týsdagur 31. januar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 31. januar 2006
25
víðagitna ST- ráðstevnan
hildin í Rio de Janeiro har
Agenda 21 skjalið varð
samtykt. Her verður heitt á
heimsins lond at gera ætl-
anir fyri burðadygga menn-
ing á tann hátt, at tikin
verða fyrilit fyri umhvørvi
og náttúru, tá avgerðir
verða tiknar innan m.a. bú-
skaparlig og sosial øki.
Hetta merkir at øll lond
hvør í sínum lagi skulu gera
ætlanir til minking av dálk-
ingini, avmarka veðurlags-
broytingar, verja um ozon-
lagið, minka um tilfeingis-
nýtsluna o.s.fr.
Áherðsla verður løgd á at
loysa umhvørvistrupulleik-
arnar út frá eini heildar-
mynd av mannaskapaða
samfelagnum í mun til
"heilsuna" hjá náttúruni, og
betur er tá við fyribyrging
heldur enn upprudding tá
skaðin er hendur. Verður
"heilsa" náttúrunar so ván-
alig at hon doyr, vilja vit og
alt annað livandi fara sama
veg av tí einfaldu orsøk, at
alt lív er grundað á náttúru-
nar treytir.
Brundtland- kommissi-
ónin gjørdi hesa lýsing av
hugtakinum
burðardygg
menning.
Burðardygg
menning
lýkur tørvin hjá verandi
ættarliðum og forðar sam-
stundis ikki fyri møguleik-
unum hjá komandi ættarlið-
um at lúka teirra tørv.
Burðardygg menning er tí
ikki ein endalig samljóðs-
støða, men heldur ein
broytingartilgongd,
har
gagnnýtsla av tilfeingi,
skipan av íløgu- og fígg-
ingarháttum, gongdin í
tøkniligu menningini og
umsitingarligu viðurskiftu-
num annars, verða sambært
framtíðar eins og nútíðar
tørvi.
ST, ES og Norður-
lendskir sáttmálar
Føroyar eru sambært grein
5 í heimastýrislógini stjór-
narrættarliga bundnar at
halda
altjóða-rættarligar
sáttmálar, ið Danmark hev-
ur góðkent - um ikki bein-
leiðis undantak er orðað
fyri Føroyar. Her eru so-
statt Marpolsáttmálin frá
1973 um fyribyrging av
dálking frá skipum, Gen-
évesáttmálin frá 1979 um
minking av langtrøkkandi
luftdálking, Wiensáttmálin
frá 1985 um verju av ozon-
lagnum, Rio-sáttmálin, Ag-
enda 21 ætlanin og Veður-
lagssáttmálin frá 1992, og
so Kyoto protokollin frá
1997, ið politiska leiðsla
landsins ikki var før fyri at
leggja rygg til, men mátti
biða donsku stjórnina um
tíðarleyst fyrivarni føroy-
inga vegna. Grønlendingar
vóru meiri mannsligir og
staðfestu Kyoto-protokoll-
ina. Annar serstakur ST-
sáttmáli er sonevndi Århus-
sáttmálin frá 1998, ið fevnir
um almenna upplýsingar-
skyldu og luttøku borgarans
við rættindum at kæra fyri
dómstólarnar avgerðir til
allar verkætlanir, ið hava
við náttúru og umhvørvið
at gera. Sáttmálin bleiv
settur í gildi í Danmark í
2000 - við fyrivarni fyri
Føroyar.
ES-reglugerðir og við-
tøkur innan burðardygga
menning mugu skiljast sum
eisini galdandi fyri tey
norðanlond, ið ikki eru
beinleiðis limir í ES. Innari
ES-marknaðurin og hand-
ilstreytir gera sítt til at við-
tøkur og direktivir vanliga
verða fylgd.
Í norðurlendskum høpi
samtyktu
norðurlendsku
forsætisráðharrarnir saman
við politisku leiðaru-num
fyri Áland, Grønland og
Føroyar á fundi hin 9.
november 1998 í Oslo
Deklaration om et bære-
dygtigt Norden. Viðtøkur
og arbeiðsskrá bleiv sett í
gildi í 2001 og langtíðar-
ætlanin Nordisk Miljø-
handlingsplan kom at galda
inntil 2020. Ætlanin var
send til hoyringar í øllum
norðanlondum. Úr Føroy-
um vóru einans viðmerk-
ingar frá Føroya Ráfiska-
keyparafelag og Føroya
Náttúruverndar-felag sam-
an við 30 norðurlendskum
feløgum og virkjum.
Hvussu hevur so gingist
við føroysku uppfylgjanini
av ST, ES og Norður-
lendsku samtyktunum um
burðardygga
menning?
Spurningurin má standa ó-
svaraður, tí her er lítið og
einki ítøkiligt komið av
skafti - annað enn tað ein-
staklingar í samstarvi við
onkra kommunu royna at
virka fyri innan Agenda 21
ætlanina.
Demokratisku
rættindi borgarans at kæra
náttúruverndarmál fyri Før-
oya Rætt eru ikki til staðar,
og Løgtingsins Umboðs-
maður kann ikki viðgerða
mál, ið hoyra undir danskt
dómsvald.
Folketingets
Ombudsmand má roknast
við ikki at hava áhuga í inn-
anhýsis føroyskum viður-
skiftum.
Burðardygg menning
innan orkusektorin
Føroyska samfelagið virkar
í dag uppá lænta tíð og
keyp av orku úr útland-
inum. 97% av allari orku-
nýtsluni stavar frá olju, ið
ikki fer at bera samfelagið
gjøgnum 21. øld - soleiðis
sum vit kenna tað í dag.
Um olja verður tøk í 10, 20
ella 30 ár afturat er sum so
uttan týdning. Støðan er
ikki burðardygg, men kann
skoðast sum ein fella, ið
kan flyta samfelagið aftur í
miðøldina. Einasta loysn er
at leggja um meðan tíð er
til varandi orkukeldur, ið
allar eru grundaðar á sól-
orku sum megin-keldu.
Verandi
framleiðsla
av
vatnorku er ikki serstakt
máttmikil. Hetta tí landið
og affalsøkið er lítið, men
einamest tí framdar útbygg-
ingar liggja ov lágt í lendi-
num og tí ikki geva ta orku,
ið fingin kundi verið um
farið varð upp í hæddina.
Afturat hesum verður stóra
vatnnøgdin á vetri ikki
gagnnýtt til t.d. hitamið-
støðir, men fær loyvi at
renna óbrúkt um byrgingar-
nar. Sambart áður nevndu
ST- og norðurlendsku sátt-
málunum skal orkufram-
leiðsla við inntrivum í nátt-
úru geva so stóra úrtøku
sum gjørligt. Eiðisverkætl-
an-
inar geva bert ein brotpart
av tí tær kundu givið, og
eru sostatt ikki nóg burð-
ardyggar. Fyrilit eru tí ikki
tikin hvørki til náttúru-
vernd, orkuúrtøku ella bú-
skap.
SEV hevur ta áskoðan, at
tað er lætt at útvega olju, og
tí er olja ein støðug og álít-
andi orkukelda. Slík áskoð-
an frá ravmagnsfelag okk-
ara er sera vandamikil fyri
samfelagið. Við færri og
færri olju-fundum, hækk-
andi
eftirspurningi
og
kostnaði er og verður olja
av størsta týdningi fyri
lond, ið vilja sita á heims-
veldinum og tí hetta hevur
við sær av ólukkum.
Einasta gongda leið er at
leggja um fra olju til var-
andi orkukeldur. Hetta vil
bøta um gjaldjavnan, loysa
okkum frá eini ótryggari
orkuveitanarstøðu og skapa
nýggj arbeiðspláss í menn-
ing av nýggari orkutøkni.
Ravmagn til hitamið-
støðir og brennievni
Mest máttmikla tøknin til
gangnýtslu av varandi ork-
ukeldum er í løtuni vind-
orka, har vit hava um 4.000
fulllasttímar. Til samanber-
ing hevur Danmark einans
1.700 tímar. Íløgukostnað-
ur pr. ár fyri eitt kilowatt av
vindorku er hjá okkum um
1,80 kr. meðan vatnorka er
10 til 20 kr.
SEV hevur ført fram at
bert 4-5 % av vindorku
kunnu setast til ravmagns-
netið. Onnur oyggja-sam-
feløg t. d. Kapp Verde
oyggjarnar hava heili 30%
vindorku uttan at hetta ó-
rógvar ravmagnsnetið og
el-tól.
Vindorka kann nýtast til
hitamiðstøðir til fjarhita og
annars til einasta brenni-
evni vit sjálvi kunnu fram-
leiða nevniliga vetni. Hes-
um fáa vit sum frá líður
stóran tørv á, og er tí øll or-
søk til at politiski myndug-
leikin fremur landsplan-
legging fyri framtíðar vind-
orkuøkjum.
Eitt kilowatt av vindorku
kostaði í 2003 25 oyra at
framleiða, meðan prísurin í
oljuframleiddum ravmagni
lá um 33 oyru. Takast skal
við at oljan tá kostaði um
35 US$ fyri tunnuna. Við
oljuprísum á uml. 60US$
fyri tunnuna var vindorku-
kostnaðurin í 2005 gott 1/3
av oljukostnaðinum.
Ætlaða fjarhitamiðstøð
frá Sundsverkinum er ein
feilíløga - just sum Eiði 2
og 4. Fyrilitið um burðar-
dygga menning er ikki til
staðar hvørki á Sundi enn
minni í ætlaðu Eiðisút-
byggingunum. Við framtíð-
ar
ótryggu
oljuveiting
kunnu brúkarar/gjaldarar
av fjarhitaskipanini frá
Sundsverkinum koma í álv-
arsaman trupulleika av ein-
um sera høgum oljukostn-
aði. Fjarhitaskipanin frá
Sunds-verkinum
skuldi
verið framd fyri fleiri árum
síðan - nú er í seinra lagi.
Samlaði
orkutørvur
landsins til ravmagn, hita-
orku og flutningsorku kann
á burðardyggan hátt skipast
alleina við varandi orku-
keldum. Fyri at náa hesum
máli, má politiska leiðsla
landsins taka seg um reiggj
og fremja neyðuga lógar-
verkið soleiðis at einstaki
borgarin og vinnulívsmað-
urin sleppur til verka.
Grundleggjandi treyt er at
náttúruumsitingin fæst at
virka - og ikki minst at
demokratisku
rættindi
borgarans at gangnnýta
náttúrutilfeingið á burð-
ardyggan hátt verða sett í
hásætið.
Yvirlýsingin
er
send
Landsstýri, Løgtingi og
náttúrumyndugleikum.
Nevndin
Føroya Náttúruverndarfelag
burðardyggan orkupolitik
Eitt kilowatt av vindorku kostaði í 2003
25 oyra at framleiða, meðan prísurin í
oljuframleiddum ravmagni lá um 33
oyru. Takast skal við at oljan tá kostaði
um 35 US$ fyri tunnuna. Við oljuprísum
á uml. 60US$ fyri tunnuna var vindorku-
kostnaðurin í 2005 gott 1/3 av
oljukostnaðinum.
”
Føroyska samfelagið virkar í dag uppá
lænta tíð og keyp av orku úr útlandinum.
97% av allari orkunýtsluni stavar frá olju,
ið ikki fer at bera samfelagið gjøgnum 21.
øld - soleiðis sum vit kenna tað í dag. Um
olja verður tøk í 10, 20 ella 30 ár afturat
er sum so uttan týdning. Støðan er ikki
burðardygg, men kan skoðast sum ein
fella, ið kan flyta samfelagið aftur í mið-
øldina
”