Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 31. januar 2006 19 bátar Huldusteinur er eisini ein Aqua-Star, sum er longdur Leingi hava føroy­ ing­ar droymt um, at norðhavssildin fór at taka upp­aft­­ur sítt gamla ferð­­ingar­ mynstur frá fimti- og sekstiárunum, men enn einaferð noyðast vit at ásanna, at hesin dreymur ikki er vorðin veru­ leiki. Á seinastu kann­ingarferðini hjá Magnusi Heina­ syni var eingin norð­ havssild at síggja og lítið av lodnu Kanningarferð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Havrannsóknarskipið, Magn­ us Heinason, hevur gjørt silda-og lodnukanningar, har endamálið var at kanna, um norðhavssildin møgu­ liga er í ferð við at taka upp­aftur ”gamla” ferð­ingar­ mynstrið”. Í fimti-og sekstiárunum, tá ið føroyingar og aðrir rokaðust í gylta ”gullinum” – norðhavssildini, helt sildin um vetrarnar til í økinum norður av Íslandsrygginum. Eitt annað mál við hesi kanningarferðini hjá Magnusi Heinasyni var at finna út av, um lodna kemur í føroyskan sjógv – á veg móti gýtingarøkinum á Suðurlandinum í Íslandi. – Leitað varð í økinum norður av Íslandsrygginum, har norðhavssildin plagdi at standa um vetrarnar. Men eingin sild var at síggja, staðfestir Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, sum hevur skrivað frágreiðing um roynd­irnar. Funnu lodnu Hann sigur, at teir kortini funnu lodnu nakað inni í íslendskum sjógvi, og hesin fiskurin stóð sum ein ”lind” á 100-200 metra dýpi og tók seg saman í stimar í støðum. – Hóast lodna ikki var at síggja í føroyskum sjógvi, stóð hon eystur ímóti før­ oyska markinum. Jan sigur, at lodnan hesa tíðina er á veg suðureftir – úr vetrarøkinum norðanfyri Ísland. – Lodnan kann soleiðis koma í føroyskan sjógv í jan./febr., áðrenn hon leitar vestureftir móti gýtingar­ økinum á Suður­landinum. Fiskifrøðingurin sigur, at lodnan, teir sóu, var heldur smáfallandi; hon lá um góð 16 gram í miðal og var umleið 15 cm. til longdar. – Íslendska havrannsókn­ ar­skip­ið, Árni Friðriksson, var eisini úti og leitaði eftir lodnu í íslendskum sjógvi. Teir hava leitað síðan árs­ byrjan, men lítið og einki hevur verið at sæð, veit Jan Arge Jacobsen at siga. Svartkjaftur Á kanningarferðini hjá Magnusi Heinasyni sóu teir svartkjaft í mest sum øllum økinum, men nøgdirnar vóru størstar suður móti hellingini á rygginum millum Ísland og Føroyar – og serliga í heitum sjógvi nær landgrunninum. – Svartkjafturin var góður; miðallongdin var 28,2 cm. og miðalvektin var 141 gram, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur. Dreymurin um norðhavs- sildina vil ikki ganga út Hóast skipini fingu væl burtur norðhavssildini í fjør, er ikki líkt til, at sildin enn hevur tikið uppaftur gamla ferðingarmynstrið, sum hon hevði í fimti-og sekstiárunum SD-Beding hevur keypt Krossbakka Eigaraskifti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Glastrevjavirkið, SD- Bed­ing í Runavík, hevur keypt smiðjuna, Sp/f Kross­bakki, sum liggur á havnalagnum á Toftum. Søren Svenning Dan­iel­ sen sigur, at møguleikar­ nir hjá felagnum verða betri, nú teir eisini eiga smiðjuna á Toftum. – Vit ætla nú at býta ar­beiði upp soleiðis, at virksemið við glas­trevju verður á virki­num í Runa­ vík – og smiðju­arbeiði á Toftum. Hann sigur, at verk­ stað­­urin á Toftum er út­gjørdur sum ein mekan­ iskur verkstaður, har góð­­ir møgu­leik­ar eru fyri maskinumvæl­ing­um og øðr­um mekaniskum um­vælingum. – Í bygninginum í Runa­­vík hava vit bæði fing­ist við glastrevju og smiðjuarbeiði. Nú verður lættari at býta arbeiði upp, og hetta kemur at geva okkum betri umstøður, sigur Søren Svenning Dan­ielsen, sum ikki vil upp­lýsa keypsprísin.