týsdagur 31. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 22 - 31. januar 2006
– Hetta er tað besta
vit hava gjørt.
Tað siga tey bæði
Nansy og John
Simonsen um mátan,
tey hava fingið tey
tvey børnini Aron og
Evu
Barnloysi
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Nansy og John komu saman
sum blaðung. Tey livdu
saman í nógv ár, áðrenn
hugurin at fáa børn kom.
Í 1991 gørdu tey av, at at
nú var tíðin komin, at tvey
skulu blíva trý. Nansy var
tá 20 ár.
– Vit royndu at blíva við
barn í átta ár, men eftirsum
vit vóru so ung, so hugsaðu
vit ikki so nógv um, at tað
ikki bleiv nakað beinavegin,
sigur Nansy.
Árini gingu, og vinirnir
rundan um tey fingu børn.
Kommunulæknin tosaði eitt
sindur um, at tey kanska
burdu kannað seg, men
Nansy og John valdu at
bíða.
– Í 1999 fór eg til lækna
fyri fyrstu ferð. Tá byrjaði
eg við at taka temperaturin
hvønn dag í tríggjar mánaðir
fyri at síggja, um eg hevði
eggloysing, sigur Nansy.
Tá trupulleikin ikki
lá har, vóru tey send til
Landssjúkrahúsið til Turid
Holm. Har var so John eisini
kannaður, og Nansy varð
kannað ennu gjøllari.
Fara til Danmarkar
Feilurn varð funnin, og hjá
teimum báðum var bara at
fyrireika seg til at fara til
Danmarkar til viðgerðar.
– Í hesum tiðarskeiðinum
ivaðust vit nógv í, um
vit skuldu gera hetta. Vit
hildu, at hetta var at bróta
náttúrarinnar lóg, og eisini
vóru vit bangin um, at okkurt
skuldi bila barninum, um tað
varð gitið á hendan hátt.
Hóast hetta, so fóru
tey bæði niður í mars í ár
2000. Har var avgørt, at tey
skuldu byrja við ísáðing,
sum er ein mildari viðgerð
enn reagensglas. Hetta
misseydnaðist.
Nansy og John bíðaðu,
men royndu beinavegin aftur
við reagensglasviðgerð.
– Tá skuldi eg sproyta meg
sjálvan í búkin hvønn dag.
Fyrst varð eg koyrd aftur í
yvirgangsaldurin og síðani
bombarderað við hormonum
sum gjørdu, at eg fekk nógv
egg, sigur Nansy.
Úrslitið
var
fimm
egg, sum vórðu tikin út
á
Ríkissjúkrahúsinum.
Trý kundu brúkast og eitt
bleiv fryst. Tað fimta var
óbrúkiligt.
Nansy fekk tvey egg sett
inn í lívmóðrina, men heldur
ikki hesaferð eydnaðist tað
hjá teimum.
– Eg fekk eina vanliga
mánasjúku, so har var onki,
sigur Nansy.
Dramatiskar dagar
Longu nakrar mánaður
seinni vóru tey ígongd
aftur, og hesaferð bar betri
til. Eggini vóru enn fleiri, og
aftan á nakrar dramatiskar
dagar við bløðingum var
klárt, og Nansy var við
barn.
Í mars 2001 varð Aron
føddur.
– Vit trúðu alla tiðina
uppá, at tað fór at blíva barn.
Ongin segði nakrantíð við
okkum, at vit ikki kundu fáa
barn, uttan tað var bara eitt
sindur truplari hjá okkum
enn hjá øðrum, sigur John.
Eftirsum tey frystu eggini
ikki kunnu goymast í meir
enn tvey ár, vóru tey bæði
noydd at fara ígongd aftur
nokkso skjótt.
– Vit noyddust jagandi
niðuraftur, tá Aron bara var
eitt sindur meir enn eitt ár.
Tað ber væl til at goyma
eggini longri enn tvey ár,
men Ríkissjúkrahúsið vil
ikki av etiskum áðum, sigur
John
Hesaferð var tað bara
Nansy, sum fór niður til
Danmarkar. Fimm egg vóru
frys, og Nansy fekk trý egg
sett upp.
Nansy og John fingu børn við
Vegurin til børnini Evu og Aron var longri hjá Nansy og John enn hjá mongum øðrum.