð­ing, føroyskt mál og at skriva. Hon hevur sum nakar prógvað, at rørslubrek er ongin forðing fyri at njóta lívið. Sum formaður í MBF hev­ur Leila eftir stutta tíð megn­að at sett fokus á nøkur viðurskifti í Føroyum, sum alt ov leingi hava tørvað ábøt­ ur. Hon hevur á sera greiðan og djarvan hátt víst á søk teirra brekaðu. Í eini sera visionerari og hugvekjandi framløgu á alheimsdegi teirra brekaðu 3. desember 2004 gjørdi hon vart við, hvussu umráðandi tað er hjá MBF sum meginfelag at vísa á støðu teirra brekaðu í samfelagnum. Hon tekur í sínum starvi støði í hugtakinum Eitt sam­felag fyri øll og harvið í teim­um málum, sum vórðu sett í ári teirra brekaðu 2003 – tvs. tá fokus av álv­ ara varð sett á støðuna hjá fólki, ið bera brek. Tað gjørd­ist sostatt hennara leik­lut­ur sum formaður at leggja strategiina fyri at náa hes­um málum og at standa fyri arbeiðinum at seta hesa strategi í verk. Hetta er ein uppgáva, sum setir sera stór krøv til formann ella forkvinnu í meginfelagnum. Vit hava fingið nógvar ábendingar um, at hesa uppgávu hevur Leila røkt fyrimyndarliga ta stuttu tíð, ið hon hevur verið forkvinna. Hon fór til verka eftir eini strategi ella langtíðar virkisætlan, ið varð gjørd í 2004. Hetta er nokk tann tyngsti parturin av sakini. Tað er lættari at seta orð á tey høgu málini enn at seta tey í verk. Men bæði skulu gerast. Uttan mál er ikki nógv at seta í verk – uttan verksetning kámast málini. Ella sum Leila sjálv tók til í hesum sambandi: ”Vit mugu royna at gera langtíðarætlanir, har nakað ítøkiligt kann koma burturúr, royna at seta nakrar ætlanir út í kortið, sum eru til gagns fyri fólk, ið bera brek, og sum miðvíst verður arbeitt fram ímóti. Vit eru alt ov ofta í tí støðu, at vit mugu gera lappaloysnir, tí vit duga ov illa politiskt at hyggja langt frameftir.” Sera góð og klók orð. Tað er sostatt ein sera stór ábyrgd og ein stór arbeiðsbyrða, ið Leila Solmunde hevur átikið sær. Hon hevur higartil livað upp til hesa ábyrgd. Í løtuni ferðast hon kring landið fyri at seta fokus á hugtakið atkoma og atkomumøguleikar. Hon gjørdi vart við, at ”Atkoma er rætt og slætt møgu­leikin at sleppa at virka á jøvnum føti við aðrar samfelagsborgarar”, sum hon so væl málbar seg. Tað er ein stórur og álv­ars­ligur spurningur, ið Leila her hevur tikið upp á ein sera ítøkiligan og sømiligan hátt. Tað at kunna koma inn í almennar bygningar og á almenn pláss er ein sjálvsagdur manna­rættur. Hetta, at ein stórur partur av landsins borgarum ikki sleppa inn í almennar bygningar og almenn savningarstøð við egnari hjálp er beinleiðis brot á grundleggjandi manna­rættindi og nakað av eini landaskomm. Nú kemur vónandi vend í! Tað er við hesum baksýni og við støði í tínum virksemi fyrst sum formaður í Giktafelagnum síðan sum forkvinna í MBF, at vit hava kosið teg, Leila Solmunde, til Ársins Kvinnu. Vit ynskja tær góða eydnu við tínum týdningarmikla arbeiði framyvir. ÁRSINS KVINNA 2005 – LEILA SOLMUNDE Jan Müller, ábyrgarblaðstjóri handar Leilu Solmunde Føroya Banka kekk uppá 5000 kr. ÁRSINS MAÐUR 2005 – SOFUS OLSEN