týsdagur 31. januar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 31. januar 2006
21
Skatta
valdið
skal
kunnast
Kravið til ítróttarfeløgini
– tá tosað verður um
samsýning til útlendsk
ítróttarfólk - er rættiliga
greitt. Hesi skulu forvinna
í minsta lagi 8.805,53 kr.
um mánaðin í starvinum
sum ítróttarfólk.
Í hesi upphædd kunnu
roknast allar útreiðslur,
sum felagið avheldur
vegna ítróttarfólkið. Eitt
nú ferð til Føroya, virði
av fríum bústaði, fríum
bili og øðrum fríum
ágóðum.
Í hesum er tó vert at bíta
merki í, at fríu ágóðarnir
eisini skulu uppgevast
skattavaldinum. Verða
teir ikki tað, so telja
upphæddirnar ikki við í
roknistykkinum yvir løn,
og hartil er talan tá eisini
um brot á skattalógina.
Er talan um fríar ágóðar,
so merkir hetta við øðrum
orðum, at skattur skal
rindast av fríu ágóðunum.
Tann skattin kann felagið
átaka sær at gjalda, ella
eisini skal hann gjaldast
av móttakaranum.
-mørk
---
Munur
á útlend
ingum
Tá semjan um fram
leingjan av arbeiðsloyvum
varð gjørd, merkti hetta
samstundis, at virðið
á teimum útlendsku
ítróttarfólkum, sum longu
vóru í landinum, hækkaði
munandi.
Hesi vóru nevnliga
komin inn, áðrenn umsit
ingin brádliga herdi
krøvini. Og treytað av,
at tey hildu seg til sama
arbeiðspláss, gjørdist
talan nú um lagaligar
treytir fyri framleingjan.
Við øðrum orðum, so
gjørdist brádliga munandi
meira
lokkandi
hjá
ítróttarfeløgunum at fáa
hesi fólkini knýtt at sær,
tí her var einki krav um
samsýning frá felagnum.
Samstundis standa hesi
fólk eisini í serstøðu, tí
tey hava ikki mark fyri,
hvussu nógv tey kunnu
forvinna aðrar vegir.
-mørk
Nr. 22 • týsdagur • 31. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað er væl hugsandi,
at kravdu FIFA-
reglurnar gera
umsitingina av
útlendingaøkinum
enn truplari fyri
føroysk fótbóltsfeløg
Útlendingar
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á komandi aðalfundinum
hjá FSF verður eitt av
málunum nýggju krøvini,
sum limalondini hjá altjóða
fótbóltssamgonguni, FIFA,
skulu liva upp til.
Ein partur av hesum
krøvum eru sonevndu
transfer-vindeyguni. Tað
vil siga avmarkað tíðarbil,
har spælarar kunnu skifta
millum feløg.
Her er lagt upp til, at tað
í framtíðini verður so, at
øll spælaraskifti skulu vera
skrásett áðrenn 31. januar.
Og verður tað galdandi, so
verður at kalla vónleyst hjá
føroyskum fótbóltsfeløgunum
at kn‡ta útlendingar at
hópinum í framtíðini. Í øllum
førum, so leingi sum útlend
ingalóggávan verður umsitin,
sum hon verður í løtuni.
Loyvini skul vera í lagi
Ein av treytunum, sum
verður sett fyri at útskriva
spæliloyvi frá FSF er, at
viðkomandi skal hava
arbeiðs- og uppihaldsloyvi
í Føroyum.
Men við tungu málsvið
gerðini á útlendingaøkinum
er nærum vónleyst hjá fel
øgum at tryggja sær, at hesi
loyvi er fingin í rættlag inn
an 31. januar. Hóast batar
í málsviðgerðartíðini, so
eru enn dømi um spælarar,
sum hava bíðað í upp til
hálvt ár eftir loyvum. Tað
vil við øðrum orðum siga,
at føroysk longu nú skulu
leggja sær til rættis, hvørjar
útlendingar tey møguliga
hugsa um at hava í hópinum
til kappingarárið 2007! Og
tað er sjálvandi ikki ein
støða, sum feløgini meta seg
kunna liva við.
Enn eru FIFA-krøvini tó
ikki sett í verk. Og sambært
aðalskrivaranum í FSF,
Ísak Mikladal, so verður
eisini arbeitt við at loysa
trupulleikan.
– Stjórnarfundur verður
í ÍSF í næstum, og tá er
hetta eitt av mállunum, sum
verður tikið upp. Tí hetta
er ikki bara ein trupulleiki
fyri fótbóltin. Tað er ein
trupulleiki,
sum
allur
føroyskur hevur, og tí eigur
og skal ÍSF verða partur av
loysnini, sigur Ísak.
Hann dugir tó ikki at siga
nakað um, hvussu ein loysn
kundi sæð út. Men staðfestir
bara, at verandi støða í
øllum førum er ótolandi hjá
feløgunum.
Fótbólturin fær trupulleikar
Ov høg krøv og at
kalla eingin smid
ligheit. Tað tykist
vera niðurstøðan
hjá føroyskum ítrótt
arfeløgunum. Sagt
verður, at tað bert
er ein spurningur
um tíð, hvussu
leingi feløgini orka
at fáast við tunga
útlendingamálið
Útlendingar
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ítróttarfólk og -venjarar
skulu forvinna í minsta
2.096,60 kr. um vikuna
(8.805,53 um mánaðin)
frá ítróttararbeiðinum fyri
at kunna fáa arbeiðs- og
uppihaldsloyvi.
Samstundis skulu hesi
í mesta lagi forvinna
1.935,40 kr. um vikuna
(8.128,50 kr. um mánaðin)
frá framíhjástarvi í aðrari
vinnu enn ítróttararbeiði.
Soleiðis var orðaljóðið í
seravtaluni, sum varð gjørd
um útlendsk ítróttarfólk, tá
politisk semja at enda varð
gjørd um, hvussu hesin
bólkur av útlendingum
skuldi viðgerast í samband
við umsókn um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi.
Tann semjan varð fingin í
lag 30. september 2004, og
var hetta ein av knútunum,
sum komu í ljósmála, tá
útlendingakjakið av álvara
tók seg upp á heysti 2003.
Ov høg minstukrøv
Ivaleyst mundu flestu polit
ikarar halda - og helst eisini
vóna – at tann parturin
av útlendingaøkinum var
vorðin greiðari og smid
ligari við hesum. Men tað
munnu tó vera langt ífrá øll
ítróttarfeløg í landinum, sum
eru samd í hesum:
– Greiðari kanska, men
ikki smidligari. Og næstan
ógjørlig at liva upp til.
Somikið kontant eru boðini
úr fleiri av feløgunum, sum
vit hava tosað við um málið.
Trupulleikin tykist púra greitt
vera, at krøvini um inntøku
frá ítróttarfeløgunum eru
sett somikið høgt, at tað er
sera trupult hjá feløgunum
at hóra undan hesum. Snøgt
sagt, so hava feløgini ikki
ráð at hava fleiri útlendingar
í starvi fyri nærum 9.000 kr.
um mánaðin.
Samstundis
verður
trupulleikin gjørdur enn
størri, tá talan er um mesta
forvinning hjá øðrum
arbeiðsgevara. Tað merkir, at
arbeiðsgevarar í mesta lagi
kunnu seta hesi somu fólk
í hálvtíðarstarv, og eisini
tað kann skapa trupulleikar.
Hetta tí arbeiðsgevarin í allar
flestu førum heldur vil hava
fólkini í starvi fulla tíð. Og
hóast talan kann verða um
skiftandi arbeiðstørv - t.d. á
einum flakavirki - so nyttar
lítið at hava starvsfólk, sum
hava eitt lógarfest mark
á tímatalinum. Altso har
starvsfólkið noyðist at siga
nei til arbeiði, hóast tey fegin
vilja til arbeiðis. Og hóast
arbeiðsgevarin í summum
førum nærum skríggjar eftir
arbeiðsmegi.
Smidligheitin
Orðaljóðið í avtaluni millum
Bertel Haarder og Jógvan
við Keldu staðfestir ikki, at
talan er um serliga smidliga
skipan. Men politiski boð
skapurin ta ferðina var
klokkuklárur tann vegin.
Og hóast semja var um, at
krøvini vóru í yvirkantinum,
so var avmarkað gleði at
hóma í føroyskum ítrótti, nú
ein serskipan hóast alt var
fingin í rættlag.
Men tað man tó vera so sum
so við smidligheitini. Dømi
eru um, at tað framvegir
tekur meira enn hálvt ár at
fáa neyðugu arbeiðs- og
uppihaldsloyvini. Og tað
er nakað nógv meira, enn
feløgini kunnu liva við at
kalla.
Samstundis er í lógar
tekstinum ásett, at venjarar
og ítróttarfólk kunnu vænta
at verða send av landinum,
eru tey farin undir virksemið,
áðrenn endaligu loyvini eru
fingin í rættlag. Í nógvum
førum hevur praksis annars
verið, at tá umsóknin er send
inn, verður farið til verka.
Tann leisturin er tó ikki í lagi
sambært lógartekstinum,
og skal bíðast í hálvt ár,
hvørja ferð umsókn verður
latin inn, fáa ítróttarfeløgini
illa arbeitt yvirhøvur. Tað
merkir í veruleikanum, at
hond- og flogbóltsfeløg
longu nú skulu gera avtalur
við útlendskar spælarar fyri
komandi kappingarár. Og
tað er ein uppgáva, sum er
meira ella minni vónleys hjá
føroyskum ítrótti.
Tí kann avleiðingin
væl verða, at talan í veru
leikanum gerst um eitt
útlendingastopp, áðrenn alt
ov leingi. Eitt stopp, sum
meira ella minni er avleitt
av umsingar- og fíggjarligu
hørðu krøvunum, sum før
oysk ítróttarfeløg skulu liva
upp til.
Fyrsti dómurin um ólóg
liga arbeiðsgevaraváttan
fall longu í heyst, tá HB-
formaðurin fekk treytaðan
dóm á sín kappa. Næstu
dómsviðgerðirnar eru í
væntu, og so er spurningurin,
hvussu leingi leikfólkini,
sum standa handan flestu
ítróttarfeløgini tíma og orka
at fáast við lógartekstin.
Feløgini hoykna undan
Enn er eingin ábending um, at kavabólturin við útlendskum
ítróttarfólkum er í ferð við at steðga. Sum vit hava skilt, so
verða fleiri mál í løtuni kannað á løgregluni