týsdagur 31. januar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Útróðrarbáturin,
Barmur á Eiði, sum
gjørdi tað rættiliga
gott á útróðri í síðstu
viku, er ein av fleiri
bátum, sum SD-
Beding við Fjøruvegin
í Runavík hevur longt.
Virkiseigarin, Søren
Svenning Danielsen,
sigur, at áhugin fyri
at leingja bátar er
rættiliga stórur
Handverk
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er stórur áhugi fyri at
leingja glastrevjabátar.
Í fjør longdi glastrevjavirk
ið, SD-Beding í Runavík,
einar átta bátar, og í løtuni
hevur felagið sáttmálar um
einar 10 bátar aftrat, sum
skulu leingjast í hesum ári
num.
Søren S. Danielsen,
virkiseigari, sigur, at eftir
spurningurin eftir at leingja
glastrevjabátar er so stórur,
at teir í løtuni ikki klára at
nøkta eftirspurningin.
Barmur á Eiði
Ein av bátunum, sum SD-
Beding hevur longt, er
útróðrarbáturin, Barmur hjá
Sonna Kallsoy á Eiði.
Hetta er ein íslendskur
bátur av slagnum, Gáski,
sum var 28 føtur langur. Nú
er hann 37 føtur.
Søren sigur, at teir vórðu
lidnir við bátin júst til
regatta-siglingina í fjør
summar.
– Vit hava skilt, at Sonny
er væl nøgdur við bátin,
sum fekk eitt tríggjar metrar
longri dekk, enn hann hevði
áður.
Hann sigur, at SD-Beding
skar Barm í helvt og setti
tveir metrar upp í miðjuna á
bátinum. Síðan varð dekkið
lyft upp aftureftir og bygt
heilt aftur á hekkuna.
– Við umbyggingini gjørd
ist lastin tvífalt so stór. Barm
ur kundi undan umbygging
ini hava eini seks kør í last
ini, og eftir umbyggingina
var plass fyri umleið 12
kørum.
Barmur fekk eisini nýggjar
slengrikjølar, sum vísa seg at
rygga sera væl á at slíkum
bátum.
Ber lastina betur
Søren S. Danielsen sigur, at
ein bátur, sum Barmur, ið
verður so nógv størri, ikki
vinnur topp-ferðina, sum
hann tekur til.
– Men samstundis ber
báturin lastina nógv betur.
Hann sigur, at báturin
ein góðan útróðrardag, har
veiðan kanska liggur um eini
5.000-7.000 pund, ber lastina
nógv betri og gongur skjótari
enn fyri leingjanina.
Eigarin av SD-Beding
sigur, at teir hava fýra bátar
til leingingar í løtuni, og
tað tekur einar 4-6 vikur
at leingja ein bát – alt eftir,
hvussu nógv teir hava at gera
á virkinum.
Spurdur, um tað ber til at
leingja allar glastrevjabátar,
sigur Søren, at tað saktans
ber til, og sum heild heldur
hann, at hetta er ein góð
íløga.
– Eg haldi, at menn eru
væl nøgdir við teir bátar,
sum vit hava longt, sigur
Søren S. Danielsen.
Einir 12 mans arbeiða hjá
SD-Beding í Runavík.
Nr. 22 - 31. januar 2006
18
Stórur áhugi fyri at leingja
Útróðrarbáturin Barmur, sum er ein Gáski-bátur, verður longdur á SD-Beding
Báradrangur er ein Aqua-Star, sum varð longdur tveir metrar , úr 33 upp í 39 føtur
– Vit hava sáttmálar um
einar 10 glastrevjabátar,
sum skulu leingjast í hesum
árinum, sigur Søren S.
Danielsen, virkiseigari
Mynd: Vilmund Jacobsen