týsdagur 31. januar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 22 - 31. januar 2006
– Samlaði orkutørvur
landsins til ravmagn,
hitaorku og flutn-
ingsorku kann á
burðardyggan hátt
skipast alleina við
varandi orkukeldum.
Fyri at náa hesum
máli, má politiska
leiðsla landsins taka
seg um reiggj og
fremja neyðuga lógar-
verkið soleiðis at ein-
staki borgarin og
vinnulívsmaðurin
sleppur til verka.
Grundleggjandi treyt
er at náttúruumsit-
ingin fæst at virka -
og ikki minst at dem-
okratisku rættindi
borgarans at gangn-
nýta náttúrutilfeingið
á burðardyggan hátt
verða sett í hásætið,
sigur Føroya Náttúru-
verndarfelag (FNU) í
yvirlýsing, samtykt á
nevndarfundi 7.
januar 2005
NÁTTÚRA
Føroya Náttúruverndarfelag
(FNU)
EL-orkufelagið SEV ætlar
framhaldandi at ognartaka
alla Eysturoynna til vatn-
orkuútbyggingar. Vit hava
sæð, hvussu burtur úr vón
og viti stórur partur av
norðari helvt av Eysturoy er
mest sum turrlagdur niðan
fyri 150 metra hædd. Allar
áir eru horvnar og hópur av
betongkassum eru bygdir í
haganum til inntøk til
leiðing av vatni til tað so
fyrr vakra Eiðisvatn.
Føroya Náttúruverndar-
felag (FNU) vísti longu
fyrst í 1980-árunum á
hvussu skilaleys SEV og
Højgaard & Schultz ætl-
anin er. Ein overhonds stór
íløga á meir enn 600 mill.
kr. varð løgd á allar komm-
unuskattgjaldarar landsins
fyri at framleiða so lítið
sum 39 mill.kW-tímar av
ravmagni.
Skaðiligu árinini við
byrging fyri øllum áunum,
ið í túsundatals ár hava
runnið í firðir og sund, fyri-
uttan tapið av náttúruvirð-
um, siðsøgu- og mentanar-
virðum, ið ikki kunnu ger-
ast upp í kilowattum ella
krónum, verða náttúru á
landi og sjógvi og okkum
sjálvum og eftirkomarum
til óbótaligan skaða.
FNU vísti á hvussu skyn-
som ætlan kundi fremjast
við at fara upp í hæddina í
góðar 300 metrar og harvið
eisini fáa nógv meiri og bíl-
igari orku - fyriuttan at
náttúra og áir ikki vildu
verða við skerdan lut, í tann
mun sum vit í dag eru vitni
til.
Eiði 2
SEV leiðslan ætlar at halda
áfram við Eiðisverkætlan-
ini og savna alt vatn saman
í sunnaru helvt av Eysturoy
og føra hetta gjøgnum
tunnlar í fjallinum norður í
savningarbrunnin - fyrrver-
andi Eiðisvatn. Eiðisverk-
ætlanin er í 4 stigum: Eiði
1 og 3, ið eru framd, og Eiði
2 og 4 ávikavist vestari og
eystari partur av syðru
helvt av Eysturoy millum
Sundini/Tangafjørðin
og
Skálafjørðin.
Útbyggingin kemur at
kosta um 250 mill. kr. við
teim óvissum, ið standast
av truplu jarðfrøðiligu við-
urskiftunum í basaltfláu-
num og Eysturoyarsyllini.
Harafturat metir SEV sjálvt
at Eiðisverkið má útbyggj-
ast fyri aðrar 20 mill.kr. Við
ætlanini at bora 4 km suður
um Sandá til Breiðá beint
norðan fyri Morskranes og
leiða alt vatn úr øllum áu-
num norður til Eiðis, verð-
ur orkuúrtøkan bert 1/3 av
tí hon kundi verið, um lurt-
að varð eftir teim ráðum
FNU, Orkuráðið, felagið
Berdal og aðrir ser-frøð-
ingar mæltu til, nevniliga at
fara upp í 300 metra hædd,
har vatnnøgdin og eisini
orkuúrtøkan er størst. Víst
varð á sera skilagóðu Vam-
barætlanina, ið fyriuttan at
geva meiri enn tvífalt ta
orku Eiði 1 og 3 geva í dag,
eisini vildi spart okkum
náttúruvirðini við Eiðis-
vatn.
Sambært SEV vil fram-
leiðslan við Eiði 2 geva
uml. 20 mill. kW tímar ella
tað sama sum 7 av vind-
myllunum í Vestmanna, til
ein kostnað á 35 mill.kr.
Framleiðslukostnaðurin
fyri hvønn kilowattíma
verður við Eiði 2 hin sami
sum fyri Eiði 1 og 3 - einar
17 til 20 kr.
SEV steðgar ikki á við
Eiði 2, men vil halda á fram
við Eiði 4 á eystursíðu av
fjallarygginum og somu-
leiðis føra alt vatn norður
til Eiðis. Við hesum missur
Skálafjørðurin mesta partin
av feska vatninum, og kann
tað hava við sær at fjørð-
urin lívfrøðiliga doyr, tí
frammanundan hevur hann
sera lága vatnútskifting.
Orkutørvur og
tøknilig menning
Ravmagnstørvurin hevur
verið rættuliga javnur sein-
astu 10 - 15 árini. Einans
vinnuvirksemi og fólkatal
hevur ávirkað vøksturin við
uml. 2% árliga, tó so at av-
roknað ravmagnsnýtsla er
fallin við gott 1 % frá 2003
til 2004. Vatnorkuútbygg-
ingar SEV´s verða framdar
við sera stuttari avskriv-
ingartíð, og hevur hetta
kostað samfelagnum kapp-
ingarføri við grannalond
okkara. Hetta er óteljandi
ferðir ført fram av vinnu-
umboðum. Kilowattímin er
ein hin hægsti í Europa, og
tað enntá uttan annað av-
gjald
enn
meirvirðis-
gjaldið.
Okkara tøki ravmagns-
máttur er tvífalt tørvin á
orku, og kann tí setast
spurnartekin við , hví vit
framhaldandi skulu trá-
royna allar oyggjar fyri
hvønn dropa av vatni og
enntá seta nýggjar diesel-
motorar upp, tá onnur skil-
agóð og nógv bíligari tøkni
finnist.
Kyoto, orkusparing
ella útbygging
Álvarsama dálkingarstøðan
við útlátum av vakstrarhús-
gassum frá serstakliga av-
brenning av olju, kann
koma landinum aftur um
brekku, um einki verður
gjørt fyri at avmarka nýtsl-
uni av olju. Nakað kann
gerast her og nú við m.a.
minking í oljunýtslu til rav-
magnsframleiðslu, líkasum
fólk og feløg við íløguá-
huga mugu og skulu hava
atgongd til at kunna fram-
leiða orku. Skip, bátar og
flutningur á landi fara at
síggja aðrar møguleikar í
vetnisorkuni, og vinna, bú-
staðir og bygningar annars
fara at gera gagn av teim
við hondina verandi orku-
keldum, ið m.a. eru vind-
orka, aldu- og streymorka,
sólorka og hitapumpur og
við eini annars fallandi ork-
unýtsla við betri gangnýtslu
og minni orkukrevjandi tól-
um. Við tíðina verða vit
leys av allari innfluttari
orku og fáa skipað samfel-
agið á burðardyggum støði.
Ravmagnsnýtslan til eini
sethús er um 4.500 kilowat-
tímar pr. ár. Av hesum eru
20 til 25% ella um-leið
1.100 kW tímar til ljós-
perur og ljósrør. Um allar
gløðiperur í húsum og
bygningum verða skiftar út
við ljósdioduperur, ið ein-
ans nýta millum 0,5 og 1
watt og annars geva somu
ljósstyrki sum ein 50 ella
60 watt pera, vil hetta spara
okkum uml. 20 mill. kW
tímar, ið svarar til 12,5% av
oljuframleidda ravmagni-
num.
Verða allir komfýrar í
húsarhaldum
induktóns-
komfýrar og gingið verður
út frá, at helvtin av øllum
húsarhaldum enn hava van-
ligu stálpláturnar, kann ein
ravmagnssparing her fara
frá uml. 1000 kW tímum
pr.ár niður á uml. 200 kW
tímar fyri hvørt húski. Við
7000
húsarhaldum
er
samlaða sparingin 5,6 mill.
kW tímar ella 3,5% av olju-
framleidda ravmagninum.
Annað sparidømi er spar-
ing í ravmagnsmotorum.
Hesir verða brúktir innan
fiskiídnað, í ventilatiónsút-
gerð, kompressarum og
pumpum o.ø. Norðurlendsk
hagtøl siga at 70% av saml-
aðu ravmagnnýtsluni innan
ídnaðin fara til motorar. Við
útskifting av gomlum mot-
orum til nýggjar sparimot-
orar kann fáast ein sparing
uppá góð 14%. Ídnaður á
landi brúkar uml. 80 mill
kW tímar um árið. Við eini
sparing á 14% av hesi
nýtslu fást uml. 8,5 mill.
kW timar spard ravmagns-
orka svarandi til 5,3% av
oljunýtsluni hjá SEV.
Bert hesi 3 sparidømi
vísa at vit kunnu spara 34
mill. kW tímar oljufram-
leitt ravmagn um árið.
Hetta er fyri árið 2003 góð
21,2 % ella 7.672 tons av
samlaðu oljunýtslu SEV´s
og 3,4% av samlaðu olju-
nýtslu landsins.
Verður
samanbering
gjørd við teir 20 mill. kW
tímar, ið Eiði 2 ætlandi skal
geva, er henda sparing
næstan tvær ferðir so stór.
Niðurstøðan er tí greið, at
vit við sparingum í t.d. eitt
6 ára skeið partvís kunnu
spara
okkum
burturúr
framhaldandi oyðing av
náttúru, og partvís vísa út-
heimin at vit eru før fyri og
vilja taka okkara ábyrgd av
at minka um skaðiliga
vakstrarhúsárinið.
Landsstýrið eigur annars
í stundini at fáa gjørt eina
landsbyggireglugerð, ið á-
setur orkukrøv til hús og
bygningar. Einki vil tá
verða til hindurs fyri at vit
kunnu lúka Kyoto kravið
um minking av CO2 útláti-
num við 8% fram til 2012.
Burðardygg menning
Fleiri tulkingar hava verið
frammi um hugtakið burð-
ardygg menning, og er all-
arhelst neyðugt staðiliga at
upplýsa hvør verunligi
týdningurin er í hesum báð-
um orðum.
Upprunin til hugtakið er
frá 1987 tá Brundtland -
komissiónin legði fram frá-
greiðingina "Vor Fælles
Fremtid". 5 ár seinri varð
Yvirlýsing frá Føroya Náttúruverndarfelag - FNU
Steðgið Eiði 2 og 4 og fremjið
Sambært SEV vil framleiðslan við Eiði 2
geva uml. 20 mill. kW tímar ella tað sama
sum 7 av vind-myllunum í Vestmanna,
til ein kostnað á 35 mill.kr. Framleiðslu-
kostnaðurin fyri hvønn kilowattíma verð-
ur við Eiði 2 hin sami sum fyri Eiði 1 og 3
- einar 17 til 20 kr.
”
Ravmagnsnýtslan til eini sethús er um
4.500 kilowattímar pr. ár. Av hesum eru
20 til 25% ella um-leið 1.100 kW tímar
til ljósperur og ljósrør. Um allar gløðiper-
ur í húsum og bygningum verða skiftar út
við ljósdioduperur, ið einans nýta millum
0,5 og 1 watt og annars geva somu ljóss-
tyrki sum ein 50 ella 60 watt pera, vil
hetta spara okkum uml. 20 mill. kW tím-
ar, ið svarar til 12,5% av oljuframleidda
ravmagninum.
”