Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroya Kolvetni, sum hevur ekspanderað nógv seinastu árini, letur nú eisini upp skrivstovu í Noregi og hevur sett fleiri kend oljufólk í starv. – Føroyskur olju­ mýggjabiti bítur frá sær skrivar norsk oljupressa Føroyskt oljufelag Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað gongur skjótt, frá tí at føroyska oljufelagið Faroe Petroleum, stingur út í kortið og til tað ger orð til veruleika. Eftir at felagið herfyri fekk leitiloyvi í norskum øki hev­ur verið arbeitt við at lata upp skrivstovu. Nú er kom­ið á mál, og í dag letur skrivstovan upp. Tað er ann­ ars eitt krav frá norskum olju­ myndugleikum, at øll feløg, sum hava leitiloyvi á norska landgrunninum, skulu hava skrivstovu í Noregi. Stovnað er dótturfelag, sum hevur fingið heitið: ”Faroe Petroleum Noreg”. Og tað kann ikki sigast annað enn, at føroyska olju­­felagið hevur gjørt sítt heima­arbeiði væl. Sambart norskari oljupressu hevur tað eydnast at ”headhuntað” stjóran í norska oljufelag­ num, Paladin, Helge Hamm­er eins og seks onn­ ur av starvsfólkunum hjá fe­­lagnum til ”føroyska olju­mýggjabitan” sum tað verður skrivað. Sambart tíðindum í norsk­ ari pressu hevur føroyska oljufelagið gjørt einki minni enn eitt kvetti við at hava sett í starv ikki bert ein kønan oljustjóra, men eisini næstan alla leitideildina við reservoirverkfrøðingi, bú­skaparfrøðingi oø. serfrøð­ ingum, á einum marknaði, har tað er sera torført at fáa fólk. Nýggi stjórin hjá Faroe Petroleum Norge, Helge Hammer sigur við norska oljupressu, at hann fer at tryggja, at før­oyska olju­ felagið verð­ur framm­aliga og sera virk­ið í komandi leiting á land­grunninum. Við sær tekur hann og hansara fólk drúgvar royndir og vitan frá Paladin tíðini. Ætlanin hevur annars verið at leggja norska felagið Paladin saman við Talismann og skuldu fólkini, sum nú eru farin til Faroe Petroleum Norge, verða partur av tí samanleggingini. Hammer sigur, at teir ætla ikki at liggja sjóvarfallið av sær men vera partur av leitingini í Norskahavinum við liðina á teimum stóru oljufeløgunum, sum leita eftir olju og gassi. Felagið fer eisini at vera virkið í búnum økjum í Norðsjónum sigur Hammer. Føroyska oljufelagið hev­ ur sent umsókn til mynd­ ugleikarnar um at blíva ”prekvalifiserað” at arbeiða á norskum øki. Við Hammer & Co á liðnum roknar norska oljupressan við, at hetta fer at ganga skjótari. Hann sigur eisini, at ætlan­ in er nú at leita eftir norskum íleggjarum, sum kunnu seta pengar í Faroe Petroleum Norge. Sambart Nils Sørensen, stjóra í Føroya Kolvetni er skrivstovan í Noregi enn eitt týðandi lið í menningini av felagnum og royndunum at spjaða váðan til virksemi í fleiri áhugaverdum olju­ økjum. Frammanundan er felagið sera virkið á At­lantsmótinum, bæði í før­ oyskum og bretskum øki. 20 Nr. 22 - 31. januar 2006 Føroya Kolvetni ger ordiligan vørr í Noregi Tveir av oddamonnunum í Faroe Petroleum, Nils Sørensen og Graham Steward fegnast, nú felagið eisini fær fast undir fótum ikki bert á norkska landgrunninum men eisini í norska oljuhøvuðsstaðnum Stavanger. Helge Hammer sum kemur at standa fyri skrivstovuni hjá Faroe Petroleum í Stavanger. Skrivstovan, 400 fermetrar, verður í fyrstu hædd í sama bygningi sum Petoro A/S heldur til á Øvre Strandgate 124 í Stavanger. Petoro umsitur pengakassan og licensirnar hjá norska statinum