Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 22 - 31. januar 2006 Ein tilburður undir venjing í Vági sunnudagin hevur skapt iva um framtíðina hjá miðvallarspælaranum Evrard Ble í VB. Venjarin Ole Ander­ sen sigur, at Ble venur fyri seg sjálvan hesa vikuna, meðan málið verður viðgjørt Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Evrard Ble taldist millum profilarnar í føroysku fótbóltskappingini í fjør. Arbeiðssami og ídni mið­ vallarspælarin var ein eyðsýndur partur av VB- liðnum, sum stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting. Nú er framtíðin hjá Ble í VB ivasom. Orsøkin er ein tilburður undir venjing sunnudagin, har Ble brast saman við ein annan spæl­ ara. Venjarin hjá VB, danin Ole Andersen, váttar, at ein tilburður var, men hann vil ikki siga nakað ítøkiligt um hendingina. – Tað, sum hendi, kann als ikki góðtakast, og tí venur Ble fyri seg sjálvan hesa vikuna, meðan hendingin verður viðgjørd í felagnum. Hvørjar avleiðingarnar verða fyri Ble er ikki gjørt av enn, men skal hann halda fram í felagnum, so skal nógv mýkjast og tosast áðrenn, sigur Ole Andersen. Sosialurin skilir, at Ble leyp fram av mótvegis einum øðrum spælara, og spælarin, sum tað gekk út yvir, fekk ein løst í andlitið og hevur ikki kunnað vant síðani. Letur væl at innsatsi Ole Andersen er nýggjur venjari í VB, og hóast hann er greiðir yvir, at liðið hevur mist týðandi spælarar við eitt nú Mortan í Hørg og Milan Kulic, sum báðir eru farnir til HB at spæla, hevur hann góðar vónir til kappingina. – Venjingin gongur sera væl, og spælararnir fara at koma í sera góðan form. Nú vita vit ikki endaliga, hvussu liðið hjá okkum verður mannað, men eg vænti, at VB fer at spæla ein positivan leiklut í kappingini í ár, sigur Ole Andersen. Ætlanin er, at litavski verju­spælarin Dalius Staliliunas, ið spældi við VB fyri tveimum árum síðani, skal koma aftur til VB í ár, og onkur annar útlendskur spælari er eisini upp á tal. Um vikuskiftið spældi BK Tromsø teir báðar útsettu dystirnar frá farna vikuskiftið. Fyrra dystin vann felagið uttan annan av føroysku spælarunum, men toppdysturin endaði við tapi Flogbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo BK Tromsø hevði eitt misjavnt vikuskiftið í norsku flogbóltskappingini. Tveir dystir vóru á skránni, og leygardagin var liðið hjá Rúna Weihe og Bárður B. Mikkelsen í Tróndheim og spældi ímóti Dragvoll. Hendan dystin manglaði BK Tromsø Rúna Weihe og tveir aðrar lyklaspælarar, men teir megnaðu tó at hála ein tepran 3-2 sigur í land. Settúrslitini vóru: 18-25, 25-23, 25-22, 21-25 og 7- 15. Taptu toppdyst Sunnudagin var toppdystur ímóti Kristianssund á skránni. Hesaferð var Rúni viðaftur, men tað eydnaðist ikki Tromsø at gera nakað við sterka oddaliðið, sum vann dystin 3-0. Settúrslitini vóru: 25-20, 25-18 og 25- 19. Heimasíðan hjá BK Tromsø skrivar, at liðið hevði ikki ein av sínum bestu døgum hendan. Spælararnir gjørdu nógvar servufeilir og kláraðu ikki at leggja trýst á liðið úr Kristianssund. Næsti dystur hjá BK Tromsø verður um viku­ skiftið ímóti Oslo Volley. Rógvi skoraði aftur KR spældi um vikuskift­ ið venjingardyst ímóti Drátti, og KR vann dystin 3-1. Føroyski landsliðsspælarin Rógvi Jacobsen spældi við allan dystin, og hann skoraði seinasta málið í dystinum. Álopsfelagin hjá Rógva, Grétar Óla­ fur Hjartarson, skoraði hini bæði málini hjá KR. Felagið hjá Rógva hevur nú spælt tveir venj­ ingardystir, teir hava vunnið báðar, og Rógvi hevur gjørt trý mál í hesum báðum dyst­um. Málið hjá Rógva um vikuskiftið er tað tíggj­ unda, sum hann hev­ur gjørt fyri KR. ek Símun upp á spæl Føroyski lands­liðs­spæl­ arin Símun Samuelsen lá fram við, tá ið Kefla­ vík leygardagin spældi venjingardyst ímóti ÍBV. Keflavík vann dystin 2-0, og tað halda teir verða eitt óføra gott úrslit. Annað av mál­un­ um skoraði Símun Sam­ u­elsen. Í seinna hálv­ leiki legði ÍBV trýst á Keflavík, men Símun og liðfelagarnir hildu mál­­ið reint og vunnu dyst­in. ek Malan venur AB Argja Bóltfelag hevur longt sáttmálan við Mal­ una Mohr sum kvinnu­ venjari hjá felagnum. Tað skrivar heimasíðan hjá AB. Malan var eis­ ini í fjør venjari hjá kvinn­unum hjá AB, og tá endaði liðið sum nummar 4 av 6 liðum. Venjingin hjá AB- kvinn­unum byrjar fyrst í februar. ek Suni er á veg Superligafelagið AaB er farið á venjingarlegu í Turkalandi. Sunnudagin vandi spælararnir fyri fyrstu ferð á hesari venj­ ingarlegu, og týsdagin spæla teir dyst ímóti ukrainska liðnum FC Illichivets Mariuspil. Bæði Jón Rói Jacobsen og Suni Olsen eru við á venjingarleguni. Jón Rói venur sum vanligt, meðan Suni Olsen, ið hevur havt ein skaða í fót­inum, er farin at venja aft­ur, og sunnudagin var hann við í tí mesta undir venjingini. AaB- heimasíðan skrivar, at Suni nú skal fáa formin upp á pláss aftur, eftir ein steðg í tveir mánaðir. ek Ble settur uttanfyri í Vági – Tað, sum hendi, kann als ikki góðtakast, og tí venur Ble fyri seg sjálvan hesa vikuna, meðan hendingin verður viðgjørd í felagnum, sigur venjarin Ole Andersen um tilburðin undir venjingini sunundagin Mynd: Álvur Haraldsen Tromsø vann og tapti Rúni Weihe og liðfelagarnir í BK Tromsø taptu sunnudagin toppdyst í Kristianssund