Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 31. januar 2006 17 Umleið 20 pør um árið søkja hjálp fyri barnloysi í Føroyum Talið er spakuliga vaksið tey seinastu 10 árini, og meir og meir er at hoyra um henda trupulleika. – Nú er tað meira góðtikið at tosa um tað, enn tað var fyri 5-10 árum síðani, sigur Turid Holm, gynekologur BARNLOYSI Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Longu í 80'inum sendi Landsjúkrahúsið fólk niður til Ríkissjúkrahúsið at fáa viðgerð fyri barnloysi. Sokallað reagensglas bleiv ein møguleiki hjá teimum, ið ikki kundu fáa børn á vanligan hátt. Nú eru hættirnir at fáa børn uppá gjørdir enn betur, og nógv av teimum barnleysu fáa hjálp ídag. – Tað sum vit gera her í Føroyum er at kanna, hvat er galið. Tað er ofta eitt av hesum trimum tingum – sáðgóðskan hjá manninum, hormonjavnvágin hjá kvinnunum ella eggjaleiðarin sum er ov trongur, sigur Turid Holm. At kanna sáðgóðskuna er lætt, tað er bara hjá mann- inum at geva eina sáðroynd, og so hyggja laborantar eftir rørsluni og mongdini av sáðkyknum. Hormonjavnvágin er eisini rímuliga løtt at kanna. Kvinnur kunnu taka temperaturin hvønn morgun fyri at síggja, um eggloysing er, og eisini verður ein blóðroynd tikin. Fyri at síggja, um eggja- leiðarin er ov trongur, gera læknarnir eina soðkallaða kikaraoperatión og síggja tá, um væta rennur ígjøgnum eggjaleiðararnar frá eggrótini til lívmóðrina. – Vit tosa eisini við pørini og hyggja at teirra sjúkra- søgu, sigur Turid Holm. Hjá einum triðingi av pørunum liggur feilurin hjá kvinnuni, ein triðingur hjá manninum og ein triðingur er hjá báðum. Finna ikki feilin Hóast nógvar kanningar verða gjørdar, so er ikki altíð at feilurin verður funnin. Umleið 10 prosent av pørunum er onki galið við, men hóast tað, so blíva tað eingi børn. – Tey flestu pør sum søkja hjálp hava roynt at blivið við barn í minst tvey ár. Men eru tey yvir 35 ár, so hava tey ikki tíð at bíða so leingi, og tá koma tey ofta fyrr, sigur Turid Holm. Reglugerðin hjá Ríkis- sjúkrahúsinum sigur, at man ikki kann verða settur á bíðilista til reagens- glasviðgerð, um man er vorðin 38 ár, og viðgerðin endar, tá kvinnan er 40 ár. – Summi pør fara bein- leiðis til privat sjúkrahús, tí at bíðitíðin á almennum sjúkrahúsum ofta er í so long. Nú er hon hóast alt ikki so long, umleið 6 mánaðir, men fyri at koma til okkum á Landssjúkrahúsinum tekur tað ofta minst eitt ár, sigur Turid Holm. At gera eina reagens- glasviðgerð kostar umleið 25.000-30.000 krónur á einum privatum sjúkrahúsi. Hvørja viðgerð Tað er ikki fyrr enn pørini koma á Ríkissjúkrahúsið, at støða verður tikin til, hvørja viðgerð tey skulu fáa. – Tað er umleið 35- 40 prosent »Take home baby rate«, sum tey kalla tað. Tað vil siga, at 35-40 prosent av pørunum fáa eitt barn við at gera eina reagensglasviðgerð, sigur Turid Holm. Barnakonurnar, sum eru vorðnar við barn við reagensglasi, hava ofta eitt sindur truplari barnsburð. Men tað er ikki altíð orsakað av viðgerðini, uttan heldur at kvinnurnar ofta eru eldri, og at tað er fyrstu ferð, at tær eru við barn. Tvíburðar eru vanligari við reagensglasi, eftirsum tvey embryo ofta verða sett inn. – Reagensglasbørnini eru líka frísk sum vanlig børn, sigur Turid Holm at enda. Reagensglas Reagensglas ella IVF- In vitro fertilisation sum tað eisini verður nevnt er giting uttan fyri kroppin. Eggini hjá kvinnuni verða tikin út og blandað saman við sáðkyknunum hjá manninum í einari skál. Um tað eydnast, verður tað gitna eggið - eitt embryo - koyrt aftur í lívmóðrina aftan á nakrar dagar. Ísáðing Vanliga verða sáðkyknur frá manninum brúktar, ella einum donori, um tað er nakað galið við manninum. Sáðkyknurnar verða førdar inn í kvinnuna, tá hon hevur eggloysning. ICSI Menn sum hava øguliga fáar ella sløvar sáðkyknur kunnu ídag væl gerast pápar kortini. Við ICSI mátanum verður ein sáðkykna førd inn í eggið við einari tunnari nál og síðani inn í kvinnuna. Fryst egg Tá ein ger eina reagensglasviðgerð er tað viðhvørt so, at egg loypa av. Tá verða eggini fryst og kunnu brúkast seinni. Í Danmark sigur lógin, at eggini kunnu verða fryst í tvey ár. Sáðgevi/eggevi Um maðurin hevur ringa sáðgóðsku ella ikki hevur nakrar sáðkyknur, kann kvinnan fáa sáð frá einum sáðgeva. Eisini kann ein kvinna, sum ikki hevur nøkur egg, fáa egg frá einari aðrari kvinnu. Eggið verður gitið á sama hátt sum við reagensglasi, og kvinnan fær eggið inn í lívmóðrina. reagensglasi – Hetta var ein ógvuliga løtt viðgerð, tað einasta tey gjørdu varð at fylgja míni eggloysing, og so seta eggini upp. Eydnaðist beinavegin Og hesaferð var eydnan eisini við teimum. Nansy gjørdist við barn, og níggju mánaðir seinni var Eva borin í heim 2002. Nansy og John eru samd um, at tey hava verið øguliga heppin. Nógv eru sum royna ár út og ár inn og onki blívur. Tey hava tosað opið um viðgerðina alla tíðina. Og sálarliga hava tey ikki havt tað ringt av hesum. – Nansy hevði eitt sindur skiftandi sinnalag, tá hon tók sproyturnar, men annars hevur tað gingið væl, sigur John, meðan Nansy smílist eitt sindur. Tað einasta Nansy helt verða keðiligt við viðgerðini var, at hon tók nokkso nógv uppá fyrstu ferð av øllum hormonunum. – Aðru ferðrina ansaði eg betri uppá, og tá tók eg ikki uppá. Høvdu tit gjørt hetta einaferð aftrat? – Eg hevði onki havt ímóti at fingið eitt barn aftrat, men tað er ov strævið at fara ígjøgnum viðgerðina aftur við tveimum lítlum børnum, sigur Nansy. Hvat fara tit at siga við tykkara børn, tá tey spyrja, hvussu tey eru vorðin til? – Tað verður nokk lættari hjá okkum enn hjá nógvum øðrum, sigur John við einum brosi. FAKTA Fleiri søkja hjálp fyri barnloysi Turid Holm, gynekologur. Mynd Álvur Haraldsen Mynd Jens Kristian Vang Gitið egg.