Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 31. januar 2006 23 Katrin vann bronsu Katrin Olsen vann bronsumerki í DM í innandurarógving um vikuskiftið. Føroyski rógvarin, sum er komin langt í Danmark, var eitt sindur aftanfyri teir báðar fremstu rógvararnar, men vann bronsuna trygt Rógving Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Katrin Olsen var við í kappingin fyri kvinnur í aldrinum frá 23 til 29 ár, og tær róðu á 2000 metrum. Finalan var sunnu­dagin, og har eydn­ aðist tað Katrin at vinna bronsuna. Katrin fylgdist rættiliga væl við teimum báðum fremstu rógvarunum leingi, men á seinastu 500 metrunm dragnaði hon nakað og endaði 9 sekund aftanfyri numm­ ar 2. Hinvegin var Katr­ in tryggur vinnari av bronsuni, tí hon heili 14 sekund frammanfyri nummar 4. DM-kappingin í inn­and­ urarógving varð hildin í Kerteminde á Fyn um vikuskiftið, og umframt Katrina Olsen var eisini Jón Rosenblad við, og hann vann silvur í sínari kapping. --- Dragan farin í gongd Serbin Dragan Kovacevic kom um vikuskiftið til Føroya. B71-heimasíðan skrivar, at Dragan nú er farin í gongd við venj­ ingina á Sandi. B71 hevði eitt gott kappingarár í fjør, men uppflytingin til 1. deild miseyndaðist eftir tveir uppflytingardystir ímóti GÍ. Venjarin í fjør, Ole Andersen, er fluttur til VB at starvast, og Drag­ an, sum áður hevur vant VB, tekur við eftir hann í B71. ek – men Bjarni Skaalum tók øll á bóli við metúrsliti Billard tíðindaskriv Í kappingini í 1. deild í billard hevur dystur verið millum Kaggan og Klaksvíkar Bill­ ard­felag. Úrslitið gjørdist, at Kaggin vann tepran sig­ ur við 10-8. Tað tryggjar tó sigursgongdini hjá Kagga­ liðnum, sum higartil í ár hevur tikið mest sum øll billardáhugað á bóli. Kaggin vann fyrstu dystirnar móti ávikavist Havnar Klubba og Tvøroyrar Billardfelag 18-0. Stóri spælarin í dystunum millum Kaggan og klaks­ víkingar var Bjarni Skaalum, sum skoraði sítt besta úrslit nakrantíð. Hann vann allar dystirnar. Tá avtornaði hevði Bjarni ikki minni enn 37,63 eygu í meðal, sum liggur sera tætt upp at føroyameti. Hann hevði dystirnar 934, 704 og 620. Hann átti eisini besta umfarið uppá 230 eygu. Við slíkum úrslitum er Bjarni ein greiður finalistur til einstaklingakappingina í billard í ár. Bjarni sýndi meistarligt spæl. Næstbestur í kappingini var sum roknað við Krisjan Sune Høgnesen úr Klaksvík við 29.4 eygu í meðal. Hann tapti móti Bjarna sum vera man. At Kaggin megnaði at vinna á fleirfalt føroya­meist­ arunum úr Klaksvik er so eisini Steinbirni í Dali at takka. Hann tók ikki færri enn tveir klaksvíkingar á bóli. Triði spælarin á Kaggalinum, Jan Müller varð lítið verdur henda dagin. Hann tapti allar sínar dystir. Hinir spælararnir á Klaksvíkar liðnum vóru Sonhard Johannesen og Njál Petersen sum vunnu hvør sín dyst. Kaggin vann tepurt á Klaksvík Bjarni Skaalum, sum spældi meistarliga á billardborðinum í Klaksvík og hevði nærum 40 eygu í miðal Badminton tíðindaskriv Um vikuskiftið var Tórshavn Open spælt í badmintonhøllini í Havn. Undirtøkan var sera góð - heili 80 leikarar undir 15 ár møttu leygardagin og sunnudagin luttóku 30 unglingar og vaksin. Leikt var í einmansleiki. Tey vaksnu kappaðust eisini í blandaðum tvímansleiki. Fleiri steyp fóru til Fuglafjarðar, har serliga nógvir ungir evnaríkir dreingir eru. Í Vestmanna eru tað serliga genturnar, ið hava skarað framúr, men har eru nú eisini yngri dreingir ið vinna heiðurspláss. Hjá HBF - har talentmenningin nú er komin í fastar karmar - hilnaðist eisini væl hjá teimum ungu. Úrslitini frá kappingini vóru hesi: Tórshavn Open, úrslit Gentur U9 Sólfríð H. Joensen, VíF nr. 1 Hildur Niclassen, VíF, nr. 2 Dreingir U9 Sámal Joensen, ÍF nr.1 Sjúrður Olsen, VíF nr. 2 Gentur U11 Rannvá D. Carlsson, HBF nr. 1 Lilja Luid, HBF nr. 2 Dreingir U11 Arnold Kristiansen ÍF nr. 1 Áki Egilsnes, VíF nr. 2 Gentur U13 Birita Poulsen, VÍF nr. 1 Elisabet S. Mikkelsen, HBF nr. 2 Dreingir U13 Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF, nr. 1 Leivur Joensen, ÍF nr, 2 Gentur U15 Hanna E. Óladóttir Arge, HBF nr. 1 Sigrid Dalsgaard, HBF nr. 2 Dreingir U15 Jóni B. Christiansen, HBF nr. 1 Ari J. Ellingsgaard, HBF nr. 2 Kvinnuunglingar Brynhild D. Carlsen, HBF nr. 1 Óluva Bærentsen, ÍF nr. 2 Mansunglingar Flóvin S. Mikkelsen, HBF nr. 1 Reidar Luid, HBF nr. 2 Kvinnur Guri Poulsen, HBF nr. 1 Guðrun Poulsen, VÌF nr. 2 Menn Aksel Poulsen, HBF nr. 1 Niclas Eysturoy, HBF nr. 2 Blandaður tvímansleikur Niclas Eysturoy og Guri Poulsen, bæði frá HBF nr. 1 Rógvi Poulsen HBF og Guðrun VíF, nr. 2 Metstór luttøka til Tórshavn Open 2006 Lutakastið til fimta umfar var seinna­ partin í dag, og tað endaði við, at tveir av favorittunum skulu møtast. Liverpool fekk heimavøll ímóti Man­ chester United og lagt er upp til eitt brak av einum steypadysti tann 18. ella 19. februar. Liðini møttust fyri stuttum á Old Trafford, og tá vann United 1-0 við máli frá Rio Ferdinand í síðsta minutti. Manchester United hevur veruliga havt takið á Liverpool sein­ astu árini, og United hevur vunnið átta av tíggju teimum seinastu dyst­ unum teirra millum. Chelsea er enn ikki komið víðari til fimta umfar, men skal spæla umdyst ímóti Everton. Chelsea ella Everton fáa heimavøll ímóti Colchester. FA Cup, 5. umfar: Preston N.E./Crystal Palace - Coventry/Middlesbrough Newcastle - Southampton Aston Villa - Manchester City Everton/Chelsea - Colchester United Charlton - Brentford Liverpool - Manchester United Bolton - West Ham Stoke City - Reading/Birmingham -SíS Tað er ikki vist, at Wembley verður klárt til FA Cup finaluna, sum verður leikt í mai mánað Ein talsmaður fyri fyritøkuna, ið stendur fyri byggingini, metir, at møguleikin fyri, at Wembley verður klárt, er 70 prosent. Hvussu hetta skal tulkast er ilt at siga, men hetta hevur fingið fleiri at óttast, at leikvøllurin ikki verður klárur til finaluna, sum fólk annars høvdu væntað. Stjórin í felagnum Multiplex hevur ásannað, at óvissa í løtuni valdar um, hvørt leikvøllurin verður klárur til tíðina. Um Wembley nú ikki kann hýsa finaluni, verður hon leikt á Millennium Stadium í Cardiff. Ætlanin var annars, at Multi­ plex skuldi handa enska fót­bólts­ sambandinum leikvøllin tann 31. mars, men tað verður eftir øllum at døma av ongum. -SíS Ivamál um Wembley verður klárt til finaluna Liverpool og United møtast í FA Cup